Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 16 HANDILSVINNA - Avmarkingarnar, sum vit hava sett upp í handlinum, hava givið okkum meira samband við viðskiftafólkini, sigur Sri Jacobsen VILMUND JACOBSEN S RI Máling hevur stóran handil í Álakeri í Havn, og her hevur verið opið alla tíðina undir kor­ona- krepp­uni. Men, skipanin í handl­ in­um hevur verið øðrvísi, síðan myndug­leikarnir heittu á allar lands­ins borgarar og vinnulív um at taka atlit og verja seg móti korona-smittu og smittuspjaðing. Tá tú kemur inn í handlin í Ála­keri, sleppur tú ikki nógv longur enn til diskin. Síðan er band spent millum handilsdiskin og málingina, sum stendur niðri í handlinum. Tað merkir, at tann, sum keypir, sigur, hvørji ynskini eru, og síðan kemur tann, sum er í handlinum og hjálpir tær við valinum, um tú ivast. Skal mál­ ingin blandast ella ristast, fer hetta fram niðri í handlinum og niðan fyri bandið. Meira samband Sri Jacobsen sigur, at tær avmark­ ingar, sum eru í handlinum, hava givið teimum meira samband við viðskiftafólkini. - Tey eru nevniliga fleiri, sum steðga á við diskin og geva sær stund­ir til eitt lítið prát, nú tey kort­ini ikki fara oman í handilin. Bíða tey ta løtuna, meðan málingin verð­ur blandað, práta tey. Áður komu fólk niðan úr handlinum við mál­ingini, rindaðu fyri keypið og fóru á dyr. Sri Jacobsen vísir á, at loftið, har eitt nú málarameistarar og við­skiftafólk annars plaga at drekka ein góðan kaffimunn og práta, verður ikki brúkt í hesum tíðum. - So, nú gongur alt tað prát, sum er, fyri seg niðri á gólvinum og beint við diskin, leggur hann aftrat. Ovfarin av søluni Sri Jacobsen letur annars væl at søl­uni, síðan Føroyar annars fóru nið­ur í ferð. - Vit hava selt eina rúgvu av mál­ing hesar vikurnar, og vit hava fram­vegis góða sølu. Tað vísti seg, at stutt eftir, at korona-kreppan tók seg upp, byrjaðu fólk at keypa mál­ing til innandurabrúk. Hetta vóru serliga privatkundar, sum nú vildu hava okkurt at taka sær fyri, meðan tey kortini vóru heima við hús. Men, tað er ikki bara innan­ dura­máling, sum hevur selt hesar vik­urnar. - Tá vit herfyri fingu nakrar frá­líkar fylgjandi dagar við sól, komu fólk eisini at keypa uttan­ dura­máling. Sri Jacobsen dylur ikki fyri, at sølan hesa tíðina av árinum - í mars og apríl - ongantíð áður hev­ ur verið so góð í ár, og hann er púr­ asta ovfarin. - Vit hava havt ein heilan hóp av viðskiftafólki, bæði verandi við­skiftafólkum og nýggjum, inni á gólv­inum. Ringarnir breiða seg Tað vísir seg, heldur hann fyri, at ringarnir bara hava breitt seg í vatninum, soleiðis at skilja, at er onkur farin at mála og hevur sagt, hvaðani málingin er - ja, so eru onnur komin teimum á baki. - Soleiðis hava vit hesar báðar mánaðirnar eisini fingið nógv nýggj viðskifafólk, sum vit ikki hava sæð áður, og tey øll skulu vera hjartaliga vælkomin. Sri Jacobsen vísir á, at tað merk­ist týðiliga, at nógv fólk, sum hava verið heima vegna smittu­vanda - ella tí, at børnini vóru heima - hava brúkt ein part av tíðini til viðlíkahald á egnum bú­staði. - Vit sóu beinanvegin, tá myndug­leikarnir boðaðu frá, at nú fór landið niður í ferð, at fólk byrj­aðu at streyma inn í handilin. Søl­an hevur verið góð, og tað vísir seg, at hon heldur fram at vera góð, so tað er ógvuliga hugaligt, legg­ur hann aftrat. Verjir seg sjálvan At Sri Jacobsen beinanvegin skip­ aði handilshølini í Álakeri øðr­vísi og tryggari við atliti til smittu­ vanda, er ikki løgið. Hann dyl­ ur ikki fyri, at hann sjálvur er í vanda­bólki. - Eg eri nýrasjúkur og havi staðið á bíðilista til nýggj nýru í fimm ár. Sjálvur eri eg í dialysu tríggj­ar ferðir um vikuna. So, eg havi alla orsøk til, at bæði eg sjálv­ ur, míni starvsfólk og viðskifta­ fólk skulu kunna kenna seg trygg í handils­hølunum. Sjálvur hevur Sri Jacobsen hildið reinførið høgt gjøgnum fleiri ár við at vaska og spritta hend­ur, tí hann hevur hildið hetta hava stóran týdning fyri sína egnu heilsu. -Tískil fall tað eisini náttúrligt, at vit skipaðu handilin sum best, nú korona-smitta herjar, og vit øll vilja verja okkum sum best, sigur Sri Jacobsen. SRI Máling hevur góða sølu - Vit hava selt eina rúgvu av máling hesar vikurnar, og vit hava framvegis góða sølu, sigur Sri Jacobsen, sum rekur málingahandil í Álakeri í Havn - Eg eri nýrasjúkur. Tískil havi eg alla orsøk til, at bæði eg sjálvur, míni starvsfólk og viðskiftafólk skulu kenna seg trygg í handilshølunum, sigur Sri Jacobsen