Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 33 Viðmerkingar Í Tempore Corona gerast vit øll troytt. Um ikki hendan viran úr einum kinesiskum høsnarungaprumpi beinleiðis kann sporast fysiskt, so kann hon seta seg á heilan. Tá kann heilin taka skeivar avgerðir. Eisini mín. Men higartil havi eg megnað at lofta mær. Koronasjúku boð míni fara á msg ella Inst dir – ikki beint út á Facebook. Men hetta hendi hjá okkara ballerinu. Í ein­um totaltkiksaðum ókoreograferaðum ørvits­glepsi legði hon á landslæknan. Hesin megn­armaður, sum annars, saman við egnu heilsufakligu ráðgeving okkara, Pál Magna Weihe og Bjarna á Steig, og (danska) politi­vald­inum, teir fyrstu dagarnar í Tempore Cor­ona, veruliga sissaðu okkum. Vit vórðu øll, serliga um miðjan mars, ræðslusligin, deyða­ræðslusligin. Eg ringdi hvønn morgun uttan úr havi til mammu mína. Bara fyri at vita um hon var á lívi! Tí fari eg restina av lívinum at minnast landslæknan, politi­meist­aran, og teir báðar føroysku lækn­ ar­nar í takksemi. Teir sissaðu meg. Góvu vón. Men so er tað tað, at landslæknin er ikki føroyingur. Hann er dani. Hetta bíliga triksið royndi ballerinnan at brúka í opnum trái á Facebook í vikuni. Hon legði á ein mann, orsakað av hansara etnisiteti. Makan til ófólkaligheit, makan til frek­ leika, makan til vánaligt poitiskt handverk, er higartil ikki sætt. Í veruleikanum mangli eg orð og eiðir at lýsa Gunvør Balle við. Tað er tí eg haldi, at bara Deyði Svanans kann lýsa hana. Hyggið her: https://m.youtube.com/ watch?v=tkFSBkl9mmo&feature. Sigið mær so, um hetta ikki líkist okkara ballerinnu. Gunvør er ein doyggjandi politikari. Hend­an ófólkaligheitin er ikki bara korona­ rel­aterað. Vit eru vitnið til deyðsrembingar. Í tráðnum roynir hon at bakka, sum áð­ur­ nevndi hægstarættardómari, við at leggja Javnaðarflokkin undir ikki at vilja yvirtaka landslæknaembætið í 2016. Gunnvør veit útmerkað, at hetta ikki bar til av løg­frøðis­lig­ um orsøkum. Hon veit útmerkað, at tað ikki var av illvilja frá Javnaðarflokksins síðu, at embætið ikki varð yvirtikið. Allíkavæl loyvir hon sær at lata sum um. Sjálvandi eru nøk­ur nem tjóðveldisoffur við í tráðnum, sum fella pladask inn í hesa ókoreograferaðu ófólka­lig­ heit­ina. Teir fáa nemmu tjóðveldisveljarnir, sum eru eftir, leggja eftir øllum bara tað er danskt. Teir høvdu yvirtikið fanan, um tað bar til. Ein kann spyrja, um Gunvør ætlar sær at hoppa, sum klaksvíkssjarmørurin. Og í veru­ leikanum kann eg illtonkja hana fyri slíkar ætlanir. Men eg eri bangin fyri, at hon kemur til kort. Kann vera, at hon heldur Annika skyldar henni okkurt, vegna nevnda leigumorðið, men eg eri ikki vísur í, at Fólkaflokkurin skoytir um ballerinnuna. Fólkaflokkurin í Havn, í hvussu so er í Tórshavnar Býráði, hevur penar politiskar traditiónir. Poul Michelsen er, í mínari verð, einn tann besti borgarstjórin vit hava havt í Havn. So samanumtikið. Viðmerkjari við­merkj­ aranna loyvdi sær helst, í egnari sjálvs­stór­ mynd bara eitt sindur av frælsi. At tað hann segði var skítbítt, er so hansara