hósdagur 23. apríl 2020síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
43
Frá Kunoynni til Nólsoynna til molan í Havn
Sagt verður, at fólk ikki halda
korona-sáttmálan. Sannleikin er, at
myndugleikarnir hava uppsagt sáttmálan
Sjúrður Skaale
12. mars, tá landsstýrið boðaði frá
sínum korona-tiltøkum, greiddi
landslæknin í samrøðu við út
varpið soleiðis frá strategiini:
"Vit sleppa ikki undan, at smittan
kemur. Hon fer at raka kanska
10 % av fólkinum. Tað skal bara
henda so spakuliga sum gjørligt, tí
nøkur verða álvarsliga sjúk, og tey
skulu vit vera før fyri at viðgera.
Tað er strategiin."
Føroyingar fingu at vita, at vit
skuldu hava ta fløtu strikumynd
ina - hana, sum líktist Nólsoynni.
Endamálið við øllum var at sleppa
undan teirri brøttu strikumyndini
- henni, sum líktist Kunoynni.
Tað var "sáttmálin", sum bleiv
gjørdur. Tá var málið, vit í felag
skuldu náa.
Fólk tóku so ótrúliga væl undir
við hesum, at tað var skjótt, at
allar smittuketur blivu brotnar
og eingin longur bleiv smittaður.
Føroyska samfelagið vann móti
korona í fyrsta umfari. Men vit
sluppu ikki at njóta ágóðan av tí.
5. apríl boðaði landslæknin
nevniliga í útvarpinum frá eini
nýggjari strategi. Málið nú var
at halda sjúkuni heilt burturi úr
Føroyum.
Vit skuldu altso hvørki hava
Kunoynna ella Nólsoynna - vit
skuldu hava eina vatnrætta striku.
Molan í Havn.
Og henda strategi skuldi hald
ast, segði landslæknin, líka til ein
koppseting ella ein munadygg
viðgerð er av sjúkuni.
Vit vita, at tað kann taka meira
enn eitt ár.
Sáttmálin burtur
11 dagar eftir at landslæknin hevði
boðað frá nýggju strategiini - 16.
apríl - var enn ein tíðindafundur
í Kringvarpinum. Har bleiv sagt,
at fólkið nú ikki helt korona-
sáttmálan nóg væl.
Eingin ivi er um, at disiplinin,
sum var so fantastisk í byrjanini
og gav so fantastiskt úrslit, er
nógv viknað. Tað sæst allastaðni.
Men er tað fólkið, sum ikki held
ur sáttmálan? Ella eru tað kanska
myndugleikarnir - við løgmanni
á odda - sum hava uppsagt upp
runaliga sáttmálan? Fólk fingu jú
at vita, at málið var ein lág nóls
oyggj. Tað var sáttmálin. Men
knappliga var málið eitt annað.
Nú skuldu vit, sum onkur segði,
"halda nullið" í eina óendaligheit,
so tann vatnrætta strikan verður
so long sum gjørligt.
Um upprunaligi sáttmálin var
galdandi, høvdu fólk sloppið at
notið ágóðan av tí góða innsats
inum, tá tað kundi staðfestast, at
smittan helst var burtur úr sam
felagnum. Í staðin legði lands
stýrið fram ein nýggjan og nógv
meira víðgongdan sáttmála.
Málið um, at eingin skal smitt
ast er so víðgongt og absolutt, at
tað setir alt annað til viks. Og tað
gongur út yvir øll. Ikki bara aðrar
sjúklingar, børnini, tey eldru, tey
sálarveiku og ungdómin, men
øll. Tað gongur ikki minst út yvir
nógvar av teimum fyritøkum,
sum skulu tryggja, at heilsuverkið
kann fíggjast í framtíðini.
Hvør er logikkurin? spyrja fólk.
Hvør er ætlanin? Vissi vit ikki
kunnu lata upp tá eingin sjúka er
- nær kunnu vit so lata upp?
Vit skulu lata meira upp fyrst í
mai, verður sagt. Men hvat nú vissi
onkur verður smittaður eftir tað?
Skal alt so steingjast aftur, so vit
kunnu halda nullið? Ella skulu vit
tá aftur hava eina aðra strategi?
