Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 30 Hey, Jóannes Nielsen – og takk fyri greinina Tí, at skriva, tað dugir tú. Við kendari áskoðan og bersøgnum stíli, gilt kryddað við leysakøstum – tíðum niðast úr tunnuni. Arnstein Niclasen Ikki hissini sveiggj Nakað sum í nevaleiki, táið Tyson reiggjar nevan, ið tíbetur ikki rakar grúkin hjá hinum líka meint hvørja ferð. Eins og tá ein vinur okkara hvessir pennin í mestsum “islamskari” vreiði, um nakar bara andar ímóti onkrum ávísum “profeti” í hansara politiska hugaheimi. Har ið sipini kunnu vera bæði beinrakin, boysin ella bara barnslig, um onkur hættar sær at nevna kend nøvn sum Hoydal, Patursson ella Kirkjubø. Ov treystligt Hetta orðalagið kenst heldur herskin biti at svølgja fyri mong, sum kanska vita betri frá at siga, at hesi avvarðandi - so “fordømdu” – eru eins og onnur medmenniskju “fødd av kvinnu” bæði arbeiðssom og reiðilig hampa­ fólk at samstarva við. Eisini hóast summi teirra kunnu vera be­ fongd við eina til vinstru horvda og loyvda lívsáskoðan. Og sum tey síðani bera fram á torg, kanska merkt av fedranna vali av uppaling ella sum arva-eind - ella beint tað øvuta - í hvøss­um andgletti til fedranna “avoldaðu” heims­mynd. Ávirkan heimanífrá Vit eru øll alsamt undir ávirkan frá ungum av, og ikki minst meðan vitskan so líðandi víðkast (vit vóru 7 systkin), og meðan ein hoyrir gløgga próvførslu - bæði frá væl til høgru og heilt frá vinstru av – so ber tó einum væl til at velja onkra aðra upp­fatan, sum t. d. tað kenda skandinaviska fólka­ ræðið, ið riggar – og helst ikki verri. Bókin “Svik” Nei, eg havi ikki lisið ritverkið “Svik” enn, og títt ummæli gav mær ikki beinleiðis nakað brell. Tað var næstan sum at hyggja í facitt- listan - áðrenn at líkningin skal loysast. Og ikki er bókin stutt heldur. Ein vinur mín plagdi at minna næmingar sínar á tað, sum von Goethe, gamli segði: “In der Beschränkung zeigt sich erst der Meister”. (Tað er í avmarkingini, at tann sanni meistarin finst) og við ábending til kendu yrkingina: “Über allen Gipfeln ist Ruh...”. Á afturgrónar gøtur Nei, eg valdi heldur í hesum corona-kyrr­ indum at fara aftur á afturgrónar skalda­ gøtur við at endurlesa 3-bóka-verkini bæði – hjá Thorkild Hansen um “fordømda nazistin”, Knut Hamsun, (sum Thorkild væntaði sær Nobelprísin fyri; men fekk í staðin alt Noregsland upp á nakkan) og hjá Hanusi Andreasen Kamban um roynda, mál-gylta meginskald okkara, Janus Djurhuus. Hvat er eitt skald? Jú, Søren Kierkegaard svarar: “Et ulykkeligt Menneske, der gjemmer dybe Qvaler i sit Hjerte, men hvis Læber ere dannede saaledes, at idet Sukket og Skriget strømme ud over dem, lyde de som en skjøn Musik”. Í stórum ritverkum umgangast endur­ tøkur ikki. Men tað rós má ein geva Hanusi, skyldmanni, at summar orðingar hansara eru so framúr snøggar, at tær næstan eru “parfumeraðar” (!). Próvførslur Eg ætli ikki at íbirta nakað nýtt religións- kríggj; tað hevur verið ríkiligt av um lond - og ofta á tunnum gleri. Minnist ein so “sannførdan”, sum mitt í 1960’unum í Kjøpinhavn vildi sannføra meg um, at Jesus var tann fyrsti og sannasti komm­unisturin, ið til hevði verið, og hetta tí at tann fyrsta samkoman (Áps. 2) býtti alt javnt ímillum síni eftir tørvi. Men, táið andøvt varð - um at “Tann ein­ sami Galilearin” ikki kundi tøvast niður í nakra mannaskapta, politiska ideologi, við ábending til líknilsið um talentirnar (Matt. 20), ið ikki sørt kennist kapitalistiskt - tá fór viðkomandi heldur hugstoyttur á dyr. Meðan André, bróðir, (1938-2013), ið var hjástaddur (og sum eg støðugt enn sakni sáran - vit lósu í uppvøkstrinum bæði nógv og breitt), hann læt ikki við seg koma - tí at talan var einfalt um - vitan og argumentir. Vitan Tí, álvaratos, Jóannes, hvat veitst tú eitt nú um: “ópasturiseraðan kristindóm úr tí stóra Betesda-júgrinum”? Eitt so herligt puristiskt nýyrði - við politiskum snerti og vanligum føroyskum, rasistiskum undir­ tóna? Tí um tú nú ikki hevur leskað ein dropa úr hesum famøsa “júgri”, er talan tá ikki um enn ein “Tyson-neva” – sum súsar fjart fram við vanganum? Ja, sum minnir um Hans Paula Johanne­ sen (hjá Mortani í Hvannasundi) sum orð­kringur greiddi frá eini hættisligari yvirísing av trolaranum “Fiskanesi” yviri undir ísbrúnni; men táið journalisturin andøvdi ímóti, mælti tann hittinorðaði Hans Pauli: “Tú, sig mær oyn ting: VART tú har? HANS PAULI var har!” Rættarskipan