hósdagur 30. apríl 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
32
Viðmerkingar
Deyðsrembingar ella bara bad timing
Hvat bagir lokalpolitakara og royndum journalisti?
Hví skal landslæknaembætið partú yvirtakast
nú? Hvat er galið við lógarkravdum sóttarhaldi?
Hví seta kílar í ráðandi politisku semjuna um
smittuhandfaringina?
Jógvan Edvard Lindenskov
Tá korona rakti okkum, og landið við eitt lat
aftur, var tað næstan hugtakandi at eygleiða
í hvønn mun vit stóðu saman sum ein tjóð.
Tætt var millum tíðindafundirnar. Landsstýri,
heilsu- og løgreglumyndugleikar dugdu væl at
greiða frá støðuni og sissa okkum borgarar,
sum vórðu ræðsluslignir av hesari, fyri okkum
so óvanligu hóttanini, ið kom á okkum uttan
úr heimi.
Tað er eisini soleiðis, tað plagar at vera, tá
eitt land verður hótt uttanífrá: Tá savnast
man, man stendur saman. Samanhald gev
ur styrki. Undir seinna heimsbardaga høvdu
danir “Samlingsregeringen”, osfr. Soleiðis
er vanligur, viðtikin siviliseraður politiskur
atburður. Ósemjur verða lagdar til viks, til
hóttanin er farin framvið.
Tá hesin siður, við eitt, verður brotin, ligg
ur tí okkurt aftanfyri. Ein duld dagsskrá er
onkustaðni.
Hvør er hendan dagsskrá?
Tað er Gunvør Balle, talan er um. Men
fyri at skilja seinasta revaeitur hennara, er
neyðugt við bakgrundsvitan.
Kongamorðið í Havn, des. 2016
Eftir eitt valskeið í løgtinginum – í andstøðu
– varð hetta ov keðiligt fyri henda ráðaríka
fultrúa, og hon stillaði tí upp til býráðsvalið
í dec 2016. Hon varð vald við 500 atkvøðum.
Javnaðarflokkurin hevði tá í fleiri valskeið
fullkomiliga ruddað borið í Havn. Allíkavæl
valdi Javnaðarflokkurin – hóast fleirtal einsa
mallur, skeiðið 2012-2016 – at bjóða øllum
býráðnum í samgongu. Hetta meir óvanliga
stigið gekk nøkurlunda, til Tjóðveldið hoppaði
av í 2014. Tað passaði illa inn í sjálvsmyndina
hjá Tjóðveldinum, at Javnaðarflokkurin var av
tvífalt teirra stødd í sjálvum høvuðsstaðnum.
Tí høvuðsstaðurin er og var einasta borgin
hesin flokkurin hevði og hevur. Kring landið
hevur flokkurin í áratíggju verið ein nullitetur.
Við at hoppa av samgonguni 2012-2016 vónaði
flokkurin at gera eitt ordans comeback til
valið í 2016.
Ein partur av comeback ætlanini var at
stilla ráðaríka fultrúan upp + eina rúgvu av
pedagogum. Høvuðsstaðurin er, hóast alt,
fullur av pedagogum, kaffe-latte drekkarum,
listafólki, jazz-tónleikarum og so baklandinum
hjá fru Balle. Høvuðsstaðurin mátti erobrast,
um ikki annað, tí annað kundi ikki vinnast.
Men AK og SUK. Enn einaferð slerdi tjóð
veldistaktikkurin ikki til. Við valið í des 2016
volaði Javnaðarflokkurin aftur, og varð enn,
sum áður tvífalt so stórur sum Tjóðveldið.
Spurningar um samgongu vórðu tí bert
formalitetir. So skjótt úrslitið var klárt, fóru
bæði Heðin Mortensen og Annika Olsen í
fjølmiðlarnar og boðaðu frá, at samgongan
helt fram. Samarbeiði hevði verið fínt. Havn
arborgarar høvdu talað: teir ynsktu sitandi
samgongu at halda áfram. Men so trein fru
Balle inn á pallin við revaeitri (rævekage) av
søguligum dimensiónum.
