Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 18 HANDILSVINNA Atlanticpane gjørt nógvar skermar sum smittuverju - Tá handilin bert hevur verið opin seinnapartar seinastu vikurnar, er greitt, at sølan eisini hevur verið minni, enn hon annars hevði havt verið. Nú fara vit fyrst at bíða eftir, hvørji almennu tilmælini verða, sigur Marian Jacobsen hjá Atlanticpane í Kollafirði VILMUND JACOBSEN Í handlinum hjá Atlanticpane í Kollafirði hava tey havt opið niðursetta tíð, síðan Føroyar fóru niður í ferð. Í staðin fyri at lata dyrnar upp klokk­an 08 hvønn morgun, und­ an­tikið leygardag, hevur handilin sein­astu vikurnar verið opin frá klokk­an 13 til 17. Hóast handilin bara hevur verið opin seinnapart, hevur fólk verið til arbeiðis í húsinum allan dagin, bæði í framleiðsluhøllini, har termo­rútarnir verða framleiddir, á rammu­verkstaðnum og á skriv­ stov­uni. - Alt starvsfólkið er deilt upp so­leiðis, at øll hava ikki verið til ar­beiðis í senn. Hvør deild hevur havt sítt uppbýti, soleiðis at starvs­ fólk­ini í best møguligan mun hava verið tryggjaði móti smittu. Und­ an­tikið eitt skrivstovufólk, sum ar­beiðir niðursetta tíð, hevur eing­ in av okkum verið í Als og starvs­ fólkið, sum hevur verið í Als, byrj­ ar aftur á skrivstovuni mána­dag­in sum vanligt. - Vit hava sum so ongar ítrivs­ vørur, men skera og selja ramm­ ur eftir máti. Vit ramma inn fyri viðskiftafólk, og vit gera nýggj­ ar rammur um myndir og máln­ ing­ar. Atlanticpane hevur stóra lam­ineringsmaskinu, sum kann lam­inerað heilt upp í 120x160 senti­metrar. Tá uppgávurnar, vit hava fingið, eru lidnar, senda vit sms út til viðskiftafólk, sum síðan heinta lamineringarnar í handl­in­ um. Marian Jacobsen vísir á, at fólk koma við myndum, kortum og ym­ iskum øðrum hugsandi, sum tey vilja hava í rammu ella laminerað, og í handlinum gera tey alt fyri at ganga ynskjunum á møti. Hon vísir á, at innrammaðu Før­oyakortini, sum Atlanticpane sel­ur, eru nógv eftirspurd, og í handl­inum eru eisini lamineringar við myndum og nøvnum av fug­ um, fiskum, seyði/ seyðaliti, før­ oysk­um stavraði og annað. - Tað er spell, at tey smáu Før­ oyakortini ikki fáast longur, tí tey eru mong, sum spyrja eftir teim­ um, leggur hon aftrat. Nógvir verndarskermar Marian Jacobsen vísir á, at eitt, sum korona-kreppan hevur sett í gongd í framleiðsluhøllini, er gerð av verndarskermum, sum síggjast kring um í føroyskum handlum og fyritøkum. - Vit hava framleitt og selt nógvar slíkar skermar. Við­skifta­ fólk hava vent sær til Atlantic­ pane, tí vit selja glas - og eisini pleksi­ glas. Summi hava hongt skerm­in upp yvir diskinum, og onn­ur hava sett skermin niður í eina smogu í diskinum. Hon vísir á, at tað serliga er fýra millimetur tjúkka pleksiglasið, sum spurt hevur verið eftir, men tey hava eisini gjørt vernd­ar­ skerm­ar við glasi, sum er 3,5 og seks millimetrar. - Vit hava spritt við inn­gongd­ ina, og vit hava týðiliga sæð, at fólk bæði hava sprittað og hildið frástøðu, tá tey koma inn í hand­il­ in. Tað sæst væl, at fólk gera nógv fyri at ansa eftir sær sjálvum, og eg haldi ikki, at vit síggja nakra ser­liga broyting í so máta enn. Fólk eru framvegis ansin og taka at­lit til hvønn annan, tíbetur. Marian Jacobsen fegnast um, at eingin í fyritøkuni - ei heldur í familjunum hjá teimum, sum ar­beiða í fyritøkuni - higartil eru rakt av sóttarhaldi, ei heldur kor­ ona-smittu. - Tá handilin bert hevur verið opin seinnapartar seinastu vik­ur­ nar, er greitt, at sølan eisini hevur verið minni, enn hon annars hevði havt verið, um alt var, sum tað plagdi. Nú fara vit fyrst at bíða eftir, hvørji almennu tilmælini verða, sigur hon. Er bara við hús Sjálv sigur Marian Jacobsen, at hon hesa tíðina, síðan korona- kreppan tók seg upp, bara hevur verið til arbeiðis og síðan heima við hús, har eingin kemur á gátt. - Eg fari líka til handils, tá tørv­ ur er á onkrum, vit ikki eiga inni. Men, eingin vitjar okkum - og vit vitja ongan, soleiðis sum støðan er. Marian Jacobsen heldur, at henda tíðin virkar eitt sindur lang­ drigin og strævin - serliga, tí hon einki sær til familjuna. - Eg sakni familjuna, ommu- og langommubørnini, men tey vilja sjálvsagt verja okkum móti smittu­vanda, leggur hon aftrat. Fyri fáum árum síðan hevði Atlanticpane 45 ár á baki. Ein stórur partur av virk­sem­inum gongur fyri seg í fram­leiðslu­høll­ ini, har fyritøkan hevur fram­ kom­in amboð og maskinur til sítt virk­semi, sum í fyrsta lagi er termo­rútar. Nú korona-kreppan herjar, hevur Atlanticpane í Kollafirði gjørt nógvar skermar úr pleksiglasi til handlar og fyritøkur - Tað sæst væl, at fólk gera nógv fyri at ansa eftir sær. Tey halda frástøðu og taka atlit til hvønn annan, sigur Marian Jacobsen