Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 12 FRANTS JENSEN H on afturvísir so­statt ákærunum, ið Pól Sundskarð, ferða­ leiðari, ber fram aðrastaðni í blaðnum í dag, at Visit Faroe Island mark­ naðar­førir føroysku náttúruna næstan sum eitt sjálvtøkuborð. – Tað ræður um eyguni, ið síggja. Vit leggja dent á trygd í marknaðarføringini, og vit vísa eisini á ella tilráða, at ferðafólk hava ferðaleiðara við sær, tá ið tey fara út í føroysku fjøllini, sigur Guðrið Højgaard. Hon vísir eisini á, at einki annað land setir krav um, at ferðafólk skulu ganga við ferða­leiðara, tá ið tey fara út í náttúruna, og tað heldur hon heldur ikki skal vera galdandi í Før­oyum. Burðardygt til nógv fleiri ferðafólk Viðvíkjandi vaksandi talinum av ferðandi, so heldur hon heldur ikki, at tað er ein trupulleiki í Før­oyum. – Av teimum millum 130 og 140.000 ferðafólkunum, sum komu til Føroya í fjør, komu um­leið helvtin við cruiseskipi, ið bara steðga her nakrar fáar tím­ar. Hesi hava ikki tíð at fara í fjøllini at ganga. Tey koyra onkran busstúr til Gjógv, Kirkju­ bøar ella onkra aðrastaðni, ella tey ganga í Havnargøtum. Tey slíta ikki føroyska hagan, sigur Guðrið Højgaard. Tá ið talan er um, hvussu nógv ferðafólk, Føroyar kann taka ímóti, so heldur stjórin í Visit Faroe Islands ikki, at tey hava nátt nakað mark. – Føroyar eru burðar­dyggar til nógv fleiri ferða­fólk, enn vit hava í dag. Vit skulu bara vera dugnaligari til at menna før­ leik­arn­ar og at fáa ferða­fólkið til nógv fleiri støð í landi­num, sig­ur hon. Ferðafólk slíta ikki Hon vísir eisini aftur, at tað eru útlendsk ferðafólk, ið slíta før­ oyska hagan. – Eg vil pástanda, at útlendsku ferðafólkini ikki hava slitið nógv av føroysku høgunum. Onkustaðni er tað vorðið eitt sindur runut. Men tað kunnu eisini vera føroysk ferðafólk, ið slíta. Tað er eisini ein spurningur, hvat slit er. Vit hava eisini sam­ starv við fuglafrøðingar, og tað er næstan einki sum tíðir uppá, at fuglalívið verður oyðilagt av ferða­fólki, sigur hon. Hon vísir eisini á, at Visit Faroe Islands sam­starvar við kom­munur, ferða­manna­skriv­ stov­ur, almennar stovnar og onn­ur, og at atlit eisini verða tikin fyri burðardygd. Ferðavinnukunningin í lagi Viðvíkjandi støðuni, at ferðafólk eru deyð í føroysku náttúruni, harmast hon, men hon heldur ikki, at tey í Visit Faroe Islands kundu gjørt nógv øðrvísi. – Pól Sundskarð ringdi einaferð til mín og segði, at hann hevði hugt nærri eftir teimum døm­unum, har ferðafólk vóru deyð, og hann segði, at einki av teimum dømunum kundi verið um­gingið, tá ið tað ráddi um ferða­vinnukunningina, sigur Guðrið Højgaard. Skatt ferðavinnuna Stjórin í Visit Faroe Islands fegnast um, at festarar og bønd­ ur nú hava skipað seg í felag. – Vit hava tosað við Jarðir nakrar ferðir, og nú bíða vit spent eftir, hvat teir fara at koma við. Teir hava nokk eisini tørv á nakað av tíð at finna út av, hvørjar vørur teir skulu bjóða og selja, sigur Guðrið Højgaard. Hon vísir tó á, at tá ið tað ræður um ferðavinnu, er neyðugt at arbeiða professionelt. – Tað er eitt stórt stig frá bónda­lívi til ferðavinnu. Tað, sum nakrir bøndur og óðals­ menn hava gjørt við­víkj­andi ferðavinnu í Føroyum, hevur tíverri verið til skaða fyri ferða­ vinnuna. Ongastaðni í Norður­ londum kostar tað at ganga eftir skervi og sandi. Men tað kostar tað nú í Saksun. Fólk fáa heldur ikki kvittanir. Tað uppliva tey millum annað á Trælanípuni. Prísstøði er eisini at undrast á. Um fólk skulu rinda, so skulu tey eisini fáa eina tænastu. Hetta hevur tíverri gjørt, at nógv ferðafólk hava fingið eina neiliga mynd av Føroyum, sigur Guðrið Højgaard. Rinda bara 50 krónur í leigu Men hava eigarar og festarar av høgunum ikki loyvi at gera sum teir vilja, yvir tí, sum teir hava ræðis­rætt yvir? – Hatta er eitt størri kjak. Tað er eisini ein stórur spurningur, um ein kann ráða yvir tí, sum ein rindar 50 ella 100 krónur til landið fyri um árið. Eigur ein nakað, ið ein lænir. Tað er øðrvísi við alivinnuni. Har fáa tey ein brúks­rætt, men tað merkir ikki, at onnur ikki eisini sleppa at virka har, sigur Guðrið Højgaard. Hon vísir á, at í flestu av Norður­londunum er al­manna­ rættur galdandi, og hevði hann verið í Føroyum, so hevði støðan verið ein onnur. Hon fegnast um, at Vinnu­ mála­ráðið arbeiðir við at koma til eina loysn viðvíkjandi ferða­ vinnuni og gongd í haga. Sam­ stundis vónar hon, at tey kunnu fáa gott samstarv við Jarðir. – Vit eru spent at hoyra, hvat tey hava at bjóða, sigur Guðrið Høj­gaard. ALS IKKI SAMD – Eg eri als ikki samd. Fleiri bøndur hefta seg við ein setning í einum gomlum faldara, sum Sansir einaferð langtsíðani gav út, har tað stóð nakað um, at tað ber til at ganga allastaðni í Føroyum uttan nakra avmarking. Men soleiðis marknaðarføra vit ikki Føroyar í dag, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands Føroyar eru burðar­dyggar til nógv fleiri ferða­ fólk, enn vit hava í dag. Vit skulu bara vera dugnaligari til at menna før­ leik­arn­ar og at fáa ferða­fólkið til nógv fleiri støð í landi­ num Tað, sum nakrir bøndur og óðals­ menn hava gjørt við­víkjandi ferða­ vinnu í Føroyum, hevur tíverri verið til skaða fyri ferða­ vinnuna