Fyri opnum sjónvarpsskíggja sást hon
varliga taka í jakkaermuna hjá Anniku Olsen
og teska sítt eitur. Annika gjørdi stór eygu:
Meinar tú tað? Ja, segði Balle. Seinni á nátt
gjørdist greitt, at frú Balle hevði konstruerað
nógv tað ófólkaligasta og ósiðabundna
kongamorðið í føroyskari søgu yvirhøvur: Hon
hevði detroniserað Kongin. Fru Balle hevði
nevniliga havt eitt hampuliga gott val við 500
atkvøðum, men kongurin, Heðin Mortensen,
fekk 5 ferð so nógv. Og tað skuldi hevnast. Og
har varð ein máti at fáa hevndarkabaluna at
ganga upp. Annika Olsen varð enn einaferð,
á sumri hetta árið, vorðin fintað av Jørgin
Niclasen í stríði um formanssessin í Fólka
flokkinum. Hon stillaði upp sum ein annar
presidentkandidatur til býráðsvalið. Fólka
flokkurin var jú, og er, eins og systurflokkurin,
tjóðveldið, ein “ikki-til-staðar-flokkur” í Havn.
Tað varð hann eisini á valkvøldið: Flokkurin
varð ½ so stórur sum systurflokkurin, tvs. ¼ so
stórur sum javnaðarflokkurin. Presidenturin
snávaði inn um býráðsgáttina við eini 200
atkvøðum.
Men fru Balle konstrueraði eina intrigu:
hon bjóðaði Anniku borgarstjórasessin! Á
skíggjanum sást, at Annika ikki visti um hon
skuldi flenna ella gráta. Hon hevði jú sjálv
kunngjørt, at flokkurin helt áfram í samgongu
við Javnaðarflokkin. Men intrigan hjá Balle
damuni gjørdist politiskur veruleiki. Um
alt landið undraðust fólk. Hvør var hendan
kvinnan, sum í so stóran mun tordi at fara
beint ímóti veljarans vilja?
Hvør var hon, sum fór beint ímóti viljanum
hjá teimum borgarum, hon annars ætlaði sær
at tæna?
Hesi 4 árini, ið síðan eru farin, kenna fólk
eitt sindur meir til fru Balle. Og nú í vikuni
trein hon so aftur inn á pallin við enn einum
púrasta meiningsleysum politiskum átaki.
Meira um hetta seinni.
Viðmerkjari viðmerkjaranna
Øssur Winthereig situr hvønn fríggjadag
fyrrapart og ger viðmerkingar til tær mest
áhugaverdu politisku hendingarnar í vikuni. Í
veruleikanum ein fín sending, sum nógv lurta
eftir. Tó at hann til tíðir, sær sjálvum likt, er
í so hástórur við at fella endaliga dómin, so
bera vit onnur yvir við honum. Hann hevur
nevniliga eisini, eins og omanfyrinevnda
ballerina, eina politiska bakgrundssøgu.
Fyrst í 90 unum ruddaði Javnaðarflokkurin
borðið á løgtingsvali við 10 mandatum. So kom
bankakreppan.Týðandi limir í flokkinum og
fakfelagsleiðarar, sum annars til allar tíðir
fingu stuðul frá Javnaðarflokkinum, stungu
sín egna flokk í ryggin. Saman við onkrum
óroyndum opportunisti. Teir stovnaðu “Verka
mannafylkingina”. Bara floksheitið sigur, hvat
hesin flokkurin ætlaði sær. Javnaðarflokkurin
varð hálverðaður við valið í 1994. Óroyndi
opportunisturin æt Øssur Winthereig.
Hann ætlaði sær á danating, sum umboð
fyri føroyska verkamannin. Sigast skal, at
hann fekk, vist nokk 1500 atkvøður. Men tað
rakk ikki. Til komandi valið í 1998 var fylk
ikngin útruddað. Ikki hoyrdist nógv gleps til
Winthereig. Hann passaði vist sítt borgarliga
starv sum journalist. Men í 2011 ætlaði hann
sær aftur at fáa futt í karrieruna. Hann slapp
upp á listan hjá Tjóðveldisflokkinum. Sigast
skal, at hann fekk 75 atkvøður. Tá havt verður
í huga at 75 føroyingar ikki eita Winthereig,
hevur viðmerkjarin fingið eini 30 “veruligar”
atkvøður. Ikki nógv. Ikki hansara ætlan. Menn
latum okkum geva honum eitt herðaklapp,
“lidt har også ret”.
