hósdagur 30. apríl 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
25
Komandi partur
Nú 75 ár eru liðin síðan endan á seinna
heimsbardaga verður tikið í hesa søgu. Aftaná
heldur røðin um Kristian Djurhuus fram.
der ligget 60 Mand syge ombord i
Kutterne i 14 Dage. Det er ganske
givet, at man maa regne med, at
saa godt som hele Foraarsfiskeriet
gaar tabt for nævnte Kuttere, thi
selv om Fiskerne i den nærmeste
Fremtid, bliver nogenlunde raske
igen, gaar der lang Tid, før end
disse kan tage fat med samme
Energi som før Sygdommen. Der
skal alt andet end sygelige Folk
til at drive Fiskeri med Kuttere
Vaarturen oppe ved Sydisland.
Den spanske Syge lammede
saaledes Vaag Bygd baade paa
Land og Sø paa en saadan Tid,
at utvivlsomt vil gaa større
økonomiske Værdier tabt.
Endamálið við hesi greinini er
annars at reisa spurningin, um
nógv mikið er gjørt fyri at fora
smittuni at breiða seg, eftir at
hon hevði stungið seg upp í Vest
manna í desember árið fyri.
Sjúkan var annars komin til
Vágs við Beskytteren tann 4.
mars beint eftir føstulávint, tá
ið tað hevði verið dansað óført í
Havn. Tveir menn, sum skuldu við
sluppini Ben Stark, vóru komnir
til Vágs við Beskytteren, teir
høvdu eisini verið í dansi.
Longu tveir dagar seinni
høvdu tey fyrstu fingið sjúkuna,
og aftaná 4 dagar vóru fleiri
hundrað sjúk.
Greinin er undirskrivað x.
Tað man hava verið um hesa
tíðina, at Julia Danielsen gekk í
húsini og hjálpti fólki, sum greitt
frá í 2. parti av hesi røð.
Skip lógu fyri teym
við sjúkum monnum
Poul Andreassen hevur í Vágs
søgu ein stubba um sponsku
sjúku. Jákup Mohr við Misá
greiddi m.a. frá:
Frammanfyri 1922 hevði
spanska sjúka ikki verið á suð
uroyarskipum, norðanfyri hevði
hon gingið eini tvey ár. Men í 1922
kom hon henda vegin. Summir av
skipsmonnunum lógu umborð og
summir í landi.
Bæði Tvøroyri og Vágur var
niðurslaktað fyri fólk. Fólk
ræddust at koma út. Tey flestu
skipini lógu so einar 13 dagar til
3 vikur fyri teym, meðan so gott
sum alt fólkið lá sjúkt í apríl
mánað. Eg var við Johannu tá.
Tá ið vit skuldu fara avstað fyrst
í apríl mánað, gjørdist ein maður
sjúkur. Hesin maður hevði havt
spansku sjúku veturin framm
anundan, og meðan vit lógu
fyri teym, skuldi hann líka sum
kokkast og róði ímillum skip og
land. Vit fóru so avstað. Men tá ið
vit høvdu ligið einar 14 dagar og
fiskað, máttu vit inn á Reykjavík
við honum, tí tá var hann so
ringur.Tá fingu vit at vita, at hann
hevði fingið tyfus.
So var tað ein maður úr Víkar
byrgi, sum var kokkur. Hann
fann upp á at blanda tjøruvatn
at drekka. Allir drukku av hesum
uttan eg og ein annar. Og merki
ligt nokk; eftir at hava verið úti
ein mánað, fullu (bara) vit báðir
fyri sjúkuni.
Tá ið vit so komu heim í mai
mánað, vórðu vit tiknir av skip
inum og norður á sjúkrahúsið á
Tvøroyri. Har lógu vit til út móti
ólavsøku, áðrenn vit gjørdust
fepurfríir aftur.
Um várið tá ið vit fóru avstað
aftur, var eingin lækni komin til
bygdina, men tá vit komu aftur
í mai mánaði, var tann fyrsti
læknin komin. Han æt Bangslev
og búði í kjallaranum hjá Petur
Muller. Hann tók so ímóti fólki.
Eg minnist, at áðrenn vit fóru
til Íslands um várið, var læknin
á Tvøroyri komin umborð hjá
okkum. Hann kom ikki niður
undir men stóð i kappanum við
einum turriklæði fyri munnin. So
rópaði hann niður og segði okk
um, hvussu vit skuldu gera. Tá lá
annar hvør maður og hevði nasa
blóð av spansku sjúku, og fepurin
var nógvur. Roynt var at fáa nógv
av mjólk og eggum umborð. Tað
var eitt ringt summar.
…
Torleif Augusitinusen í Vági hev
ur hoyrt, at skip lógu á fjørðinum
í sóttarhaldi. Og lækni fór við
báti (og masku) á fjørðin at tosa
við skipsmanningarnar - frá bát
inum! Okkurt skip fór til Grøn
lands. Men har gjørdist eitt verri
skil, tí menn løgdust av sponsku
sjúku.
Eitt offur fyri
sponsku sjúku
Tann 27. Marts 1922 skrivaði
Føroyatíðindi:
Dødsfald
Karen Elisa Larsen, der for nylig
døde af spansk Syge i Vaag, var
enke efter den afdøde Lærer
Daniel Larsen (1860-1905) i Tveraa.
