hósdagur 30. apríl 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
17
HANDILSVINNA
Nú eru fólk meira avslappað
- Seinastu tíðina hevur nógv
verið at gera í handlinum, og
vit hava veruliga merkt, at
nógv hava stákast heima við
hús við ymiskari ístandseting,
bæði innan-og uttandura,
sigur Svanhild Vidtfeldt
VILMUND JACOBSEN
Í
handlinum hjá Rólanti
Vidtfeldt á Sandi hava tey
havt opið alla tíðina, síðan
korona-kreppan rakti, og
myndugleikarnir í Føroyum boð
aðu frá, at Føroyar nú fóru niður
í ferð.
- Vit hava havt opið sum van
ligt, men vit, sum starvast í handl
inum, hava arbeitt skiftandi, so
leiðis at allar ikki vórðu raktar,
um onkur skuldi verið óheppin -
endað í sóttarhaldi ella í ringasta
føri fingið sjúkuna.
Svanhild Vidtfeldt sigur, at í
byrjanini av tíðini, tá fyrstu kor
ona-tilburðirnir vórðu staðfestir í
Føroyum, virkaðu fólk meira varin
og ansaðu væl eftir.
- Í fyrstani var kundaskarin
eisini avmarkaður, men sum tíðin
leið, og tað vísti seg, at Føroyar
høvdu tamarhald á støðuni, gjørd
ust fólk meira avslappað.
Handilin á Sandi er lutfalsliga
stórur, og tí hava tey ikki havt
nakað hámark fyri, hvussu nógv
fólk kunnu vera inni á gólvinum
í senn.
- Men, tá fólk onkuntíð hava
havt lyndi til at staðið tættari
enn ráðiligt, hava vit mint tey á
frástøðuna.
Svanhild Vidtfeldt sigur, at
tey sjálvandi hava havt spritt
standandi frammi, eins og tey
hava skerm við diskin. Spritt
hevur annars vanliga verið brúkt
í handlinum langt fyri korona-tíð
ina í Føroyum.
- Vit hava heldur ikki tikið
ímóti reiðum peningi - alt fyri at
minka um smittuvandan, sum nú
altíð er, tá tað er ein handil við
nógvum ymiskum vitjandi, leggur
hon aftrat.
Havt góða sølu
Svanhild Vidtfeldt sigur, at sein
astu tíðina hevur nógv verið at
gera í handlinum, og tey hava
veruliga merkt, at nógv hava sták
ast heima við hús við ymiskari
ístandseting, bæði innan-og uttan
dura.
- Tað er serliga máling, sum
hevur selt væl. Í fyrstuni seldu
vit væl av innanduramáling, og tá
vit so herfyri fingu nakrar frálíkar
dagar við sól, vísti tað seg, at fleiri
eisini keyptu uttanduramáling.
Nú er so spurningurin, heldur
hon fyri, um fólk kanska longu
verða liðug at mála, tá summarið
kemur.
- Hinvegin kunnu vit vóna,
at fólk heldur hava fingið blóð á
tonna til at gera enn meira viðlíka
hald, sum kanska hevur ligið á láni
og tískil fara at halda fram at seta
í stand, tá summarið kemur, sigur
Svanhild Vidtfeldt brosandi.
Hon vísir á, at onnur ting, sum
eitt nú krit til børnini at mála á
betong ella vegir hevur verið út
selt hjá veitaranum, haðani tey
keypa kritini, og so hava tey eisini
selt nakað av leikum, nú so mong
børn hava verið heima seinastu
vikurnar.
- Onkrir prýðislutir eru eisini
seldir, sum fólk hava keypt til
ístandsett rúm í húsunum.
Svanhild Vidtfeldt sigur, at tey
eisini hava upplivað, at einstakar
vørur, sum tey plaga at hava, ikki
fáast frá veitarum uttanlands í
løtuni, og hetta hava tey eitt nú
upplivað við onkrum veitara í
Italia, har korona-kreppan rakti
hart.
Eini øðrvísi páskir
Tað eru tey, sum plaga at siga, at
hevur tú ikki verið á gátt í handl
inum hjá Rólanti Vidtfeldt á Sandi,
hevur tú ikki upplivað alt í Sand
oynni. Um handilin plagar eisini
at vera sagt, at tað, tey ikki hava
í dag, hava tey í morgin. Rólant
Vidtfeldt fer nevniliga ótroyttilig
ur um Skopunarfjørð fleiri ferðir
um vikuna eftir vørum, sum við
skiftafólk spyrja eftir.
Svanhild Vidtfeldt ásannar, at
páskirnar í ár vóru ikki, sum tær
plaga at vera á Sandi.
- Eins og í Føroyum annars,
var eingin konformatión, og her
vóru at kalla eingi ferðafólk, tó
at fleiri, sum búgva inni á megin
landinum, eiga hús her suðuri og
plaga at vitja á páskum. Í ár var
alt øðrvísi. Tað er eingin loyna, at
ein partur av okkara viðskifta
grundarlagi er ferðafólk og fólk,
sum annars koma í oynna at halda
vikuskiftisfrí.
Hon ásannar eisini, at stórur
saknur er í Hotel Skálavík, sum
dró nógv fólk í Sandoynna, og
tað merkist týðiliga, sigur hon, at
hotelvirksemið er hildið uppat.
- Eg vil siga, at tað var nógv
minni lív í Sandoynni í ár, enn
tað annars plagar at vera í páska
frítíðini, sigur Svanhild Vidtfeldt.
Langar bíðirøðir
Tað hevur sum heild gingið væl
hjá Rólanti Vidtfeldt at fingið
fatur á vørum í miðstaðarøkinum,
sum viðskiftafólk keypa um fyri
tøkuna á Sandi, men í onkrum
førum hava bíðirøðirnar í Havn
verið langar. Haraftrat hava onkr
ir handlar, sum samstarvað verð
ur við, verið stongdir, og tá hevur
verið neyðugt hjá Rólanti Vidt
feldt at gjørt avtalur, soleiðis at
hann hevur fingið vørurnar.
- Vit eru nøgd við søluna, sum
hevur verið, síðan korona-krepp
an tók seg upp, og seinastu tíðina
hava vit selt rættiliga væl, sigur
Svanhild Vidtfeldt.
Hjúnini, Svanhild og Rólant Vidtfeldt, tá fyritøkan nøkur ár herfyri hevði ársdag
Tey selja næstan alt og tað, sum handilin ikki hevur, kann í flestu førum skaffast