hósdagur 30. apríl 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
28
Tíðargrein
Sjúrður Skaale
USA skal vera vælkomið
í Føroyum. Men vit mugu
vera greið um endamálið
Tað er ikki fyri okkara skyld, at USA vil hjálpa Føroyum.
Endamálið er at keypa sær ávirkan. Men vit skulu vera
positiv, tí í mun til Kina er talan um góða ávirkan
F
rom now on it's America
first. Only America first.
Hetta vóru høvuðs
boðini frá Donald Trump,
tá hann bleiv settur inn sum
amerikanskur forseti. Og henda
politiska linjan hevur verið fylgd
100%. Aldrin nakar slingur í
valsinum. Tað, sum USA ger, skal
gagna USA beinleiðis.
Tá USA nú hevur boðið Grøn
landi stuðul uppá góðar 80 milli
ónir, so er tað ikki fyri at hjálpa
Grønlandi. Ein stórur partur av
pengunum er markaður til ráð
gevarar í sambandi við útvinning
av virðismiklum málmi í grøn
lendsku undirgrundini. Enda
málið er púra greitt: USA vil hava
ein bita av køkuni.
Hesum er einki løgið í. Kina
hevur í áravís vilja staðið fyri
rakstrinum av teimum námum,
haðani málmurin skal takast. Tað,
sum hevur verið løgið er, hvussu
passivt USA hevur verið - bæði
á hesum øki, og í Arktiska økin
um sum heild. Meðan Kina leingi
hevur havt eina ógvuliga ambiti
øsa strategi um ávirkan í Arktis,
so vendi USA undir Obama blinda
eyga til.
Hetta er nú broytt. Nú styrkir
USA sítt egna arktiska økið í
Alaska, og vil eisini hava ávirkan
aðrastaðni. Millum annað í Grøn
landi - og í Føroyum.
Men USA vil ikki gera sama
mistak sum undir kalda krígnum,
tá tað einasta grønlendingar og
føroyingar sóu til USA var hern
aðarflogfør, radarar, soldatar og
tílíkt. Hetta skapti illvilja móti
USA. Tí vil USA nú eisini nýta "soft
power", og styrkja sambandið
og samstarvið á øðrum økjum.
Soleiðis skal fólkið fáast at taka
undir við amerikansku hjáveruni,
sum hevur meira strategisk, bú
skaparlig og hernaðarlig endamál.
Hetta er orsøkin til, at USA letur
grønlendingum pengar til eitt nú
undirvísing í enskum, og letur upp
eitt amerikanskt konsulat í Nuuk.
USA vil ikki hjálpa grønlend
ingum bara fyri at hjálpa teimum.
It's America first.
Góðvarin ráðharri
Tá USA bjóðar føroyingum hjálp
at berjast móti korona-smittuni,
so er sjálvandi eisini ein egin
áhugi í tí. Endamálið er, at føroy
ingar skulu at sýna komandi
amerikanskari hjáveru á øðrum
økjum vælvild.
Hetta er sólarklárt. Men okk
ara uttanríkisráðharri dugir ikki
at síggja tað. Hann segði við út
varpið, at tað bara snúði seg um
eitt ynski um at hjálpa Føroyum.
So væl dugdi hann at lesa fólk,
segði hann.
Tað kann vera, at Jenis dugir at
lesa fólk. Men hann dugir ikki væl
at lesa tað, hann skal lesa vegna
okkum øll: Altjóða viðurskifti.
Tað sóu vit, tá hann setti Før
oyar í alheims brennidepil við
síni vitleysu fráboðan um, at
vit skuldu hava sendistovu í
Jerusalem. Og tað síggja vit aft
ur nú, tá hann ikki dugir at síggja
tann stóra samanhang, sum
tilboðið um korona-hjálp er part
ur av.
It's America first!
Vælkomið
Sjálvur haldi eg ikki nakað galið
vera í, at USA rættir hondina fram,
sum gjørt verður. Tvørturímóti:
Tað er sera positivt!
Tað eru trý stórveldi, sum nú
kappast um ávirkan í Arktis. Tvey
teirra eru diktatur, sum hava eitt
heilt annað virðisgrundarlag enn
vit: Russland og Kina.
Ta triðja er eitt demokrati.
Vesturheimsins leiðari. Týdning
armesta NATO-landið. Okkara
sameindi. USA.
Tað er nógv, vit kunnu finnast
at USA fyri. Sera nógv. Og mong
halda lítið um verandi leiðsluna í
Washington. Men eitt land og ein
skipan er størri enn ein forseti. Og
skulu vit velja millum USA, Kina
og Russland, so eigur eingin ivi at
vera.
Tað er hetta politiska valið,
sum skal gerast, tá tað snýr seg
um menningina í Arktis.
Tá danska stjórnin steðgaði
kinesisku fíggingini av flogvallum
í Grønlandi og beyð grønlendska
landsstýrinum bílig donsk lán í
staðin, var tað eitt politiskt val.
Stjórnin var bangin fyri, at kin
esiska ávirkanin fór at gerast ov
stór, um Grønland bleiv bundið av
stórum kinesiskum lánum.
Tann óttin kemur ikki av ong
um. Kina hevur fingið nógv at siga
í teimum londum í serliga Afrika
men eisini Europa, har kinesisk lán
hava fíggjað til dømis infrakervið.
Nú hevur Kina eina strategi
fyri, hvussu landið kann fáa ávirk
an í Arktis. Tað er gjøgnum íløgur
í infrakervið. Gjøgnum íløgur í
tøkni. Gjøgnum Huawei.
Tað, sum USA nú er farið undir,
er eitt mótsvar til hesa kinesisku
ætlan.
Vit skulu heilsa svarinum
vælkomnum. Men vit mugu skilja,
hvat tað er fyri spæl, vit eru partur
av. USA vil ikki hjálpa bara fyri at
hjálpa.
Marshall-hjálp
Money is power, sum tann legend
ariski formaðurin í Havnar Ar
beiðsmannafelag, Karl hjá Talis,
plagdi at siga. Og tað er ikki bara
galdandi á føroyska arbeiðs
marknaðinum.
Eftir kríggið gjørdi USA heilt
astronomiskar íløgur í Europa.
Tað nevndist Marshall-ætlanin,
og strategiska endamálið var at
knýta Vestureuropa at sær og
forða fyri, at kommunisman fekk
fótafestið.
Europa var í knasi, USA kom
við pengum - og fekk ávirkan. Tí
betur.
Nú vilja stór og sterk lond gera
íløgur í okkara parti av heiminum.
Tey hava ymisk virði, og við teirra
íløgum fylgir ávirkan. Vit kunnu
ikki velja íløgurnar og velja
ávirkanina frá. Og tað kann ikki
vera ivi um, hvør ávirkan er betri.
Tað fara uttan iva at koma
onnur tilboð frá USA í komandi
árum.
Eg haldi, at vit skulu vera
positiv. Men vit skulu ikki vera
góðvarin.
Statir hava ikki vinir. Statir
hava áhugamál.
– Tað er nógv, vit kunnu finnast at USA fyri. Sera nógv. Og mong halda lítið um
verandi leiðsluna í Washington. Men eitt land og ein skipan er størri enn ein forseti.
Og skulu vit velja millum USA, Kina og Russland, so eigur eingin ivi at vera – valið er
USA, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður (Photo by MANDEL NGAN/AFP)