hósdagur 30. apríl 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
27
HANDILSVINNA
- Samanlagt er sølan minkað
munandi, og hetta kemst ikki
minst av, at vinnulívið stendur
fyri meira enn helminginum av
okkara umsetningi. Netsølan
er vaksin nakað, og her er talan
mest um tógv, spøl og leikur. Men,
alt hetta dekkar verri enn so ta
afturgongd, sum hevur verið í
søluni annars, sigur Eyðvør Berg
VILMUND JACOBSEN
E
yðvør Berg, handilsleiðari
í Berglon í Runavík og
Klaksvík, sigur, at tey
hava havt opið sum
vanligt í Runavík, men í Klaksvík
hava upplatingartíðirnar verið
nakað skerdar í eina tíð, har tey
seinastu 14 dagarnar hava havt
opið seinnapartar.
- Vit hava eisini skipað arbeiðs
dagin í fyritøkuni øðrvísi fyri at
byrgja upp fyri smittu og smittu
spjaðing, men einki av okkara
starvsfólkum er farið í ALS sam
bært hjálparpakkanum hjá løg
tinginum.
Á lønarlista hjá fyritøkuni eru
umleið 28 fólk, sum svarar til eini
22 ársverk.
Eru í bíðistøðu
Eyðvør Berg vísir á, at eingi starvs
fólk hava verið sjúk, men onkur
hevur verið raktur av sóttarhaldi.
- Vit hava valt at síggja bíðandi
upp á gongdina, men tað er einki
yvir at dylja, at sølan er nógv
minkað, síðan Føroyar fóru niður
í ferð.
Hon sigur, at onkrar uppgávur,
sum skuldu gerast í august, verða
gjørdar nú, og tískil verða onkrar
uppgávur, sum lógu fyri framman,
framskundaðar.
Um søluna, síðan korona-
kreppan tók seg upp, sigur Eyð
vør Berg, at tað gjørdist rættiliga
friðarligt í handunum eftir út
meldingina hjá landsins myndug
leikum.
- Tað kendist, sum um fólk
gjørdust ikki sørt rædd, og í handl
unum gjørdist rættiliga friðarligt.
Men, sum tíðin leið, sóust fleiri og
fleiri fólk aftur inni á gólvinum.
Vit hava alla tíðina merkt, at við
skiftafólk hava hildið fjarstøðu og
hava roynt at tikið tey atlit, sum
mælt hevur verið til.
Eyðvør Berg vísir á, at Berglon
er ikki matvøruhandil, har fólk
bara fylla upp í innkeypsvognin
og gjalda fyri vøruna.
- Í okkara arbeiði skulu vit ofta
vegleiða viðskiftafólk, og nú skal
hetta gerast í frástøðu. Eg haldi,
at okkara viðskiftafólk hava tikið
hetta upp á ein skilagóðan og
positivan máta.
Keypa øðrvísi
Eyðvør Berg sigur, at tær vørur,
sum fólk serliga hava spurt eftir,
síðan kreppan tók seg upp, eru
ikki somu vørur, sum fólk í størri
mun keyptu frammanundan.
- Sølan av arbeiðsklæðum,
jakkum og øðrum slíkum er nógv
minkað, tí fólk hava ikki ordiliga
havt hug at royna klæðini, tey
annars kundu hugsað sær at
keypt.
Hon vísir á, at sølan, sum er
vaksin hesa tíðina, er eitt nú
borðspøl, leikutoy, perlur, tógv og
ymiskt til frítíðarvirksemi annars.
- Tað merkist, at fólk hava verið
heima og í øðrum føri, at foreldur
kanska eru farin í bát ella úr í
náttúruna við børnum. Soleiðis
hava vit eisini selt onkur pør av
gummistivlum og bjargingar
vestum - fyri at nevna nøkur
dømi um ting og lutir, sum fólk
hava keypt.
Sølan nógv minkað
Eyðvør Berg vísir á, at útróðrar
vinnan í økinum, sum sjálvsagt
hevur stóran týdning fyri søluna
hjá Berglon, ikki hevur havt tað
serliga gott hesa seinastu tíðina,
tí fiskaprísirnir hava verið lágir,
og óvissan í framleiðsluliðnum
hevur verið stór.
Men, eins og málingahandlar
hava selt væl av máling til fólk,
sum hava verið heima, hava tey
í Berglon eisini merkt ein øktan
áhuga fyri ymiskum til heimið, eitt
nú við sølu av speglum, hillum og
onkrum smá møblum.
- Taka vit saman um gongdina,
er sølan hesa tíðina minkað mun
andi, og hetta kemst ikki minst
av, at vinnulívið, bæði á sjógvi og
landi, vanliga stendur fyri meira
enn helminginum av okkara um
setningi.
Netsølan er økt
Eyðvør Berg sigur, at tey hava selt
rímiliga væl á netinum hesa tíðina,
og her hevur talan mest verið um
tógv, spøl og leikur, sum verður
sent viðskiftafólki við postinum.
- Men, alt hetta dekkar verri
enn so ta afturgongd, sum hevur
verið í søluni annars, leggur hon
aftrat.
Vit síggja
bíðandi upp
á gongdina
Sølan av klæðum hevur verið
lítil, tí fólk hava líka sum ikki
hug at passa klæðir í løtuni
Sølan av tógvi er vaksin
undir korona-kreppuni
Eyðvør Berg, sum saman við manni sínum,
Rúna Berg, eigur Berglon-fyritøkuna