Ætlan mín er als ikki at forsvara nøkur ólíkindi ella lata meg reita upp av hissini orðavavstri. Tí er nakað óreint farið fram har í bank­ an­um, so ber til at kæra (sum Børurin hótti Áar­stovumannin við - at melda til sýslu­ mannin um stuldur!) við heimild í okkara norrønu samfelagsskipan, sum riggar – hóast feilir og føll – um ágangur kennist ein­um ov rangur. J. F. Kjølbro Og Kjølbro, sjálvur, fær í ummæli tínum eitt (privat) “gypp” frá Williami Heinesen. Vit brøður lósu WH á tamb í uppvøkstrinum, stuttsøgur hansara lesi eg enn og javnan hansara yrkingar, ið mangar eru eina vitjan verd­ar. Eitt nú tað kosmiska listaverkið: “Thi natten kommer”. Men eingin eigur tó hinvegin at gloyma, at WH var framúr skemtari, sum hansara keipumyndir væl og neyvt avdúka. Ymist er Summi gifta seg til eina meira høgliga polit­ iska meining - og kanska til eitt starv við. Onnur dáma onkursvegna – sær fjálgt til fyrimunar – at vera í ætt við kenda meg­in íverksetaran Jógvan Kjølbro – sum brúkti alt sítt lív í margfaldum vinnum (og klár­ aði seg væl betur har enn WH o. fl.) – og so knæseta hesi – tó allíkavæl – eitt merki­ ligt, óskilgreinað stikni til alt tað, sum var innasta mál og mið í lívinum hjá J. F. Kjøl­ bro? Langt av landi Men longst av landi skotin ert tú, Jóannes, tá tú loksins metir um “Klaksvíks-sálina” og tann danska læknan Olaf Halvorsen. (Citat): “ ... ið var skipaðar nazistur, og sektaður av tí danska læknafelagnum. Sum ... klaksvíksingar gjørdu manngarð um, tí teir vildu ikki av við hann. Men málið var alt ov lítið til at skaka bæði himmal og jørð! Í dag haldi eg, at tað ber til at siga, at Klaks­ víks­stríðið líka so nógv var ein løg­in pato­ logiskur (t.e. sjúkligur, viðm. an) til­burð­ur, sum eitt fólkaræðisligt krav.” Olaf Halvorsen Jú, Halvorsen stóð sum ein maður við tað, at hann – eins og mong onnur ung tá TÓKU FEIL – og at hann eini 1-2 ár var lim­ ur í Danmarks Nationalsosialistiske Arbejd­ er­parti, DNSAP, men at hann meldaði seg út úr flokkinum – tá betri vitandi – eftir at Dan­mark varð hersett tann 9. apríl 1940! Men eftir krígslok – og uttan skugga av lógligari heimild – gjørdi danska lækna­ felagið seg upp til at spæla dómsvald (við ongum juristi í ráðnum), og har hildu teir m.a. Olaf Halvorsen’sa lív og lagnu upp móti ljósinum. Og hóast at teir einki ákæruvert funnu við atferð Halvorsens – bæði undan og und­ ir krígnum – so “dømdu” teir hann tó til at gjalda SÆR SJÁLVUM fundarpening fyri henda tragi-komiska og heimildarleysa ágangin – íalt: 601 krónu og 50 oyru – fyri teirra sjálvskapta commers! Hevnd Og fyri hesa tápuligu rokning vildi lækna­felagið í blindari hevnisøku totalt oyði­leggja alla evnaligu læknaleið Halv­ ors­ens – og tað fyri lívið. Jú, Halvorsen bleiv koyrdur úr lækna­ felagn­um! Og fekk heldur ikki “grið” sum aðrir – tí hann vildi ikki søkja um náði fyri nakað, ið hann ikki var sekur í – frá hesi teyggj­uni av “Komiska-Ali-dómarum”. Fakta er Tann danski nazi-flokkurin, DNSAP, hevði við krígsbyrjan 5.000 limir, og heilar 20.000 limir á vári í 1943 (men ongan Halvorsen sum lim!) – og hetta meðan helst flestu dan­ ir framvegis – eins og ríkisstjórnin sjálv – hildu við Hitleri. Ja, hesi frøddust støðugt um framgongd Hitlers á hermótunum – heilt fram til tað tók at dragna. Og líka fram til at ein van­ lig­ur fólkahópur reisti seg ímóti tí týska her­setingarvaldinum (og stjórnin legði frá sær) tann 29. august 1943 – ið ikki sørt minti um Læknasstríðið(!). Og við krígslok vóru framvegis umleið 12.000 limir í DNSAP! So har skuldi verið nokk av “nazistum” at rivið í og “dømt” hjá tí sjálvrættvísa læknafelagnum. Men so varð ikki. So ónt var tað Ein markleysur frekleiki varð framdur móti OH – og móti norðuroyingum við. Halv­ orsen vildi vitiliga ikki gjalda fyri henda glantrileik læknafelagsins (og tað hevði hvørki tú, Jóannes, ella eg, heldur gjørt!). Tí – um Halvorsen rindaði hesa rokning – so var afturundirgerðin eyðvitað, og klár sum sólin, fyri alla eftirtíð – : “Ja, men, var har ikki nakað um okkurt – eitt ella annað – ódámligt..!?”. Júst so sum leti- og slatrivættið, Tumm­ as, gjørdi ímóti heiðursmanninum Ketli í sam­bandi við lívlát Lias Berints – í “Feðgar á ferð”. Var málið ov lítið? Meinar tú, veruliga, at málið var ov lítið til at taka í álvara? Ein so ovurhonds lækna­lig seig­píning av norðuroyingum frá teim há­ stóru donsku/føroysku embætis­monn­un­ Viðmerkingar