Løgmaður viknar
Løgmaður eigur nógv rós fyri, at
hann ikki hevur roynt at at fáa
lógarheimild til at tvinga fólk at
akta. At sýna fólki álit og geva
fólki ábyrgd er tað einasta, sum í
longdini ber á mál.
Men tað krevur eisini meir av
løgmanni. Tað krevur, at hann
greitt sigur, hvat tað er fyri
strategi, vit øll eru partur av. Um
hann broytir strategi, má hann
siga hví, hann ger tað. Og forklár
ingin má vera greið og logisk.
Løgmaður má eisini gera púra
greitt, at tað er hann, sum ræður.
Eitt tað týdningarmesta í eini
kreppu, eru púra greiðar komm
andolinjur. Men tey ógreiðu og
ólogisku signalini gera nú, at hesar
linjur fløkjast. Ein borgarstjóri sig
ur eitt, ein annar eitt annað. Ein
lækni sigur eitt, ein annar eitt
annað. Politikarar úr løgmansins
egnu samgongu - og egna flokki
- stíga fram í miðlunum, gera seg
til umboð fyri frustratiónina
hjá fólki, og máa støði undan
autoritetinum hjá løgmanni.
Hetta gevur fólki ta fatan, at alt
siglir eitt sindur. Og tá so er, verða
tey freistað til at taka sakina í
egnar hendur. Tað er sera óheppið.
Um alt ikki skal enda í kaos, mugu
øll fylgja almennu tilmælunum.
Tá tað ikki verður gjørt, kann
landsstýrið kortini ikki bara peika
eftir borgarunum.
Ein sáttmáli er ikki nakað, tú
dikterar. Hann krevur undirtøku
frá øllum pørtum. Skulu vit hava
ein sáttmála at standa saman
um, mugu treytirnar og málini í
honum vera greið, realistisk og
logisk.
Gloymið ikki háskúlarnar
Hedvig Westerlund-
Kapnas, háskúlastjóri
Góða landsstýri, góða løgting,
gloymið ikki háskúlarnar í hesum
Koronatíðum!
Í verandi undantaksstøðu hava
allir skúlar verið afturlatnir, eisini
háskúlarnir.
Men háskúlarnir eru sjálvs
ognarstovnar, hvørki privatar fyri
tøkur ella 100% landsins ábyrgd.
Síðan 12. mars eru øll skeið avlýst,
men eins og í hinum skúlunum,
so eru starvsfólkini heima við
fullari løn, og hús og rokningar
skulu røkjast. Tað kostar. Hjá
Føroya Fólkaháskúla tosa vit um
ein miss á eina fjóðringsmillión
í skeiðsgjøldum og gistingum,
um virksemið ikki kann byrja
aftur fyrr enn í summar. Tað er
ein fjóðringur av okkara árligu
egininntøku – og sum nú er, veit
eingin hvørja ávirkan kreppan fer
at hava á næmingatalið til heystar.
Enn hava vit ikki fingið at vita
nær og hvussu, vit fáa loyvi til at
byrja virksemið aftur.
Samstundis er hugsandi, at
nógv ung, sum høvdu ætlað sær
út í heim til heystar, fara at hava
brúk fyri tilboðum í egnum landi
– at ferðast í føroysku mentanini
og náttúruni, at royna sínar
veingir og flyta heimanífrá, men
ikki longri burtur enn trygt er.
At finna avbjóðingarnar her í
Føroyum. Tað er rímiligt at vænta,
at tryggleikakenslan hjá nógvum
ungum hevur fingið eina skøvu av
óvissuni sum nú ræður, og tað er
mestsum óhugsandi at rokna við,
at landamørk úti í heimi fara at
vera opin til at ferðast frítt longu
komandi vetur.
Tí vil eg inniliga heita á landsins
myndugleikar, ikki at gloyma
háskúlarnar, tá hjálparpakkar
og stuðulsskipanir verða gjørdar.
Koma vit heilskapað gjøgnum
hesa tíðina við Korona tiltøkum,
so kann tilboðið hjá háskúlunum
gerast ein týðandi brúgv víðari út
í lívið hjá nógvum ungum.
Tað hevði verið ólukkuligt
fyri Føroyar, um landsins elsti
háskúli má lúta fyri Korona, og
vóna vit, at háskúlarnar kunnu
verða partur av eykajáttanarlóg
ella hjálparpakka.
Við virðing
Minnist til haldargjaldið