problem. Ballerinnan er verri stødd. Hon hevur sett seg í røðina av tjóðveldispolitikkarum, sum fremja kollektivt sjálvmorð. Ikki teirra egna flokki at gagni. Við als ongari virðing Hiðanið úr Tempore Corona til vit síggjast hinumegin, Jógvan Edvard Lindenskov, ballettummælari Nýggj ræðusøga um “afturbering” á skránni. Lusk í lívd av koronakreppuni Bjørn á Heygum Sum tjóvur á nátt og Í lívd av korona­ kreppuni, hevur fíggjarmála­ráðharrin Jørgen Niclasen í eini knappari vending luskað eitt uppskot inn gjøgnum bak­ dyrnar, sum eitur løgtingsmál nr. 130/2019 um eina sokallaða “afturbering” av lønum hjá altjóða flogvinnuni. Hetta mál skal nú skrumblast ígjøgnum - helst saman við kreppupakkunum í samband við koronasmittuna, - og helst soleiðis, at eingin rættuliga fær stundir at umráða seg fyrr enn alt er yvirstaðið, og tað ikki kemst afturumaftur. Jørgen hevur nevniliga verið í lótum fyrr, og veit alt um “yvirrumplingstaktik”. Hann dugir handverkið at taka polit­ isku skipanina á bóli, til lítar. Tak bara so­ kallaða flatskattin og fyritíðarskatting av pensiónum, sum í síni tíð var framd nær­ um í óðum verkum, og uttan, at hinir sam­ gongu­flokkarnir fingu eitt bein til jørðina. Loftingarpolitikkur Tað er sostatt ikki av tilvild at júst henda løt­an er vald til enn eina sniðfundiga stuðulsskipan, sum við sympatisku og væl­meinandi orðingini hjá Olaf Olsen, sum í síni tíð sat sum fiskimálaráðharri, verð­ur kallað “afturbering”, og ikki við síni veruligu røttu meining, nevniliga beinleiðis peninga­studningur úr landskassanum fyri skattaborgarans rokning. Hetta er av sonnum “loftingarpolitikkur”, tá hann er bestur – (orðið eigur Finnbogi Ísaksson). Henda sokallaða loftingarpolitikk hevur føroyska samfelagið roynt áður við kata­strofalum avleiðingum. Hesar “aft­urberingar” til høvuðsvinnuna, sum okkurt ári (1989) komu uppá góða ½ milliard kr., og sum eisini tá skuldu styrkja um nonevnda “kappingarføri”, end­aðu jú við einum “statsbankarot”, sum neyv­an áður hevur sæð sín líka í nøkrum fram­ komn­um samfelag á okkara leiðum. So sunnur og konstruktivur var hes­in respiratorpolitikkur landskassans, at hann endaði við eini fullkomnari nið­ur­bræðing av hesi somu høvuðsvinnu, sum hevði móttikið milliardir og aft­ur milliardir í “afturberingum” frá før­oyska skatta­ borg­aranum, heilt frá tí, at van­lukku­ligi ráfiskagrunnurin bleiv stovn­aður í 1975, til alt fór fyri bakka í stóra skrædlinum í 1992. Bara árini 1986 – og til endan á kreppuni vóru 3,1 milliard rætt og slætt blakaðar á blóman í “afturbering” til fiskivinnina - og ikki at forgloyma veðhaldsútgjøldini, sum bara í 1992 – 1993 vóru heilar 2,6 mia kr. Javnvágin í vinnuni verður skeiklað Politiska minnið er stutt, og somu mistøk hava lyndi til at endurtaka seg ferð eftir ferð, bara við nøkrum ára millumbili. Her verður so settur skjøtil á ein nýggj­ an loftingarpolitikk, og sum ikki einaferð við “borgarliga” fólkaflokkinum á odda. Við slíkum inntrivum har bæði kapp­ ingarføri og javnvágin í vinnuni tilvitað verður skeiklað til fyrimuns fyri ávísar