Hun boede i Famjin og var paa
Besøg hos en Datter og en Søn,
der er bosiddende i Vaag, da hun
blev angrebet af Sygdommen og
bukkede under for Feberen.
Karen E. Larsen, der tilhørte
den bekendte Lisberg familie i
Famjin, var en dannet og begavet
Kvinde.
Tidligt mistede hun sin Mand
og en Søn, der var Sømand og
døde fjernt fra Hjemmet.
Ved Arv og ved Køb, var hun nu
en af de største Ejendomsbesiddere
i Famjin og boede hos sin ældste
Søn, Per Larsen.
Et arbejdssomt og opofrende
Livsløb fandt ved hendes Død en
tidlig og brat Afslutning.
...
Karen Elisa bleiv bara 55 ára gom
ul. Hon var fastur Jens Oliver
Lisberg, kendur frá søguni um
Merkið.
Vilhelm fekk eina
syrgiliga lagnu
Føroyatíðindi skrivar 20. marts
1922:
En Fisker fra Vaag, (Daniel)Vil
helm Olsen, 18 Aar, er afgaaet
ved Døden af spansk Syge, der
udartede sig til Lungebetændelse.
Han befandt sig ilde ved Afrejsen
fra Hjemmet, men vilde ikke, til
trods for at man fraraadede ham
at rejse, blive siddende hjemme,
naar Kammeraterne tog afsted.
Í Keraldinum nr. 16 í 2015, blaðnum
hjá Fornminnisfelagnum á Glyvr
um er ein frásøgn sum Janus
Mohr hevur frá fastur síni, Onnu
Mohr Mortensen, sum var gift við
Jákup Mortensen av Tvøroyri.
Hon hevði lært til sjúkrasystir og
arbeiddi á sjúkrahúsinum á Tvør
oyri. Hon hevur eina áhugaverda
frásøgn um sponsku sjúku, sum
hon upplivdi hana.
Her greiðir hon eisini frá lagn
uni hjá einum ungum drongi úr
Vági, sum uttan iva er Vilhelm.
Hann var saman við sínum
skipsfeløgum og øðrum fiski
monnum var farin av Vági til
Tvøroyri við bátinum Nellie hjá
Mortensenmonnunum upp á at
fara til fiskiskap.
Skjótt frættist, at fleiri av hes
um fiskimonnum lógu sjúkir um
borð á teimum ymisku skipunum
á fjørðinum.
Læknin fortaldi Onnu, at
støðan var vánalig umborð á
skipunum. Ein av manningini,
Vilhelm, var longu so ringur, at
hann hevði lungabetendilsi. Men
tað var ongastaðni í bygdini, har
tey kundu hýsa dronginum, og
øðrum sum trongdu til tað. Roynt
var at fáa Klubban og húsið hjá
Bláa Krossi, men hetta bar ikki til.
Ein orsøk var, at fólk ræddust so
illa smittuna.
Men Anna hevði loysnina. Hon
var, at tey kundu hýsa nakrar av
hesum sjúklingum. Tey vóru øll í
húsinum longu smittað, so skaðin
gjørdist ikki størri enn tað sama.
Húsini vóru stór, so har kundu
vera 15-16 sjúklingar inni.
Vilhelm kom í land sama kvøld,
og hann var ógvuliga ringur. Nú
ráddi um at fáa onkran vera nátt
arvakt hjá honum. Men áðrenn
tað kom so langt, var hann longu
deyður. Anna segði, at “hann var
ungur deiligur maður”.
Tað kom so bátur úr Vági eftir
líkinum. Seinni fekk Anna eina
mynd av Vilhelm frá pápa hans
ara sum tøkk.
Janus skrivar um Onnu, at
“áræði og hjálpsemi vóru eyðkenni
hennara”. Ommusonurin hennara
greiðir frá, at ein hvalbingur eina
ferð segði við hann vísandi til
hesa tíðina: “Omma tín átti lívið
í mær.”
Anna eigur eisini sín part í
hesi søgu.
Vilhelm átti ein lítlan beiggja,
Poul, sum tá var um 4 ára gamal.
Og hann er enn á lívi, skjótt 102
ára gamal! Foreldrini hjá teimum
vóru Elsebeth Elisa Klyver og
Johan Olaus Olsen, kallaður Láv
us í Toftalíð, úr Porkeri.
Ein bróðursonur, uppkallaður
Vilhelm eftir pápabeiggjanum, var
trúboðari hjá Heimamissiónini.
Hetta var spanska
sjúkan á hesum sinni
Hetta vóru so nakrir stubbar úr
søguni um sponsku sjúku. Fleiri
hava verið beinasom at fáa til
vega kunning, sum ikki hevur
verið kend fyrr. Teimum verður
veitt tøkk fyri beinasemið. Annars
eru fólk framvegis vælkomin at
siga frá, um tey hava ískoyti til
søguna um sponsku sjúku.
Anna Mohr Mortensen bjóðaði sær at hýsa
sjúklingum við sponsku sjúku.
Húsini hjá Onnu og Jákupi á Hvítanesi. Her var húsarúmd
fyri sjúklingar, og her inni doyði tann 18 ára gamli Vilhelm
Vilhelm bleiv bara 18 ár. Men
nú er hann so ikki gloymdur