Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 7 semestur á víðagitna uni­versi­ teti­num Yale er ikki gamal – tað vil siga tað sama sum, at hon visti ikki, at hann kundi røkkast, fyrr enn hon dugdi at skyna, at góðu skoðs­málini hon hevði fingið nú kundu lata hesar forkunnugu dyrnar upp fyri henni. – Eg visti, at universitetið í Keyp­mannahavn hevði eina sam­starvsavtalu við Yale um, at ein ella tveir skikkaðir næm­ ingar kundu taka eitt semestur har. Krøvini at sleppa inn á Yale eru gróthørð, og eg helt ikki, at hetta var ein realistiskur dreym­ur. Men lesnaðurin hevur gingið ómetaliga væl, og eg søkti við viðmælum frá tveimum professarum, sum hava undirvíst mær í Keyp­manna­ havn. Fyrst skuldi universitetið í Keyp­mannahavn góðkenna meg og síðani Yale, sigur Steintóra G. Joensen. – Eg kom ígjøgnum nálar­ eygað, og avtalan hevði við sær, at universitetini bæði rindaðu 85 prosent av út­búgv­ingar­ kost­naðinum. Eg fór síðani at søkja úr grunnum til írestandi gjald­ið. Hetta var ein strævin tíð, tí eg gjørdi alt fyrireikandi a­rbeiði við umsóknum til fígg­ ing og at koma inn í USA sum lesandi, ímeðan eg skrivaði høvuðsritgerðina, greiðir hon frá. Ymisk umhvørvi 6. januar 2020 fleyg Steintóra úr Danmark til Íslands og so víðari til USA, og hon er tíðiliga hug­ tikin av umstøðunum á selektiva Ivy League universitetinum í Conneticut. – Tað hevur verið ein fantastisk uppliving, tí eg dugdi ikki at ímynda mær eitt universitet við slíkum hent­ leikum og at lesa saman við næm­ingum, sum eru so vitandi, sum eg upplivdi teir har. Eg havi fingið eitt annað sjónarmið upp á bæði lívið men eisini upp á, hvussu vit gera teologi, sigur unga guðfrøðilesandi vágs­ dáman. Lestrarlívið í Danmark líkist øgi­liga lítið lestrarlívinum í USA – og enn minni lestrarlívinum á ein­um Ivy League universiteti í USA. Steintóra G. Joensen greiðir frá, at býurin New Haven í statinum Connecticut er ein lítil býur, men lestrarumhvørvið er stórt við 14 lærdum háskúlum, har øll tey, ið eru undir bachelor útbúgving búgva. Tey sum lesa kandidat búgva vanliga eini fimm til sjey saman í húsum kring býin. Umframt hetta eru allir útbúgvingarstovnarnir á Campus. Hon greiðir víðari frá, at mun­ ur er eisini á, hvussu undir­vís­ ingin er skipað. Í Danmark er til dømis vanligt, at næmingar hava stórt sjálvræði og avgera í stóran mun sjálvir, um teir møta til undirvísingina. – Fyrstu ferð tú møtir lærara­ num - undir lestrinum í Dan­ mark - kann vera til próvtøkuna, hóast hetta ikki hendir ofta, sigur hon, og leggur aftrat at próv­tøkan so er skipað undir Eg eri sera glað fyri at fáa møguleikan at sleppa á Yale. Hetta hevur verið størsta upplivilsi í mínum lívi Yale er eitt av heimsins mest kostnaðarmiklu universitetum. Undergraduate (bachelor á 4 ár) kostar umleið eina halva millión um árið. Tað merkir, at tað kostar tvær milliónir at gerast bachelor. Við í hasum prísinum er eitt kamar. Síðan fara tey flestu víðari á ein master (kandidat). Prísurin á eini master í teologi, sum er 200.000 um árið. Hetta er uttan íbúð/hús, bøkur, mat, lummapening og annað. Tey bíligastu kømrini í privatum húsum kosta um 4800 krónur um mánaðin, og betri kømur ella íbúðir kosta upp í 10.000 um mánaðin. Í brævinum, sum Steintóra fekk frá Yale, meta tey, at lestrarkostnaðurin á Yale Divinity School við kamari, sjúkratrygging, lummapeningi, ferðing og øðrum er um 420.000 um árið. Á Yale Law School er nakað dýrari, og har er kostnaðarmetingin 620.000 um árið. Hetta er tí, at undirvísingargjaldið er áleið 100.000 dýrari á Law School enn á Divinity School hvørja lestrarhálvu. FAKTA Professararnir, Miroslav Volf og Kathryn Tanner, ið undirvístu Steintóru G. Joensen á Yale, eru tveir av teimum fremstu teologunum í løtuni. Lesandi, ið hava foreldur, ið ikki eru so høgt lønt kunnu søkja um Financial Aid frá Yale. Yale hevur egið sjúkrahús og løgreglu.