Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 11 leiðara er eitt sindur ‘overkill’, men tað er neyðugt at senda greið signal út til ferðafólkið. Onkrar lættari túrar kundu ferða­fólkið tó møguliga sjálvi gingið, sigur hann. Nú ert tú sjálvur ferðaleiðari, og tað er títt livibreyð. Er tað ikki tí, at tú vilt seta krav um, at ferða­leiðari skal vera við? – Eg eri so lítil partur av tí samlaða partinum av ferða­ leiðar­um. Tað er tørvur á nógv­ um ferðaleiðarum. Eg ynski meira, at ognarar og festarar fáa eitt annað bein at standa á, at teir eisini kunnu sleppa at vera ferðaleiðarar, sigur Pól Sund­skarð. Vandamikið í føroysku náttúruni Hann vísir á, at tað er vandamikið at ganga í føroyskum náttúruni, og tí kunnu vit ikki bara lata útlendingar, sum ikki kenna før­oysku veðurviðurskiftini, fara sjálvar út í náttúruna. – Í fjør doyðu tvey ferðafólk í føroysku fjøllunum, og í fyrrárið doyðu tvey. Tað hevur eisini fleiri ferðir verið leitað eftir ferða­fólki í føroysku fjøllunum. Tað er ikki vandaleyst at ferðast her, sigur Pól Sundskarð. Hann vísir á, at fleiri av teim­ um, sum hann hevur verið ferðaleiðari hjá, eisini vísa á vandan við at ferðast í før­ oyskum fjøllunum. – Nógvir av mínum kundum hava ferðast kring allan heim. Fleiri hava verið í meira enn 200 londum og gingið og upplivað náttúruna. Tey hava sagt mær, at nakað av tí, sum er serstakliga vandamikið við at ganga í Før­ oyum, er veðrið, sum kann broytast rættiliga skjótt. Vit siga jú, at vit kunnu uppliva allar fýra árstíðirnar sama dag. Tey biða okkum eisini um at ansa eftir náttúruni og gera avmarkingar, so at hon ikki slítist upp, sigur Pól Sundskarð. Verja náttúruna Klaksvíkingurin, sum elskar at ganga í føroysku náttúruni, hevur nakrar ferðir vent sær til Visit Faroe Islands og heitt á tey um at hugsa um náttúruna í marknaðarføringini og at fáa skipa ferðavinnuna í føroysku náttúruni. – Tey halda møguliga, at eg havi verið í so neiligur. Men eg geri hetta bara, tí eg vil verja før­ oysku náttúruna, samstundis sum eg ynski, at fleiri fáa góðar upplivingar í føroysku náttúruni undir skipaðum viðurskiftum – eisini okkara eftirkomarar, sigur Pól Sundskarð. Jarðareigarar mugu geva seg Hann vísir á, at festarar og eigar­ ar av føroysku høgunum eisini mugu geva seg. – Jarðareigarar mugu eisini geva seg. Tað er týðandi, at teir vilja samstarva og virka gjøgn­ um Jarðir og ikki bara hvør sær. Visit Faroe Islands hevur fleiri ferðir sagt, at tað eru 440 haga­ partar í landinum, og at tað ber ikki til at samráðast við so nógv­ ar partar. Nú er at standa saman sum eitt felag hjá Jarðum, sigur Pól Sundskarð. Sjálvur dámar honum ikki tað, sum onkur bóndi hevur gjørt, at seta portur upp, ella krevja pengar frá ferðafólki, uttan at tey fáa eina tænastu aftur­fyri. – Um fólk skulu rinda fyri at sleppa út í náttúruna, so skulu tey fáa eina tænastu afturfyri. Tað ber ikki til at rinda, og so einki fáa afturfyri, sigur hann. Føroyingar skulu ganga ókeypis Pól Sundskarð heldur, at munur kann gerast á føroyingum og út­ lendingum, tá ið tað ræður um at ganga í føroysku náttúruni. – Føroyingar skulu sjálvandi sleppa at ganga ókeypis í før­ oysku náttúruni. Hetta er okkara land, og sjálvandi skulu vit hava rætt at fara í hagan ella fara upp á ein fjallatind. Men vit skulu eisini fara væl um, og ikki fara í hagan í fjalltíð, harutíð ella á annan hátt órógva. Hann gleðist eisini um, at nógv­ir føroyingar hava verið í før­oysku náttúruni seinastu vikur­nar. – Eg gleðist um, at síðani koro­na kom, hava føroyingar tikið náttúruna til sín. Tað er ein sól­skins­søga. Eg havi ongantíð áður sæð so nógvar føroyingar í fjøllun­um. Tað er sera hugaligt at síggja, sigur Pól Sundskarð. Pól Sundskarð á einum av mongum fjallatoppunum í landinum MYND: POL.FO Tí er tvingandi neyðugt hjá Visit Faroe Islands og Jarðum at gera semju um framtíðar ferðavinnu Ferðafólk skulu ikki fáa at vita, tá ið tey koma til Føroya, at neyðugt er at hava ferðaleiðara við sær, um tey ætla onkran túr í hagan. Tað skulu tey longu fáa at vita, tá ið Visit Faroe Islands marknaðarførir Føroyar úti í heimi