Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 29 Føroyar - ein tjóð undir krossmerkinum Hendan flaggdagsrøðan varð netvarpað flaggdagskvøld 2020 Svenning av Lofti Góðu landsmenn, tit, ið lurta eftir hesi flaggrøðu í frástøðu í hesi koronatíð, men tó saman í huga og sál. Hjartaliga vælkomin. Fyri 39 árum síðani helt eg fyrstu ferð eina flaggdagsrøðu, sum varð hildin í Kristnastovugarðinum í Keyp­mannahavn. Hetta var hin 25. apríl 1981. Næstu flaggdagsrøðuna helt eg á Vaglinum á Eiði í 1990. Góðu landsmenn! So hetta er á triðja sinni eg haldi flaggrøðu. Fyri tað fyrsta er tað er ikki sjálv­sagt, at vit føroyingar hava okkara egna flagg. Fyri tað annað so er tað heldur ikki so sjálvsagt, at vit kunnu hevja okkara merki og lata tað veittra í einum burturi og heima, sum tað ger í dag við sínum hvíta, bláa og reyða liti. Tí ynski eg at fara eitt sindur aftur í søguna og minna á tað stríð, ið undanfarna ættarliðið hevði fyri at vinna okkum hesi - fyri ok­um - so sjálvsøgdu rættindi: at flagga við okkara egna flaggi á landi og sjógvi. Fyri meg, ið eri javngamal við við­ur­ kenning flaggsins, og sum upplivdi flagg­ dagshald, sum lærarin og vit skúlanæmingar skipaðu fyri mitt í fýratiárunum og úteftir - var flaggið og flaggdagshald nakað sjálvsagt - av teirri einfaldu orsøk, at ein visti ikki um nakað annað enn at hava og síggja føroyska flaggið vundið á stong. Men tann veruleiki, at flagg okkara er bert 80 ára gamalt – ungt samanborið við mong onnur - síðani tað var alment við­ur­ kent - sigur okkum, at øll tey, ið eru oman­ fyri henda aldur, hava upplivað tann stóra há­tíðardagin í Føroya søgu, tá ið Merkið fyri allar fyrstu ferð varð vundið á stong - sum eitt viðurkent flagg. Tað var her í Keypmannahavn, at stud­ ent­ar í 1919 gjørdu tað fyrsta føroyska flaggið, og fyrstu ferð føroyska flaggið veittr­aði undir víðum lofti var, tá ið tað hekk út av einum vindeyga, har føroyskir stud­entar hildu til. Søgan um viðurkenning flaggsins er ein ára­long stríðssøga. Líka frá 1919 til 1940 strídd­ust so mangir av landsmonnum okk­ ara eitt áhaldandi og íðið stríð fyri at vinna flagginum rættindi. Ikki var sjálvsagt at fáa ríkis­myndug­leik­ ar og ganga við til, at vit føroyingar fingu okk­ara egna flagg. Stríðið var mangan hart og nógv stóð á mangan. Men stríðsmenn flaggsins góvust ikki. Teir sóu við gleði og treysti fram til dagin, tá ið føroyska flaggið veittraði á landi og sjógvi javnbjóðis øðrum tjóðum. Í septembur mánað 1939 brast seinni heimsbardagi á, og 9.apríl 1940 varð Dan­ mark hersett av týsku hermegini. Fýra dag­ar seinni vóru Føroyar hersettar av ensku hermegini. Hesar hersetingar gjørdu, at sambandið millum Danmørkina og Føroyar varð slitið hesi fimm árini, meðan heimsbardagin leikaði í. Føroysku skipini, ið sigldu til Bretlands við fiski komu nú í dýrastu neyð av at brúka danska flaggið, og av tí at Danmark var hersett av Týsklandi, vóru skip, ið flaggaðu við donskum flaggi, mett fíggindar at vera móti Bretlandi. Føroyskir skiparar vildu tá sleppa at flagga við føroyskum flaggi, sjálvt um tað ikki var viðurkent, men danski amtmaðurin í Føroyum helt seg ikki hava myndugleika at eftirlíka hesum ynski. Men støðan kravdi eina avgerð. Líka til seinastu løtu var tó ein spurningur um, hvussu flaggi skuldi síggja út. Men mill­ um stríðsmenn flaggsins og føroyingar sum heild var eingin ivi: Krossmerkið við teimum hvítu, bláu og reyðu litunum. Fríggjadagin 24. apríl 2020 skrivar Eirik­ ur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, áhuga­verda grein um ein avgerandi fund, sum var hildin í samband við góðkenning føroyska flaggsins hin 24. apríl 1940: ”Fundur er hjá enska konslinum í Før­ oy­um, Valdemar Lutzen..... Umframt Valde­ mar Lutzen eru eisini nýggi enski kons­ ulin, Frederick Mason, Crowter, bretski herovastin í Føroyum og sjálvur amt­ maðurin Hillebert. Amtmaðurin....góðtók at ganga undir tær treytir, sum her­set­ ing­arveldið setti, at lata kunngera at før­ oyska flaggið, Merkið, skuldi góðkennast og nýtast av føroyskum skipum.” Á hesum fundi varð føroyska flaggið við krossmerkinum, bláu, reyðu og hvítu lit­ un­um, viðurkent sum einasta lógliga flagg føroyinga. Frá hesi løtu flaggaðu øll tey føroysku skip­ini við føroyskum flaggi. 