Mær dámar heilt væl Winthereig sum
journalist og eisini sum hægstarrættardóm
ara yvir viðmerkjarunum. Pláss skal verða
fyri slíkum og sendingin er fín. Lurti altíð eftir
henni. Tá eg eri á havinum, downloadi eg. Eg
eri faktiskt Øssur-fan. Ella var. Tí nú í vikuni
fall hann pladask í ta felluna, hann annars
hvønn fríggjadag ávarar ímóti. Hann gjørdist
sjálvur – aftur – politikari. Sum kunnugt
hevur kjakið gingið um til ber at samtykkja
kravt sóttarhald, ella um hetta framhaldandi
skal verða eitt tilmæli. Javnaðarflokkurin
og Tjóðveldi standa her saman og undrast,
hví sóttarhald, hjá ferðandi til landið, ikki
verður lógarfest sum krav. Landsstýrið hevur
vinnuna at hugsa um, og gongur beint ímóti
heilsufakligu tilráðingunum. Einki nýtt í
hesum og einki undrunarvert.
Men tað sum er kollveltandi, út í tað traum
atiska, løgna er, at Winthereig heldur við teim
borgarligu nú?
Í einum fleri daga kilometralanga trái
á facebook finst viðmerkjarin at Javnað
arflokkinum og Tjóðveldi fyri at vilja gera
Føroyar til politistat. Fólk, sum vilja honum
tað besta, eisini undirritaði, hava við jøvnum
millumbilum givið okkara íkast til tráin. Fyri
at spora um maðurin argar, er dottin útí, ella,
á annan hátt, er illa staddur. Men tað rínur
ikki við. Hann stendur fastur við sítt hesuferð.
Føroyar skulu ikki gerast politistatur. Ein
høgt mettur embætismaður hevði eftir fleiri
royndum at sissa viðmerkjaran hesa við
merking: “Faktisk trúði eg at tú – Øssur – var
hampuliga skilagóður, men eg má nú til at
taka hetta up til nýmetan”. Eg tók bara undir
við hesum manni og gav eisini upp.
Winthereig byrjaði nevnliga tráin við
hesum innleggi: “Áhugavert at Bárður á Steig
Nielsen gongur ímóti politistatinum og ikki
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum halda, at
frísk fólk skulu kunna búrast inni í 14 dagar við
politi í hølinum...(ja og Christian Andreasen).
Ja, hevði ikki væntað, at eg skuldi siga: Takk
løgmaður!”
Eftir at, sum nevnt, næstan allir teir, ið
høvuðsviðmerkjarin hvønn friggjamorgun
fellir dóm yvir, høvdu funnust hvassliga at
idiotiska innlegginum, bleiv Øssur eitt sindur
spakari; “ø eg spurdi bara um tað noyddist at
verða politiið..øh eru tit heilt vísir í at, øh
læknafakliga ráðgevingin mælir til, at øll
verda kannaði á flogvøllinum?” Men tá varð
skaðin langt síðan hendur. Tað nyttaði hóast
alt ikki, at lata sum um hann ikki visti tað, sum
hvørt smábarn í Føroyum hevur kent til síðan
13. mars.
Í skrivandi løtu er mikukvøld. Eg rokni
ikki við at eg sovni, fyrr enn eg havi hoyrt
viðmerkjaran í Pressuni fríggjadagin 1. mai,
kl 1010. Men, kenni eg hann rætt, fer hann at
gera hetta upp til láturs.
Men eg fari ikki at trúgva honum. Har
búði okkurt aftanfyri. Har var, eisini, ein duld
dagsskrá.
