hósdagur 23. apríl 2020síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
42
STEINAR PATURSSON
S
aman við Hans Andor
Johannesen skipar hann
fyri drive-in biografi um
vikuskifti, og tað kunnu
teir, tí alt annað virksemi hjá
teimum liggur deytt.
– Nú kann eg bara tosa fyri
Ljóðtøkni, men rýkur juni mán
aður, so eru vit 3,5 milliónir eftir
reyv bara frá 12. mars. Tað eru
pengar, ið vit ikki fáa aftur, óan
sæð um tiltøkini verða útsett ella
ei, sigur Hjalmar Hvítklett um
støðuna við teimum tiltøkunum,
ið annars stóðu á skrá í ár.
Tað versta er, at politikkarnir
tora ikki at koma við greiðum
útmeldingum, men lata ístaðin
læknarar koma við boðunum,
heldur Hjalmar Hvítklett.
– Summir siga, at einki verður
í summar, meðan summir siga,
at einki verður í ár. Vit fáa einki
at vita yvirhøvur, og av tí sama
er kalendarin tómur. Eingil
vil bóka nakað, um eingin veit
nakað. Høvdu vit fingið at vita
frá politiskari síðu, at árið er
farið, so høvdu vit kunnað funn
ið upp á onnur ting. Sum er, er
hopileyst.
Bæði Ljóðtøkni og AVLux eru
partur av so at siga øllum størri
tiltøkum, so sum festivalum,
sum eru í Føroyum í summar,
og støðan hjá øllum pørtum er
tann sama.
– Okkara kundar eru í somu
støðu sum vit. Festivalarnir eru
í teirri støðu, at um teir avlýsa,
so fara teir á reyvina. Hvat gera
teir so?
– Landið koyrir ábyrgdina út
á privatpersónar. Gera vit nakað,
so er tað okkara skyld, at fólk
verða smittað. Tað er ikki rætt
at gera, tí velja vit eitt løgting, og
hava vit eitt landsstýri, so er tað
tey, sum skulu taka avgerðirnar.
Tað er tað, ið vit hava tey til.
Politiska valdið rennir bara
undan ábyrgdini.
Tá spurdur, um hvat tað er,
sum hann ynskir sum vinnu
rekandi, svarar Hjalmar Hvít
klett, at tað er einfalt.
– Í dag kemur smittan frá
flogvøllinum. Vit skuldu havt
tvungið sóttarhald, tí so var
eingin smitta, og vit kundu havt
fullkomiliga opið.
STEINAR PATURSSON
– Vit mugu finna upp á nýggj
ting og finna nýggjar mátar
at savnast uppá, tá nú tilráð
ingarnar eru, sum tær eru. Ein
máti er við drive-in bio, tí fólk
skulu sita í bilinum, og tey koma
tí ikki í samband við hvønn
annan.
Soleiðis sigur Hans Andor
Johannesen, sum eigur og rekur
fyritøkuna AVLux. Saman við
Hjalmari Hvítklett, ið eigur og
rekur fyritøkuna Ljóðtøkni,
skipar hann um vikuskiftið fyri
drive-in biografi á Skálatrøð.
– Vit hava tíð til tað, og vit hava
útgerð til tað, og vit vilja eisini
royna nýggj ting, sigur Hans
Andor Johannesen, sum eins og
Hjalmar Hvítklett hevur mist so
at siga alt virksemið í summar
orsakað av koronakreppuni.
AVLux og Ljóðtøkni hava áður
skipað fyri drive-in biografi,
millum annað í Søldafirði, og
nú er stundin komin at fáa
amerikanska 60'ara konseptið
til Havnar.
Talan kann sigast at vera
um eitt eydnusamt ektaskap, tí
meðan Ljóðtøkni veitir tað, sum
skal til av ljóði, so er virkisøkið
hjá AVLux innan video.
– Borgarstjórin í Havn spyr
eftir tiltøkum, tí býurin er
steindeyður, sigur Hjalmar
Hvítklett um orsøkina til at fara
undir drive-in biograf.
– Tórshavnar kommuna hev
ur roynt at skapa eitt sindur
við at stroyma konsertir frá
Reinsarínum. Tað heldur fram
eina løtu aftrat, og hetta er so ein
máti at leggja eitt sindur aftrat,
heldur Hans Andor Johannesen
fram.
Drive-in biografurin á Skál
atrøð verður skipaður á tann
hátt, at atgongumerki skulu
keypast á appu undan sýning.
Atgongumerkið er galdandi fyri
allan bilin, so tað er líkamikið,
hvørt bilurin er fullur, ella bert
førarin er við.
Atgongumerkið tilskilar kort
ini ikki pláss á parkeringsplássi
num, so tað verða tey, ið koma
fyrst, ið fáa bestu plássini, sigur
Hans Andor Johannesen, ið
tó leggur aftrat, at stórir bilar
verða noyddir at fara afturum,
soleiðis at øll kunnu síggja. Pláss
er til 60-70 bilar.
Skíggin verður settur inn
móti berginum og vísir sostatt
út móti Vágsbotni, og eingin
nýtist at ørkymlast um ljóðið,
tí tað verður sent gjøgnum FM
sendara, soleiðis at allir bilarnir
fáa ljóðið beinleiðis inni í bili
num.
– Vit eru vanir við til at vera
við til at undirhalda fólk, og
hetta er so ein øðrvísi máti at
gera tað uppá, sigur Hans Andor
Johannesen.
Tað er framvegis ikki greitt,
um talan verður um eitt aftur
vendandi tiltak, og teir báðir
Hjalmar Hvítklett og Hans An
dor Johannesen vilja ikki siga
enn, hvørjir filmar verða sýndir.
Men fyrsti filmur verður sýndur
fríggjakvøldið, og so fer tíðin at
vísa, um tiltakið verður aftur.
– Hetta er í grundini ein pop-
up biografur, so vit kunnu skipa
fyri honum har vit vilja, og tá vit
vilja, sigur Hjalmar Hvítklett,
sum saman við Hans Andor
Johannesen skipar fyri drive-in
biografi á Skálatrøð um viku
skiftið.
DRIVE-IN BIOGRAFUR
Á SKÁLATRØÐ
60'ara americana í Havn í 2020.
– Øðrvísi tíðir krevja øðrvísi
tankar. Vit mugu hugsa uttan
fyri boksina, siga teir báðir Hans
Andor Johannesen og Hjalmar
Hvítklett, ið skipa fyri drive-in bio
Vil hava greiða útmelding frá politiskari síðu
Landsstýrið tekur ikki ábyrgd, men letur letur privatpersónar og
privat vinnurekandi taka ábyrgdina fyri koronasmittuni, heldur
Hjalmar Hvítklett, sum eigur og rekur fyritøkuna Ljóðtøkni