Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 23 Seinastu tíðina hevur Sjúrður Olsen verið forstjóri hjá Bygma Balslev í Føroyum. Hann tók við, nú tá ið Bent á Lava fór frá sum stjóri og valdi pensjónstilveruna. Men Sjúrður Olsen er hvørki nýggjur í fyritøkuni ella nýggjar sum stjóri. Hann er 55 ár og hevur verið í 25 ár í fyritøkuni. -Upprunaliga ætlaði eg at vera sjómaður. Eg sigldi eisini góð trý ár úti við Herborg hjá Hans Paula Johannesen, sála og seinni við Hoyvíkingi, sigur Sjúður Olsen. -Men eg breyt meg sundur við motorsúkklu og legðist heima. Fyrst arbiddi eg eini 10 ár í Havnar Timburhandli áðrenn eg kom niðan er, fortelur stjórin. Sjúrður Olsen hevur seinastu árini verið stjóri saman við Bent á Lava og Helga Joensen, sum er fíggjarstjóri. Nú er Sjúrður Olsen ovasti leiðarin í fyritøkuni í Føroyum, sum danska fyritøkan Bygma A/S eigur. Bygma Balslev er farið undir at byggja eina risahøll afturat tí, sum tey longu hava í Hoyvík. Talan er um at byggja eina stóra høll til timburgoymslu og annað. Høllin verður bygd aftanfyri timburdeildina, har vanliga nógvar bingjur hava staðið. -Vit gera hetta, so vit fáa alt undir tak, sigur Sjúrður Olsen, stjóri í fyritøkuni. -Umframt at vit fáa alt undir tak, so fer hetta at gera tað lættari viðvíkjandi flutningi og logistikki, leggur hann afturat. Stór høll Talan er um eina risahøll, sum tilsamans verður 3.000 fermetrar. Tað vil siga, at hon er munandi størri í fermetrum enn ein vanlig ítróttarhøll. Tað er Búsetur, sum skal byggja høllina í Hoyvík og júst nú verður tað fyrsta gjørt á staðnum. -Hetta fer at læltta munadi um hjá okkum. Tað verður arbeiðsligari og alt verður undir taki, sigur Sjúrður Olsen, stjóri. HANDILSVINNA Byggja risahøll til goymslu í Hoyvík Balslev er farið í gongd við at byggja høll uppá 3.000 fermetrar til timburgoymsluna í Hoyvík 25 ár á sama arbeiðsplássi Í hesi vikuni eru 25 ár farin, síðani stjórin hjá Bygma Blslev byrjaði at arbeiða fyri fyritøkuna