hósdagur 30. apríl 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
8
SAMRØÐA: Steintóra G. Joensen
føstum rømmum við føstum
spurningum.
– Eg var eitt sindur forskrekt,
fyrstu ferð eg var til undirvísing
á Yale, tí støðið er ómetaliga
høgt. Eg helt ikki, at eg skilti
nakað, og tað sum næmingarnir
spurdu um virkaði komplekst og
teir vóru sera væl upplystir. Eg
minti tó meg sjálva á, at tað var
ein orsøk til, at eg hevði fingið
umsóknina góðkenda og at
lærararnir høvdu viðmælt meg.
Teir stólaðu upp á, at eg skuldi
klára meg har. Tað tók tó ikki
meir enn eini tvær vikur, so var
eg væl inni í tí, og tað hevur ging
ið gott, og uppgávurnar hava
verið væl frágingnar, sigur hon.
–Eg var tó eisini tikin av bóli
av, hvussu nógv tey kendu til
Føroyar. Men har upplivdi eg, at
tey kendu til grindadráp, Eivør
og ymiskt annað. Sjálv ánaði eg
lítið og einki um Conneticut,
flennir hon.
– Eisini er tað merkisvert at
nevna, at trygdin var ómetaliga
góð á Yale. Við appum bar til
bíleggja ókeypis Yale-hýruvogn
ar frá klokkan 18 um kvøldið til
klokkan seks um morgunin.
Eisini bar til at bíleggja ein
sokallaðan safe-walker, ið er
ein persónur, sum fylgir tær
úr einum staði til eitt annað,
um tú ikki ynskir at ganga
sjálv. Vakmyndatól vóru um alt
Campus, og eisini vóru pelar
um alt Campus, har tú kundi
trýsta á ein knøtt og harvið
fekk samband við løgregluna,
sigur hon.
Á Yale var tað soleiðis, at
næmingar arbeiða intensivt í
fýra mánaðir við møti- lesi- og
luttøkuskyldu. Tað merkir, at
næmingarnir mugu møta upp,
lesa tilfarið og luttaka í tím
unum.
– Tú kanst ikki bara vera har
og einki siga. Tú mást luttaka
verbalt. Próvtøkan er tó meir
opin, sigur hon.
Reglurnar fyri, hvussu guð
frøðilesnaðurin skal skipast
eru strangar í Danmark, og tí
var tað eisini nakað av baksi
hjá Steintóru at skipa lesnaðin
og velja góðkendar lærugreinir
á Yale, soleiðis at hon eisini fekk
eina fullfíggjaða útbúgving í
Danmark.
– Lærugreinarnar á Yale eru
kreativar og ikki líka bundnar,
og tað var tí avmarkað, hvørjar
lærugreinar eg kundi taka og fáa
góðskrivaðar. Eg tók tó onkrar
lærugreinar, hóast eg ikki fái
tær góðskrivaðar, av berum
áhuga. Hetta var tildømis læru
greinirnar, ið kallast » Shake
speare in Theological Context«
og »Jesus on Film«, sigur hon.
– Mær hevur altíð dámt væl
at skriva, og gjøgnum tíðina
lærur man, at tað skal og eigur
at gerast upp á ein ávísan hátt.
Eg havi funnið útav, at eg kann
vera nógv meir kreativ í míni
skriving og sum oftast, so eru
skoðsmálini góð kortini, sigur
hon .
– Eg hevði til dømis eina læru
grein, ið nevnist »Death and
Rememberance« ið snýr seg um,
hvussu vit minnast tey deyðu.
Tíðarlinjan var frá Svartadeyða
til fyrsta veraldarbardaga, men
eg fekk loyvi til at skriva enda
liga ritgerð um áhaldandi sorg
sum diagnosu, ið inngongur í
altjóða flokkanini av sjúkum, ið
World Health Organization gav
út í 2018. Har inndragi eg millum
annað Søren Kierkegaard og
Svend Brinkmann. Hetta vísir
serstakliga væl munin millum
háttin lesnaðurin er skipaður á,
heldur Steintóra G. Joensen.
Nýtt sjónarmið upp
á gudfrøðina
– Eg havi havt stóran áhuga í
akademiska partinum av gud
frøðini. Teologiska Fakultetið í
Keypmannahavn hevur fram
úrskarandi undirvísarar, ið eg
eri sera hugtikin av. Av tí at
akademiski parturin hevur fylt
nógv í Keypmannahavn, havi
eg kanska saknað tað átrúnað
arliga sjónarhornið, og tað fekk
eg í USA, sigur Steintóra G. Joen
sen.
– Í Keypmannahavn tosaðu
vit ikki um trúgv, og lesnaðurin
var sera akademiskur. Vit sparr
aðu als ikki um, hvat vit veruliga
trúgva. Í USA kendist tað, sum
var gudfrøðin til fyri kristin
dómin, og ikki so at hon kundi
haldast innan akademisku
veggirnar. Hetta sóu vit millum
annað aftur í opna dialoginum
um trúgv og tilboði um dagliga
gudstænastu og bøn. Tað eru
sera ymisk umhvørvi, sigur hon
eisini.
– Tað er ilt at siga, hví mun
urin er so stórur. Kanska er tað
teologiin, sum skal verja sína
status, sum vísund. Hetta, at
teologiin á Yale ikki bert skal
vera akademisk, er eitt tilvitað
val og broyting, sum universi
tetið hevur framt, tí tey halda,
at gudfrøðin hevur isolerað seg
ov nógv inni á universitetunum,
staðfestir hon.