25. apríl 1940 gjørdist soleiðis fyrsti flagg­ dagur Føroya og hevur verið hildin síðani. Dagarnir frá 9. til 25. apríl 1940 vóru spennandi dagar í Føroyum. Nógv virksemi og nógvir fundir vóru hildnir og øðiligt trýst varð lagt á danska í Føroyum at viðkenna føroyska flaggið. Flaggdagin í 1965 helt Petur Háberg flaggrøðuna á Vaglinum í Havn. Í hesi røðu lýsti hann tann spenning, ið var hesar dagar uppundir 25. apríl. Hann segði, at tann eina dagin, meðan samráðingarnar fóru fram við amtmannin, høvdu fólk í hundraðtali stúgvað seg saman uttan fyri amtmannshúsini, og fólk stóð eisini uppi á gørðum har rundanum. Eins og hini Norðanlondini er okkara merki eitt krossmerki. Og tøkk skulu teir menn hava sum ikki vildu bregða burtur frá hinum norðurlendsku brøðratjóðunum, men valdu eisini at hava krossin í flagginum. Tá ið Petur Háberg helt hina flaggrøðuna, sum eg sipaði til íáðni, byrjaði hann røðu sína við at siga: "Tá ið tað spurdist, at eg skuldi halda flagg­røðuna, mundi onkur halda : “So fara vit helst at hoyra eina prædiku" Og Petur legði afturat: Hvat um so var - hvat er meiri nattúrligt - tá ið vit hugsa um kross­in í Merkinum..." Hetta, sum ber boð um at vit eru ein kristin tjóð - ein tjóð undir krossmerkinum. Men ein tjóð sum heild verður ikki undir kross­merkinum, fyrrenn tann einstaki hev­ ur tikið eina persónliga støðu til krossin. Og nú er tað, at eg vil leiða hugsanir okk­ ara til tað, sum fór fram í Miðeystri – uttan fyri Jerusalem - hin dagin fyri meira enn 1900 árum síðani, tá ið Jesus Kristus, Guds sonur, hekk har millum himmal og jørð á einum krossi, har blóð hansara fargaði Miðeysturjørðina reyða har úti á Golgata heyggi. Flaggið í sær sjálvum er einki - men í kraft av tí, tað umboðar, hevur tað týdning. Somuleiðis við krossinum á Golgata, har Jesus hekk. Krossurin í sær sjálvum hevur ongan týdning, men tann, sum hekk á krossinum. Lat tí henda dagin - flaggdagin 2020 - og annars allar flaggdagar - minna okkum á tað stríð, sum okkara fólk mátti striða fyri at vinna okkum flaggið - tað mangan harða og tunga stríð - sum til endan gav sigur. Hetta stríð er tó lítið í mun til tað stríð, sum Jesus Kristus, Sonur Guds, mátti stríða fyri at vinna okkum bjarging frá ævigum deyða. Tað var Ulf Zachariasen, sum í einari flaggrøðu í Havn segði nakað soleiðis: "Fá geva sær far um, at okkara merki er eitt kristið merkið." Kristindómurin verður eyðkendur av krossmerkinum. Men krossurin er eitt deyðans merki. Hin tóma grøvin er lívsins merki. Kristindómurin er lív - er boðskapurin um ein upprisnan harra og frelsara. Men var eingin krossur, var heldur eingin uppreisn. Men nú hava vit bæði ein kross og eina uppreisn..... Latið okkum ansa eftir, at hvørja ferð vit hevja tjóðareyðkenni okkara á stong heima ella í einum fremmandum landi, at tað er reint. Tí tað umboðar Føroyar. Máttu vit umboða okkara himmalska heimland á ein líka reinan hátt. Kæru landsmenn! Takk fyri at tit vildu vera við hesa hátíð­ar­ løtu í dag. Harrin signi tykkum allar og øll tykkara kæru. Jóhan Kallsoy, lærari var ógviliga íðin eftir at læra okkum at syngja teir føroysku sangirnar, sum okkara megnarskøld, ið livdu í seinastu øld, yrktu, t.d. sangin hjá Mikkjali á Ryggi “ Gud, tú sum øllum býður.” Og vil eg taka eitt av versunum burturúr, sum vísir hvørja barlast og førning hin føroyski skaldaheimurin tá gav landsmonnum og unga ættarliðnum: Mannaætt mundi tú læra faðir og móðir at æra “Liva tit so skulu væl, leingi í landinum kæra.” Lati vit tí ikki fara minni so dýr og so sæl! Fegnir lata vit forna málið ljóða, ganga gøtur, fedrar hava slóðað, líta fast á Harrans lyfti góða, fúsir til Hans hermenn okkum bjóða. Somuleiðis vóru vit lærd at fara væl um umhvørvið, um náttúruna, sum er Guds skaparverk, og sum prógvar guddómleika Hansara. Og harvið vóru vit eisini biðin um at gera tað, sum vísmaðurin Salomon kongur festi á blað, tá ið hann eftir langt lív og mikla granskan, heitti á hin unga og segði: “ Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum.” Gud signi mítt føðiland Føroyar.