hósdagur 30. apríl 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
26
HANDILSVINNA
Blómusøla væl
minni enn vanligt
- Eftir givnu umstøðunum hava vit hórað.
Vit eru her, og vit royna. Handilin er opin, og
eingin kemur til stongdar dyr í handilstíðini,
sigur eigarin av blómuhandlinum Akkuleya
VILMUND JACOBSEN
B
lómuhandilin Akkuleya
í Niels Finsensgøtu í
Havn hevur ongantíð
verið stongdur í hesum
korona-tíðum.
- Tvey av starvsfólkunum eru í
ALS samsvarandi galdandi hjálp
arpakka, og síðan hava vit, ið eftir
eru, deilt arbeiðstíðina ímillum
okkum og noyðast viðhvørt at
renna eitt sindur skjótari.
Sølan minkaði
Eyðrit Ejdesgaard, sum eigur og
rekur Akkuleya, sigur, at blómu
handilin hevur, sum vanligt, verið
opin yrkadagar frá klokkan 9-17.30.
- So skjótt, vit fingu fyrstu
korona-tilburðirnir, og landsins
myndugleikar boðaðu frá, at nú
fór samfelagið niður í ferð, kom
steðgur í søluna. Tað hendi eitt
ella annað, og sølan minkaði niður
í lítið og lætt.
Eyðrit Ejdesgaard tekur til, at
tá fólk gerast ótrygg við umstøð
urnar, eru blómur kanska ikki tað
fyrsta, ið fólk hugsa um.
- Tá eru tað meira tey, sum
keypa við hjartanum heldur enn
bara við pengapunginum, sum
hugsa um at taka blómur heim við
til at gleða onkran av sínum kæru.
Hon vísir á, at fleiri handlar
stongdu, og fólk tíma ikki at renna
á stongdar dyr aftur og aftur.
- Men, tá fólk so funnu út av, at
Akkuleya ikki hevði stongt, byrj
aðu vit at síggja nøkur viðskifta
fólk aftur, sigur Eyðrit Ejdesgaard.
Rímiliga stór høli
Hølini hjá Akkuleya eru rímiliga
stór, og tí hevur tað ikki verið nak
ar trupulleiki at havt viðskiftafólk
inni á gólvinum undir tryggum
umstøðum.
- Eg vildi mett, at vit kunnu hava
eini fimm fólk inni á gólvinum í
senn, uttan at fólk nýtast at koma
í smittuvanda.
Eyðrit Ejdesgaard sigur, at søl
an hesar seinastu vikurnar hevur
verið væl minni enn vanligt.
- Eftir givnu umstøðunum hava
vit hórað. Vit eru her, og vit royna.
Handilin er opin, og eingin kemur
til stongdar dyr í handilstíðini,
sigur hon.
Sjálvtøka riggar væl
Nú eru nakrir mánaðir síðan, at
Akkuleya tók í brúk eina sjálv
tøku, sum stendur beint uttan
fyri handilin. Í sjálvtøkuni eru átta
rúm við plássi fyri einum blómu
tyssi í hvørjum rúmi. Her verður
roynt at hava blómur í ymiskum
litum og sløgum, soleiðis at fólk,
sum vilja keypa í sjálvtøkuni, hava
nakað at velja í.
Eyðrit Ejdesgaard sigur, at
blómutyssini kosta ávikavist 350
og 400 krónur, tá 400 krónur eisini
er markið fyri tí, tú kanst keypa,
uttan at sláa kotuna á kortinum
inn.
- Sjálvtøkan gongur ógvuliga
væl, og tað eru viðskiftafólk, sum
fara beint yvir til sjálvtøkuna
heldur enn inn í handilin at keypa,
leggur hon aftrat.
Fakta
Sp/f Akkuleya við Eyðrit
Ejdesgaard byrjaði 1991.
Blómuhandilin læt upp
í Ullvøruhúsinum, men
tá virksemið vaks, varð
neyðugt við størri hølum. Í
2006 varð flutt í núverandi
høli í Niels Finsensgøtu
18. Akkuleya leggur seg
eftir vørum frá bestu
veitarum, sum veita góðsku,
haldbari og nýggjasta
móta innan blómuheimin.
- Handilin er opin, og eingin kemur til stongdar dyr í handilstíðini, sigur Eyðrit Ejdesgaard
Í sjálvtøkuni eru átta rúm við plássi fyri
einum blómutyssi í hvørjum rúmi