Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 31 um! Av eini gemeinari læknasetan! Hevur nak­ar vitað so skapt? Og sum førdi til, at trý albrynjað krígs­ skip – við skotklárum, roterandi kanónum – komu siglandi inn eftir vágini tann 1. okt­ ober 1955 – ímóti einari verju- og vápna­leys­ ari føroyskari bygd – fyri 601 krónu og 50 oyru! Sigurð Joensen, adv. Sigurð Joensen, landsrættarsakførari, mælti tí treystliga í tí danska landsrættinum, meðan teir tríggir dómararnir sveittaðu (ja, næstan spik): “Hetta málið sýnir, hvussu nógv læknamál hava at týða fyri fólkið har norðuri, táið faðir og sonur fara avstað um várarnar, tá vilja teir vita við vissu, at KONA og BØRN teirra eru í GÓÐUM hondum! Og EINGIN skuldseting ella prógv av týdn­ingi eru til í vitnisfrágreiðingunum við und­irrættin, sum bara eru førd fram av per­sónum, ið sjálvir eru DJÚPT innvavdir í málið – og BARA FRÁ HINARI SÍÐUNI!”. Sjúkir í høvdinum? Hetta líkist als ikki tær, Jóannes, at halda, at mestsum øll fiski- og arbeiðarafjøldin í Norðuroyum tá á sinni var gagg-gagg ella brekað í “ovastu hædd”? Og at halda hánt um hesar “fæloysingar”, sum í øllum líkindum stútt høvdu klovið Atlantshavið í tvey – meiri enn bæði tú og mangir við mær. Og tak teir, sum á odda gingu: Fischer Heinesen, ið var við, bara 15 ára gamal, táið sluppin “Margretha” – beint fyri eygum teirra – bleiv sprongd í luftina av týskarum langt úti á bankanum, 72 sjómíl úr landi. Men teir løgdust á árarnar og við kós móti føði­landinum. Og skiparar sum Viggo Joensen, Poul Skarð­enni, Poul Jacob Olsen, Richard Jacob­ sen o. fl. a. – allir sjógarpar úr fyrstu skuffu. Erik Niclasen, skipari – var úrmælingur sum fiskimaður – hann sigldi eins og aðrir deyða­sigling til Bretlands í pendulfarti við sløktum lanternum millum minur, torpedoir og skotríð – alt kríggið á tamb. Og tað kostar - Tað kostar mær og tær als einki her at skriva nakrar reglur (sum fá tíma at lesa). Men tílíkum sjómonnum kundi tað koma at kosta - og sum tað gjørdi - við lívláti fyri mang­ar. Tað er so lætt - so lætt - at skriva og galdra um órætt, kollvelting ella deyðasigling – með­an tað nokk ikki var líka so skemtiligt at vera innanborða har millum minur í hav­ ódn á náttarvøku... Av órættum kostaði tað tí evnaríka sjó­ mansskúlastjóranum, hampa- og heiðurs­ manninum, Fischeri Heinsen, óhøviska happing og 8 mánaðir langa og vanæruliga fongsulsrevsing. Poul Kajer Og arbeiðsmanninum Pól Kajer (ja, “fá­tæk­ ur í anda” - hóast eingin hevur nakað at rósa sær av - tí alt hava vit fingið) kostaði tað nógv. Pól bleiv rivin út úr arbeiðsplássi sínum hjá Olafi á Stongum av tveimum stórum politistum. Pól bardist og spraklaði sum eitt ótt, men bleiv brutalt blakaður inn í “Salatfatið” og síðani dømdur at sita 4 mán­ aðir í fongsli. Og fekk ikki ein dag eftir­givn­ an í Landsrættinum heldur. Tí var tað so púra rætt, sum Ove Ras­ mus­sen, hægstarættarsakførari, førdi fram í Eystara Landsrætti: “At Pól ikki hevði án­ ilsi av, hvat ið hann var tikin, ákærdur ella dømd­ur fyri!”. Og fall Holger Louis-Jensen (1910-1955) komm­andørkaptajnur á “Rolf Krake” fyri egnari hond? ( - av skomm?) Hetta kom tá út í orð; men er ongantíð afturvíst. Hans­ ara navn verður ikki nevnt millum komm­ an­dørkaptajnar á “Rolf Krake”. Ein talandi tøgn? Danir sóu tað Hetta ovurhonds ólag sóu danir greitt aft­aná, táið vitið loksins rann at teimum - men tíverri alt ov seint - at teir vaknaðu við kaldan dreym. At á hesi vanlukkuligu sigurs-herferð og sjóslagi sínum, ið teir hildu seg vinna stórt (fyri einaferð skuld), vórðu teir dáðleysir drignir upp á tráð - til spott - av maktsjúkum læknum, ráðleysum løgtingsmonnum og ódugnaligum embætismonnum. Danir fóru tí at díkja land okkara undir í gávum av alskyns slag: “Hásummar í høll, hermenn ríða fram. Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann”. So hetta ovurhonds drama sum skjótast skuldi gloymast og fram­ferðin søguliga fjalast. Við alskyns olmussum, stuðli og pen­ inga­gávum. Við vitjanum av fagurligum sang­kóri, forsætisráðharra-, sjónleikara- og kongs­vitjan við trimum tekkiligum prins­ ess­um í føroyskum búna etc....sum ein vár­føgur overtura til ein samríkis-sælan, atlant­iskan symfoni...! Loksins Hetta seinasta uppáhaldið, ið tú førir fram, er tí ikki eftirfarandi og ov grunt gingið frá av einum so væl skrivandi manni sum tær, Jóannes. Og tað harmar meg, at tú her tykist at taka undir við “teim sigrandi” - sum skriva søguna, sær sjálvum til bata - har ið teirra útlegging av søguni verður breidd út á blik av Fróðskaparsetrinum og studentaskúlum kring landið av “vinum keisarans”. Vit hava fyrr hitst vinaliga á máli, og eg síggi fram til enn eitt nærri prát: “Some sunny day...” - við blíðari heilsu. Minningarorð um Ásu Kiærbech Olsen Fødd 22. februar 1950 – andaðist 11. apríl 2020 Tung vóru boðini, sum bórust páska­ aftan, at okkara fyrrverandi leiðari Ása Kierbech Olsen var farin um sýn. Ása var leiðari á Hvíldarheiminum Naina í 14 ár, frá 2002 til 2016. Áðrenn tað var Ása lærari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í mong ár. Ása var sera góð við Hvíldarheimið og gekk upp í sítt arbeiði við lív og sál. Hon legði sera stóran dent á at skapa góðar, tryggar og heilsufremjandi karmar fyri sjúklingin. “Ro, renlighed og regelmæssighed”, plagdi Ása at taka til, saman við sjúkufyribyrgjandi røkt frá kompetentum starvsfólkum er okkara vørumerki. Eisini sá Ása týdningin av, at Hvíld­ arheimið Naina varð væl hildið, tí ein so gamal bygningur krevur støðugt við­líkahald, sum má gerast við skili, tí pen­ingaliga rásarúmið er ikki stórt. Hon sá somuleiðis stórt virði í at varðveita søguna hjá heiminum, og tí legði hon eisini stóra orku í at fáa bókina “Hvíld­ ar­heimið Naina” skrivaða. Bókin kom út í 2016 á 80 ára føðingardegnum hjá heim­inum. Sum leiðari hevði Ása sín egna stíl. Hon var avgjørd, og vóru ivamál um ym­ isk viðurskifti, tók hon javnan til “tað er bara ein skipari umborð á Polo”. Hennara sjarmerandi verumáti í samskiftinum við bæði læknar og onnur heilsustarvsfólk kom mangan sjúklinginum til góðar. Ása var eisini góð við síni starvsfólk. Hon dugdi væl at skapa góðar karmar og dámdi væl tær sosialu løturnar. Var eitt­hvørt áfatt hjá onkrum starvsfólki, dugdi Ása væl at taka hond um tey og skjótt finna teimum hjálp. Tí soleiðis var Ása sum menniskja - umsorgarfull, bráð av lyndi, ágrýtin, nærløgd og áhugað í lívsins viðurskiftum og øllum tí, sum fór fram í samfelagnum. Ása og Eyðfinn eiga tveir synir, Árna og Kára. Ása gekk høgt upp í sína fam­ ilju og gleddist um, at hon fekk tvær ver­døtur. Í mong ár ynskti hon at blíva omma, og stór var gleðin, tá Arthur og Alisa komu og ríkaðu teirra tilveru. Ommu­leiklutin gleddist Ása um, og var hann eisini ein av orsøkunum til, at hon ynskti at leggja frá sær sum leiðari fyri at njóta sítt otium. Hóast Ása gjørdist sjúk av krabba­ meini fyri 17 árum síðani, so gavst hon ikki at liva. Hon valdi at stríðast og var ein sterk kvinna, sum virðismetti sítt arbeiði, elskaði sína familju og ikki minst síni ommubørn. Ása dámdi væl at ferð­ast og hava upplivingar saman við Eyð­finni og familjuni. Hon gekk høgt uppí havan hjá sær og elskaði blómur. Vit á Hvíldarheiminum Naina hoyrdu mangan Ásu siga, at “je havi verðins besta mann og eisini verðins besta vin”. Góði Eyðfinn við familju, tómrúmið er stórt, nú Ása mátti leggja árarnar inn. Má Guð styrkja tykkum og okkum øll í sorgini og sakninum. Friður veri við minninum um Ásu Kiærbech Olsen Starvsfólkið á Hvíldarheiminum Naina. Tordur J. Niclasen sjeyti So náddi tú, vinur, tey sjeyti ár - nú horvin í tíðarmeldri. Tó stutt kennist ferð síðan lívsins vár, varnast valla at tú gerst eldri. Eins og Nikodemus á miðjari nátt sær leitar á Meistarans fund, hitt sama tú gjørdi - fekk nýtt lív og mátt á umbroytandi midnáttarstund. Útsýnið vítt og eygnabrá bjart at ganga ótráddar gøtur og hevja teg upp um lítisvert skart, men sita við Meistarans føtur. Tú lívsstarv tær valdi at tæna teim, sum dvaldu í lívsins skugga, teim sjúku og eldru, ið kendu mein - hesi tú valdi at ugga. Tú tænti ei bert á heimligu grund, men inni á Grønlands strondum, har mongum veikum tú komst á fund við útbúnum, hjálpandi hondum. Tín hugsan so greið, tíni gløggu orð tær klæddu í almennum kalli, tá ið tú sat við landsstýrisborð og stóð á tingsins røðarapalli. Tú fann tær lívsvív, titt væna sprund norðan av Eiðiskolli, saman við henni siglt lívshav og sund, hevur roynst henni húsbóndin holli. Svenning av Lofti Nøvn