hósdagur 30. apríl 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
4. partur
E
in slík greinarøð sum
henda fær ofta nýggja
kunning fram. Serligur
dentur hevur verið lagd
ur á at fáa fram persónssøgur
í sambandi við sponsku sjúku.
Nakrar teirra eru í hesum part
inum.
Í 1918 fór Johannes Pauli Poul
sen (1896-1975), vanliga kallaður
Palli í Horni, á Skála, á naviga
tiónsskúla hjá Djurholm á Glyvr
um.
Palli var annars kendur fyri at
vera sterkur maður, men hann
fekk sponsku sjúku og varð
ógvuliga ringur.
Læknahjálp var bara í Havn.
Tískil varð bátur mannaður, og
farið var við Palla til Havnar. Teir
høvdu ein harðan róður.
Palli kom fyri seg aftur, men
hann helt kortini ikki fram í
skúlanum hjá Djurholm.
Men verri gekk hjá Kristian á
Sýnini, sum var ein av manningini
á bátinum. Hann var ein ungur
maður, bara 22 ára gamal. Hann
fekk sponsku sjúku stutt aftaná
hesa ferðina. Hann kann hava
verið smittaður av Palla. Men
hava teir verið á sjúkrahúsinum
við honum, kann Kristian eisini
hava verið smittaður har.
Kristian doyði 9. desember
1918. Hetta var ein av teimum
sorgarleikunum, sum vóru í
sambandi við hesa sótt.
Tað sást eitt sindur til hansara
lagnu í Dimmalætting:
Tann 11.desember 1918 eru hesi
tíðindi:
”En ung Mand paa Glibre er i
Forgaars død af den spanske
Syge”. Annars sæst vist ikki í
bløðunum, at nakar annar er
deyður á Glyvrum av hesi sjúku.
Í sama blaði er henda lýsing;
At vore kære Søn
Christian Jacobsen
døde i gaar
meddeles herved Slægt og Venner
Glibre, den 10. November 1918
Paa Kærestes, Søskendes og egne
vegne
Maren Jacobsen - Jacob F. Jacobsen
Begravelsen foregaar Fredag den
13. November
(Tað er prentvilla, at tað stendur
November. Tað skal vera Des
ember.)
Henda lýsing er í Dimmalætting
18. desember 1918.
Tak
Herved bringer vi en hjertelig
Tak til alle dem, som stod os bi
under vor kære Søn
Kristian Jacobsens
Sygdom. En særlig Tak
til Fysikus Heerup, Læge
Monberg, Sygeplejerske Frk.
Nicodemussen og pastor V.
Nielsen. Tak til alle dem, der
fulgte ham til hans sidste
Hvilested. Tak til dem, der sendte
de smukke Kranse til hans
Baare.
Paa hans Forlovedes, Søskendes
og egne vegne.
Maren og Jacob F. Jacobsen
Læknin Monberg er vist ikki
nógv kendur í Føroyum. Kanska
er hann sendur til Føroya at
hjálpa við sponsku sjúku. Veit
nakar hvør ið sjúkrasystirin,
Frk Nicodemussen, er? Hon er
neyvan av Skálafjørðinum. Tí
kann roknast við, at hon hevur
arbeitt á hospitalinum í Havn, har
Kristian var innlagdur. Pastor V.
Nielsen var presturin á Nesi.
Kristian var komin til giftingar
við Maren Egholm úr Leynum,
Nøkur ár seinni giftist hon við
elsta beiggja hansara, Per á
Sýnini. Tey fingu eitt langt lív
saman og fingu seks børn.
Vanlukkan rakti aftur familj
una í 1943. Beiggi Kristian, Martin,
varð skotin til deyðis av einum
týskum flogfari við Misletoe, sum
sigldi við fiski til Bretlands. Eftir
sótu 13 børn. Tað elsta. Maria,
gjørdist kend, tá ið hon svam
um Nólsoyarfjørð í 1938. Hon var
mamma Ingeborg Vinther.
Annars hevði Kristian eina
stóra ætt, sum er úr Niðaragerði
í Søldarfirði. Maria Jacobsen
hevur í Keraldinum nr. 9 í 2005
ein drúgva grein um ættina, har
hundraðtals nøvn verða nevnd.
Umframt er eitt ótal av teirra
eftirkomarum.
Samtíðarmenn plagdu at tosa
um, at Kristian var deyður av
”lungapest”. Í Tingakrossi í 1918
sást, at lungapest var ein ringur
formur fyri sponsku sjúku, og tað
er hana, hann hevur fingið.
Henda frásøgn skal vera eitt
minni um ein ungan mann við
bjartari framtíð, sum setti lívið í
vága fyri at bjarga øðrum.
Spanska sjúkan í Vági
Tann almenna søgan um sponsku
sjúku er, at hon vardi frá 1918 til
1919 ella 1920. Men í Føroyum
vardi hon longri enn tað. Hon
hevur vist stungið seg upp við
millumbilum.
Tað er ikki fyrr enn í 1922, at
vágbingar merkja nakað serligt
til sponsku sjúku. Blaðið Føroya
tíðindi er ein góð kelda til tað,
sum hendi Suðuroy.
Tann 27.3. 1922 er ein drúgv
grein, sum kallast ”Den spanske
Syge i Vaag”. Vit taka brot úr
henni:
Den spanske Syge har nu i ca.
3 Uger raset i Vaag. Der er nu
ganske faa Huse tilbage, hvor
den ikke har holdt sit indtog. 6
Mennesker er hidtil faldet om
Offer for Sygdommen, heraf 4 i
deres bedste Alder. Der forefindes
enkelte ret Alvorlige Tilfælde i
Bygden endnu. Ude paa Fjorden
ligger der 15 større og mindre
Kuttere alle forhindrede af spansk
Syge fra at kunne paabegynde
Fiskeriet. Alene hos et Rederi har
Eins og undir corona vóru undir
sponsku sjúku fólk, sum settu
seg sjálvan í vága fyri at bjarga
øðrum. Hetta fekk álvarsligar
avleiðingar fyri summi
SIÐSØGA
SPANSKA SJÚKAN:
KRISTIAN LAT SÍTT LÍV
AT BJARGA ØÐRUM LÍVI
Marin og Jákup á Sýnini, foreldrini hjá Kristian.
Jákup Mohr við Misá í Vági
upplivdi sponsku sjúku.