Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 22 ÁRNI GREGERSEN T imburhandlarnir og byggi­búðir­nar hava havt ómeta­liga nógv at gera, síðani korona­ kreppan av álvara tók seg upp í Før­oyum. 12. mars setti landsstýrið ferðina niður í samfelagnum. Nógv fólk vóru send heim – annaðhvørt at arbeiða heimanífrá ella í korona­skipan­ ina hjá ALS. -Vit kunnu staðfesta her hjá okkum, at vit hava havt á leið tríggjar ferðir so nógvar av­greiðslur, sum vanligt, sigur Sjúrður Olsen, stjóri hjá Balsleev. -Tað sæst væl, at fólk hava havt tíð at tikið sær av at gera ymiskt heima hjá sær sjálvum í hes­um døgum. Slíkt sum annars hevur bíðað til summarfrítíðin kemur, sigur hann. Tær fyrstu vikurnar var nógv selt av málinng til inandura brúk. Veðrið var ikki so gott, at málast kundi úti, men sum tíðin gekk, vaks sølan av uttandura mál­ing eisini nógv. Tað vóru dagar í apríl við ómetaliga góðum málingaveðri. -Men annars hava vit lagt til merk­is, at nógv fólk hava keypt tilfar til terrassur og til garðar. Eftir øllum at døma er tað slíkt, sum nógv hava brúkt tíðina til at gera, sigur Sjúrður Olsen. Stóri aktiviteturin hjá privat­ fólk her í vár er óvanligur. -Ja, hetta er slíkt vit vanliga síggja,tá ið summarfrítíðin byrjar. Tá plaga fólk at gera ymiskt heima og tað plaga vit at merkja, sigur Sjúrður Olsen. Nú hugsa tey sum selja um hendan sølan, sum er nú bert kem­ur fyrr í ár enn vanligt. Við øðr­um orðum um minni verður gjørt seinni í summar. -Tað er sjálvandi ómøguligt at siga, men sleppa fólk ikki at ferðast, so rokni eg ikki við tey fara at sita hendur í favni alt summarið, sigur stjórin hjá Bals­lev. Minka eitt vet Byggivinnan hevur framvegis nógv at gera, men kortini minni enn í fjør. Fleiri av teimum størru a­lmennu verkætlanum eru um at vera lidnar – aðrar verða lidnar seinni í ár. -Hetta vistu vit sjálvandi av og tí gjørdu vit okkara fíggjarætlan við tí fyri eyga, sigur Sjúrður Olsen. -Í mun til í fjør – sum var eitt gott ár hjá okkum - so lækkaðu vit fíggjarætlanina fyri í ár við 10 prosentum og tað sær út til higartil at halda, leggur hann afturat. Stór fyritøka Balslev er ein rættuliga stór fyritøka eftir føroyskum viður­ skiftum. 60 fólk arbeiða í fyritøkunni Bygma Balslev, sum heldur til í Hoy­vík. Balslev er timburhandil, sum fyrst og fremst selur tilfar til hand­verkarar og byggifyritøkur, men tey hava eisini sølubúð har kundar kunnu keypa alt til byggivinnuna og til viðlíkahald av húsum, urtagørðum og nógv­ um øðrum. Balslev innflytur nógv. Í løtuni er talan um millum 400 og 600 tons hvørja viku. Roknskapurin fyri 2019 er ikki almennur enn, men úrslitið fyri 2018 var eitt avlop uppá á leið 20 milljónir eftir skatt. INNFLYTA 400-600 INNFLYTA 400-600 TONS AV TONS AV BYGGI­ BYGGI­ TILFARI HVØRJA VIKU TILFARI HVØRJA VIKU Koronakreppan hevur havt tríggjar ferðir so nógvar avgreiðslur við sær hjá Balslev HANDILSVINNA