hósdagur 30. apríl 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
19
HANDILSVINNA
FRANTS JENSEN
T
að eru ikki allar fyri
tøkur, ið uppliva
kreppustøður
og
mugu rópa eftir hjálp
frá tí almenna, fyri at koma
ígjøgnum koronakreppuna.
Nakrar fyritøkur uppliva bein
leiðis vøkstur, og teirra millum
eru matvøruhandlar – í øllum
førum nakrir av teimum.
– Vit upplivdu beinanvegin,
at meira fór ígjøgnum kassa
aparatini. Tað er stórur vøkstur,
men eg vil ikki seta tal á, hvussu
stórur vøksturin er, sigur Bassi
Haraldsen.
Handilsmaðurin í Fuglafirði
eigur saman við fyritøkuni
Poul Hansen helvtina av
Á-handlunum kring landið. Teir
eiga Á-handlarnar í Vestmanna,
Fuglafirði, Glyvrum, Toftum,
á Sundsvegnum í Havn og á
Landavegnum í Havn.
– Vøkstur er í øllum handlun
um, sigur Bassi Haraldsen.
Eru heima – eta heima
Um orsøkina, at teir selja meir
nú, sigur handilsmaðurin:
– Fólk eru meira heima, og
tí eta tey eisini meira heima.
Tær flestu matstovurnar hava
latið aftur, og nógvar kantin
ur á arbeiðsplássum eru eisini
afturlatnar. Til dømis er kantin
an á Glasi latin aftur, og øll hesi
fleiri hundrað fólkini, ið ótu har,
eta nú heima. Tað eru eisini fleiri
ung, sum hava verið í Danmark
ella aðrastaðni og lisið, sum nú
eru komin heim til Føroya, og
tey eta eisini heima, sigur Bassi
Haraldsen.
Hann heldur, at heilsølurnar
síðstu vikurnar hava koyrt minni
vøru út til kantinur, men ístaðin
meira til matvøruhandlarnar.
– Vit hava ikki merkt, at
fleiri fólk koma til handils, men
fólk keypa meir, tá ið tey fara
til handils. Talan er um størri
innkeyp, men ikki so títt inn
keyp, sigur hann.
Arbeitt um næturnar
Tá ið koronakreppan rakti,
máttu matvøruhandlarnir gera
nakrar umleggingar. Tað gjørdu
Á-handlarnir eisini. Millum
annað við at seta skelti upp um
at halda frástøðu, seta spritt
dunkar upp, so starvsfólk og
kundar kunnu spritta hendur,
gera meir við reinføri og við at
seta upp verndarglas við kass
arnar.
Men handlarrnir gjørdu eisini
eina aðra týdningarmikla broyt
ing.
– Vit broyttu arbeiðstíðirnar
beinanvegin, so at nøkur starvs
fólk hava arbeitt um náttina við
at seta vørur upp á hillarnar
ístaðin fyri um dagin. Tað var
millum annað fyri at hava møgu
leikan at halda fjarstøðu um
dagin í handlunum. Vit hava tí
havt niðursetta manning um
dagin og hesi hava tí bara tikið
sær av kundarøkt, sigur Bassi
Haraldsen.
Hann vísir á, at tað hevur
gingið skjótt hjá teimum, sum
hava arbeitt um næturnar, tí tá
eru tey ikki órógvað av øðrum.
Men nú verður skjótt steðgað
við at arbeiða um næturnar.
– Nú letur samfelagið sum
heild meira upp aftur. Onkur
av handlunum er steðgaður at
arbeiða um næturnar og hinir
fara helst at steðga skjótt, sigur
hann.
Vistir – sami
eftirspurningur
Bassi Haraldsen eigur eisini
fyritøkuna Vistir, sum selur
proviant til skip. Har hava tey
hvørki upplivað vøkstur ella
minking.
– Koronasmittan hevur ikki
minkað um eftirspurningurin.
Hann hevur verið tann sami,
sum hann er vanur at vera, sigur
Bassi Haraldsen.
Smittan ikki gjørt
nógv um seg
Koronasmittan hevur ikki rakt
Á-handlarnar meint.
– Eg var sjálvur smittaður
eins og fleiri í familjuni hjá
mær. Vit hava tó bara verið
tvey starvsfólk, ið hava verið
smittað. Onkur hevur tó verið í
sóttarhaldi, tí at tey hava verið
uttanlands, sigur hann.
Keðiligt at økt søla
er vegna korona
Á-handlarnir eru nakrar av heilt
fáum fyritøkum, ið tjena meir
pening, nú í hesi koronatíðini, tá
ið flestu fyritøkurnar tjena nógv
minni og standa sera trupult í tí
fíggjarliga.
– Tað er eitt sindur keðiligt, at
okkara økta søla skal vera vega
koronavirusið, tá ið nógvar fyri
tøkur koyra sera tungt og hava
tað sera trupult av hesum sama
virusinum. Eg hevði ynskt, at
tað eisini gekk væl hjá teimum,
sigur Bassi Haraldsen.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
SØLAN VAKSIN
NÓGV UNDIR
KORONATÍÐINI
– Vit hava upplivað ein stóran
vøkstur í søluni síðani 12. mars,
tá ið koronasmittan gjørdi sína
ávirkan á landið, sigur Bassi
Haraldsen, handilsleiðari og
ein av eigarunum í seks av
Á-handlunum kring landið
Bassi Haraldsen, handilsleiðari og eigari av fleiri Á-handlum kring landið
Tað er eitt sindur
keðiligt, at
okkara økta søla
skal vera vega
koronavirusið, tá
ið nógvar fyritøkur
koyra sera tungt
og hava tað sera
trupult av hesum
sama virusinum