hósdagur 30. apríl 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
10
FRANTS JENSEN
Í
dnasti føroyingurin at
ganga í føroysku náttúruni
seinastu 15 árini, Pól Sund
skarð, tekur nú blaðið frá
munninum.
– Eg eftirlýsi samstarvsvilja
frá Visit Faroe Islands til festarar
og ognarar av høgum kring
landið. Nú hava jarðareigararnir
skipað seg í felagið Jarðir. Tí er
tvingandi neyðugt hjá Visit
Faroe Islands og Jarðum at gera
semju um framtíðar ferðavinnu
– og tað er eitt gylt høvi at gera
tað nú, tá ið eingi ferðafólk koma
til landið, sigur Pól Sundskarð.
Í fríum falli
Sjálvur hevur Pól Sundskarð
gingið sera nógv í føroysku
náttúruni seinastu 15 árini. Hann
hevur verið á øllum teimum
340 fjallatoppunum í landinum
– enntá fleiri ferðir – og hann
hevur gingið og runnið eitt ótal
av túrum í føroysku náttúruni
bæði einsamallur og saman við
øðrum. Seinnu árini hevur hann
satsa alt upp á ferðavinnuna,
har hann bjóðar seg fram sum
ferðaleiðara fyri útlendingum, ið
vilja ganga í føroysku fjøllunum.
Men nú er virksemi í ferða
vinnuni fullkomiliga steðgað
upp.
– Eg eri í fríum falli. Men eg
havi gott mót. Tær íløgurnar, ið
eg havi gjørt, havi eg rindað so
hvørt. Tað sær ikki út til at koma
nakað av ferðafólki í ár, men eg
síggi jaligt upp á støðuna. Tað
ræður um at fyrireika seg til
komandi ár, sigur hann.
Skeiv marknaðarføring
Hann heldur, at avmarkingar
mugu gerast í ferðavinnuni.
– Tað ber ikki til við hópferða
vinnu í føroysku fjøllunum,
sum vit hava sæð tað síðstu
árini. Í fjør var heilt út av lagi,
og tá vóru um 125.000 ferðafólk
í landinum. Ferðafólkini gingu
allastaðni – eisini har vanligi
føroyingurin ikki gongur.
Hvussu verður um fimm ár,
tá ið kanska 500.000 ferðafólk
koma higar. Føroyar eru ikki
eitt alibrúk. Ferðavinnan í før
oysku náttúruni má skipast, og
tað er avmarkað, hvussu nógv
hon tolir. Tí mugu avmarkingar
setast, sigur Pól Sundskarð.
Hann undirstrikar tó, at hann
einki hevur ímóti, at nógv verður
gjørt fyri at fáa útlendingar til
Føroya. Tað er bara náttúran, ið
ansast má eftir.
– Tað er gott, at nógv verður
gjørt fyri at fáa ferðafólk til
Føroya, at hotellini verða fylt,
og at ráðstevnur og tiltøk eru
av ymiskum skal. Eg hugsi
bara um náttúruna. Tað, sum
mær ikki dámar, er, at Visit
Faroe Islands marknaðarførir
Føroyar sum eitt land, har øll
ferðafólk eru vælkomin at
ganga allastaðni uttan nakra
avmarking. Lat okkum bara
fáa nógv ferðafólk til landið,
men so mugu vit eisini hava
onnur tilboð enn gongd í haga.
Hvat við tilboðum á sjónum,
mentanartilboð ella okkurt heilt
annað. Tað er avmarkað, hvussu
nógv náttúran tolir, sigur hann.
Náttúran ikki egnað
til hópferðavinnu
Hann vísir á, at neyðugt er
við burðardygd í føroyskum
náttúruni.
– Eg segði í sjónvarpinum í
januar í fjør, at neyðugt er við
timeout. Tá hugsaði eg einans um
náttúruna. Føroyska náttúran er
ikki egnað til hópferðavinnu. Vit
skulu heldur hava kvalitet enn
kvantitet. Nú fáa vit eitt time
out – lat okkum brúka tað til at
skipa ferðavinnuna í føroysku
náttúruni, sigur hann.
Hann vísir á, at nøkur av best
umtóktu ferðavinnustøðunum í
Føroyum eru í serligum vanda,
at náttúran verður álvarsliga
skadd.
– Tað eru eini 10 til 15 støð, sum
eru serliga útsett. Millum onnur
Enniberg, Kallurin, Eiðiskollur,
Gjógv, Tjørnuvík, Saksun,
Kirkjubøur, Slættarartindur,
Trælanípan, Mykines og Hvann
hagi. Hagin er illa slitin á fleiri
av hesum støðunum, fuglalívið
er hótt og seyðurin fer burtur
av hesum plássum. Náttúran
skal vera burðardygg, og okk
ara eftirkomarar skulu eisini
sleppa at njóta hana. Tað er
ein sólskinssøga, at ferðir út í
Drangarnar í Vágum bara verða
gjørdir tríggjar ferðir um vikuna
og við ferðaleiðara. Tað verjir
náttúruna, sigur Pól Sundskarð.
Krav um ferðaleiðara
Hann heldur eisini, at tað skal
vera eitt krav, at útlendingar
sleppa ikki út í náttúruna uttan
ferðaleiðara, og at tað má stýrast
við harðari hond.
– Ferðafólk skulu ikki fáa at
vita, tá ið tey koma til Føroya, at
neyðugt er at hava ferðaleiðara
við sær, um tey ætla onkran túr
í hagan. Tað skulu tey longu fáa
at vita, tá ið Visit Faroe Islands
marknaðarførir Føroyar úti í
heimi. Her hevur Visit Faroe
Islands verið alt ov ágangandi í
marknaðarføringini, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at hátt
urin, sum Visit Faroe Islands
hevur marknaðarført føroysku
náttúruna, ger, at vandi er fyri, at
útlendskir agentar avrita og selja
sínar egnu ferðir til útlendsk
ferðafólk og taka pening fyri tað,
uttan at føroysku festararnir
og jarðareigararnir fáa nakað
burturúr.
– Lat Jarðir heldur fáa tann
partin, sigur hann.
Viðvíkjandi kravinum um
ferðaleiðara viðgongur hann, at
tað kann vera eitt sindur nógv.
– Eg veit, at kravið um ferða
– Visit Faroe Islands eru alt ov
ágangandi at marknaðarføra
føroysku náttúruna næstan
sum eitt sjálvtøkuborð. Nú
eingi útlendsk ferðafólk koma
til landið í ár, mugu Visit Faroe
Islands og Jarðir gera semju
um, hvussu ferðavinnan í
føroysku náttúruni skal vera í
framtíðini, sigur Pól Sundskarð
VISIT FAROE ISLANDS
ERU ALT OV ÁGANGANDI
Í MARKNAÐARFØRINGINI
Pól Sundskarð saman við ferðafólki í Mykineshólmi
MYND: POL.FO
Tað, sum mær
ikki dámar, er, at
Visit Faroe Islands
marknaðarførir
Føroyar sum
eitt land, har øll
ferðafólk eru
vælkomin at
ganga allastaðni
uttan nakra
avmarking. Lat
okkum bara fáa
nógv ferðafólk
til landið, men so
mugu vit eisini
hava onnur tilboð
enn gongd í haga