hósdagur 30. apríl 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
6
ANNIKA KUNOY IM
Í
2012 byrjaði Steintóra G.
Joensen á universitetinum
í Keypmannahavn, har
hon fór undir drúgvan
gudfrøði lesnað. Og nýggjárs
aftan 2019 varð hon endiliga
liðug við høvuðsritgerð sína.
Í eina tíð hevði hon tó ein
sterkan longsul eftir at royna
okkurt nýtt, spennandi og
øðrvísi. Hon visti, at uni
versitetið í Keypmannahavn
hevði eitt samstarv við Ivy
League universitetið Yale í
USA, og hon valdi tí at kanna
møguleikarnar fyri at taka
seinastu lærugreinarnar har.
Hon gjørdi eina roynd, og tað
eydnaðist henni at sleppa inn á
universitetið, har bert seks pro
sent av teimum, ið søkja sleppa
inn.
Steintóra situr í íbúð síni í
Keypmannahavn og fyririekar
seg til komandi royndirnar í
USA, tá eg ringi til hennara, og vit
báðar taka eitt prát um, hvussu
tað er at vera lesandi á Yale og
munin ímillum at lesa í Danmark
og í USA. Hon er nevniliga fyri
kortum heimafturkomin úr
USA til Danmarkar, og fylgir
nú undirvísingini á netinum,
har hon eisini skal taka endaligu
royndirnar, áðrenn lesnaðurin
verður liðugur. Ikki sum ætlað,
men sum hjá øllum øðrum, so
eru ætlanirnar og umstøðurnar
meir ella minni broyttar undir
hesum koronatíðum.
Dreymurin um at taka eitt
SAMRØÐA: Steintóra G. Joensen
– Eg visti, at universitetið í Keypmannahavn hevði
eina samstarvsavtalu við Yale um, at ein ella tveir
skikkaðir næmingar kundu taka eitt semestur
har. Krøvini at sleppa inn á Yale eru gróthørð, og
eg helt ikki, at hetta var ein realistiskur dreymur.
Men lesnaðurin hevur gingið ómetaliga væl, og
eg søkti við viðmælum frá tveimum professarum,
sum hava undirvíst mær í Keypmannahavn. Fyrst
skuldi universitetið í Keypmannahavn góðkenna
meg og síðani Yale, sigur 28 ára gamla Steintóra
G. Joensen úr Vági, sum hevur tikið seinastu
lestrarhálvuna av teologilesnaði sínum á víðagitna
og selektiva Ivy League universitetinum Yale í USA
ÚR VÁGI
ÚR VÁGI Á YALE
Á YALE
Eg var tó eisini tikin av bóli
av, hvussu nógv tey kendu
til Føroyar. Har upplivdi eg,
at tey kendu til grindadráp,
Eivør og ymiskt annað.
Sjálv ánaði eg lítið og einki
um Conneticut
Tiltak hjá The Yale Review, ið er elsta bókmentaliga tíðarritið í USA, har 200 árs dagurin
var hátíðarhildin. Á myndini tosa Dan Chiasson, Sheila Heti, Cathy Park Hong, Parul
Seghal, Robyn Schiff og Meghan O’Rourke um"Writing in an Age of Turmoil"
Høvuðsdyrnar á Yale Divinity School
Í millum tey, ið hava gingið
á Yale teljast millum annað
Meryl Streep, Claire Danes,
Edward Norton, Adreson
Cooper, Georg H. W. Bush,
Georg W. bush, Bill Clinton,
Paul Giamatti, James
Franco, Jodie Foster, Hillary
Clinton og mong onnur.