– Vit sum lesa gudfrøði halda
jú, at hetta er týdningarmesta
vísundin, sum er, og at vit
við gudfrøðini kunnu koma
við okkara íkasti til allar
menniskaligar og samfelagsligar
spurningar, leggur hon aftrat.
– Øll verðin og alt lív er
ímyndin av skapanarverkinum.
Og tað definerar lívsáskoðanina
hjá mær. Av hesum síggi eg
heimin, sum verandi í samljóði
og av hesum síggi eg vakurleika í
teimum minstu tingunum, sigur
Steintóra G. Joensen.
Korona órógvaði
Uppihaldið í Conneticut fekk
ein knappan enda, tá korona
farsóttin fór at gera um seg, og
danska forsætisráðfrúan, Mette
Fredriksen, heitti á danskir
ríkisborgarar um at koma heim.
Korona fasóttin hevði tó ikki
veruliga tikið dik á seg í USA tá,
og Steintóra valdi at bíða.
Frá 6. til 23. mars fingu
amerikanskir næmingar spring
break ella várferiu. Hesa tíðina
økjast korona-tilburirnir í New
York, og eisini verður viðmælt
altjóða næmingum á Yale at fara
heim. Yale var ein av teimum
fyrstu skúlunum, ið tók slík
drastisk stig.
– Eg vildi ikki ordiliga fara
heim, tí eg hevði tað gott, og
vit føldu einki til korona har
tá. Tey ynsktu tó, at tey, sum
høvdu okkurt at fara til fóru
heim. So kundu tey, sum einki
høvdu at fara til vera eftir. Tí
har búgva næmingar ómetaliga
tætt, og hevði ein tilburur verið
staðfestur, so gekk ikki long tíð,
til fleiri høvdu fingið smittuna,
sigur hon.
– Eg keypti ferðaseðil sunnu
kvøld og fór heim týsdag. Síðani
var eg í sóttarhaldi í Keypmanna
havn í tvær vikur. Síðani eg kom
heim aftur til Danmarkar, havi
eg fylgt undirvísingini á neti
num gjøgnum Zoom. Har er
sjálvsagt stórur tíðarmunur og
viðhvørt havi eg undirvísing um
dagin og onkur lærugrein er á
miðnátt, flennir hon.
– Eg eri hørm um, at semestrið
á Yale fekk ein so knappligan
enda, og eg føli als ikki, at eg
eri liðug har. Vegna korona er
alt óvist júst nú, men tað kundi
hent seg, at eg fór yvir aftur, sig
ur hon síðani.
Ætlanin er annars, at Stein
tóra skal byrja á pastoralsemi
narinum eftir summarfrítíðina,
sum er fimm-mánaðar praktiski
parturin av útbúgvingini til
prest og eitt krav, um ein skal
ein arbeiða í fólkakirkjuni
– Eg veit enn ikki nágreiniliga,
hvørjar framtíðarætlanir eg
havi, ella nær eg komi heim
til Føroya at arbeiða. Men eg
velji at taka pastoralseminarið
beinanveg kortini, sigur hon.
– Í langa tíð hevur mítt ynski
verið at gerast prestur, eg eri tó í
iva, um tað verður nú ella seinni.
Eg hugsi eisini um at skriva eina
PhD ritgerð eftir loknan lestur,
leggur hon síðani aftrat.
– Í Danmark verða fáir PhD
bjóðaðir út. Men í USA var tað
sera vanligt, at tey eftir at verða
blivin teologar, fóru undir PhD
ritgerð sína. Eg fekk eitt sindur
av blóð upp á tonnina tá. Eg havi
arbeitt nógv við feministiskari
teologi, og skrivað bæði bachelor
og spesiali um tað evni, sum
eisini var ein av orsøkunum til,
at eg slapp inn á Yale. Tey hava
dugnaligar professarar innnan
tað. Tí trúgvi eg, at ein møgulig
PhD hevði verið innan sama øki,
sigur hon frá.
– Eg eri sera glað fyri at fáa
møguleikan at sleppa á Yale.
Hetta hevur verið størsta upp
livilsi í mínum lívi, sigur hon til
endans.
Í tíðini Steintóra G. Joensen var á Yale, var hon til eina forsýning
av dokumentarfilminum »The Cave«, ið var nomineraður til eina
Oscar heiðursløn. Dr. Amani, ið filmurin snýr seg um, var við til
sýningina, og Steintóra greiðir frá, at tað var sera spesielt at sita
og hyggj at sorgarfulla filminum, meðan Dr. Amani sat í sama rúmi.
Eftir sýningina svaraði hon spurningum um filmin.
Eitt annað kvøld var hon til orðaskifti við rithøvundum og
bókmentaummælarum, har millum annað Sheila Heti luttók.
Eisini luttók hon í undirvísing hjá rithøvundanum Marilyn
Robinson, ið hevur vunnið ein Pulizter prís fyri bók sína, »Gilead«
FAKTA
Á Campus, áveg inn á høvuðsbókasavnið »Sterling Memorial Library«
Hetta er eitt av bókasavnunum á Yale Divinity School,
ið Steintóru dámdi væl at sita og arbeiða í