Tjóðveldi, klandur, opið
stríð og hopparí
So aftur til Gunvør Balle. Men fyrst, or
sakað, eitt sindur meiri bakgrundssøga. Í
2008 kom fyri ein dag ein sjarmørur av ein
um klaksvíkspedagogi. Hann fekk fleiri 100
tjóðveldiskvinnuatkvøður og dáraði alla
Havnina við síni sjarmu, tónleiki í Perluni
og annars við einum annarleiðis approach
til politik. Tað var beinanvegin heilt týðu
ligt, at maðurin als ikki var politikari í orðs
ins rætta týdningi. Men hann var ein frískur
vindur at fáa inn. Og tað skal ikki altíð so
nógv til at tjóðveldiskvinnur verða bleytar í
knøunum. Men hann narraði; við næsta val,
var hann við eitt, fólkaflokspedagog. Seinast
kappaðist hann við sitandi borgarstjóra um
at verða tann á fólkaflokslistanum, ið kláraði
flest atkvøður upp um 200.
Og so longur aftur í søguna eina løtu. Í
1998 kollvelti Høgni Hoydal føroyskan politik.
Hann hevði saman við Sjúrði Skaale gjørt eitt
megnararbeiði, ið avdúkaði tað, ið lá aftanfyri
“bankakreppuna”. So maðurin var avhildin og,
at síggja til, dugnaligur. Hann ruddaði borðið
við valið. Loysingin lá beint um hornið. Og
farið varð beinanvegin í gongd við at loysa.
Fullveldislandsstýrið endaði tó við at gerast
eitt vónbrot fyri fullveldisfókið. Tað, sum
síðan er broytt ríkisrættarliga, hendi ikki
undir fullveldislandsstýrinum.
Og, á vegnum, er Tjóðveldi, sum nevnt,
útruddað, uttan fyri Ringvegin. Matir menn,
sum Signar á Brúnni, Hergeir Nielsen, Heini
O. Heinesen, sáli, osfr. vórðu beindir av
vegnum. So flokkurin hevur eittans mið;
Tórshavn við sínum pedagogum, tónleikarum,
akademikarum, kaffe latte drekkarum.
Men trupuleikin er, at, ikki eingang hetta
fólkaslagið atkvøður í stórvegis mun fyri
Lista E. Undirritaði arbeiðir nógv sjálvur
sum pedagog, eg elski jazz tónleik, leiklist,
alla list og eg sutli kaffe latte, espresso, you
name it, í spannum. Men eg atkvøði ikki fyri
Tjóðveldi. Ikki tí; hugmyndarliga meti eg meg
liggja tætt uppat flokkinum. Men eg kann
ikki fáa meg til at atkvøða fyri flokki uttan
leiðslu, uttan strategi, uttan dugnalig fólk og
sum enntá finnur uppá, at ganga ímóti egnari
hugmyndarligu støðu. Sorry.
Deyði svanans
Kendasta prima ballerinnan nakrantíð,
Anna Pavlova úr Sankta Pætursborg, dans
aði í 1905 “Deyða Svanans”. Til tónleikin, vit
øll kenna, hjá Camille Saint-Saėns, hugtók
hon beinanvegin. Hon stovnaði fyrsta
balletkompaníið, ið ferðaðist kring heimin
við framførslum. Deyði Svanans gjørdist
hennara signaturballett. Eg elski ballett. Tá
eg nevni ballett her, er tað tí, eg haldi Deyði
Svanans minnir meg um politisku karrieruna
hjá Gunvør Balle. Í byrjanini hugtekur Pavlova
við sínum lokkandi rørslum. Hon fer allan
pallin runt og lokkar. Men skjótt ber hon boð
um, hvat fer at henda; við eitt legst hon niður á
pallgólvið. Ein deyður svani. Men reisist skjótt
og lokkar víðari. Men tann deyði, sum longu
er boðaður, hendir at enda.
Gunvør Balle dansaði inn í løgtingið
fyri Tjóðveldi í 2008 við oman fyri 300 at
kvøðum. Andstøðulívið keddi hana, svanin
hoknaði. Hon reistist aftur og dansaði inn í
býráði. Í 2016 kom so hennara signaturballett:
Kongamorðið.