bólkar og útvaldar persónar, er nú ætlanin hjá politiska valdinum enn einaferð at seta marknaðarbúskaparligu lógirnar úr gildi í Føroyum. “Afturbering” grundað á kapping úr lágskattalondum Hvørji eru so hesuferð undanførslurnar fyri at senda skattgjaldaranum hesa eyka­ rokning fyri at leska eina ávísan part av eini vinnugrein við almennum peningi fram um aðrar, kundi hóskandi verið spurt? Jú, Jørgen Niclasen, hevur so sanniliga nakr­ar sera góðar grundgevingar fyri hes­ um í sínum viðmerkingunum til lógar­upp­ skotið – heldur hann sjálvur! Hann nevnir t.d, at onnur feløg inn­ an flogvinnuna fáa sær heimstað í lág­ skatta­londum, so sum Írlandi, fyri harvið at minka um sínar útreiðslur og økja um sítt kapp­ingarføri. Fyri at kunna standa seg mótvegis hesi kapping metur hann alneyðugt, at flog­ feløg skrásett í Føroyum ístaðin fyri at fáa sær eitt skattaskjól, nú fáa ein varandi studning úr landskassanum, svarandi til eina “afturbering” av lønarútreiðslunum uppá 35%, umroknað til ca. 12. mio. kr. und­ ir núverandi fortreytum, tá tað í løtuni av góðum grundum bert snýr seg um At­lants­ flog. Jørgen ætlar sær sostatt at fara í holt við eina nýggja og broytta kapping við stóru útlendsku flogfeløgini, - ein kapping, sum eftir øllum at døma í siðsta enda skal av­gerðast við landskassastudningi! Uppskotið illa undirbygt Onki verður sagt um ítøkiligu lágskatta- fyrimunirnar fyri hesar duldu kapp­ing­ ar­neytarnar hjá Atlantsflog, sum okkum vit­andi bara er SAS í løtuni. Enn minni er uppskotið undirbygt við nøkr­um haldgóðum útrokningum, sum kunnu rættvísgera ein slíkan studning út landskassanum mótvegis hesum “post­ul­ eraðu” lágskatta-fyrimunum hjá kapp­ing­ ar­neytunum. Sum ikki einaferð er talan um meira ella minni sveimandi og ullintar grund­ gevingar, sum tilvitað ikki mugu gerast meira ítøkiligar enn hægst neyðugt, tá vandi annars er fyri at sjálvt fundamentið undir uppskotinum fer at ridla. Skaðiliga og avskeplandi ávirkanin á vinnuna Eitt annað fyribrigdi av hesum uppskotið, sum als ikki verður umrøtt, er skaðiliga og avskeplandi ávirkanin, sum ein hvønn almenn stuðulsskipan, beinleiðis sum óbeinleiðis, hevur á føroyska vinnulívið sum heild. Beinleiðis og óbeinleiðis studningur til eina vinnugrein fram um aðra, tað verið seg afturberingar, skattafrádráttir, gávir frá tí almenna í form av kunstiga lágum prís­um fyri vørur ella rættindi, eru politisk inntriv, sum uttan undantak skeikla markn­aðin og elva til ójavna kapping. Tá tað á henda hátt bert verður ein spurningur um hvør hevur bestu polit­ isku sømdirnar, sum avgera, hvør stend­ ur seg best í kappingini og hevur størstu yvirskotini, og als ikki hvør “bara” er dugna­ligur, ágrýtin og arbeiðsamur, er vandi fyri, at hesar fyritøkur, sum fáa sokallaðu “sømdargávurnar” frá tí al­ menna, sum frá liður fara at eta seg inn á rest­ina av vinnulívinum, og í síðsta enda yvir­taka tað heila. Hetta er ivaleyst tað størsta vandamálið við studningskipanini hjá Jørgen. Atlantsflog er nevniliga ikki bara í kapp­ing við útlendsk feløg. Atlantsflog selur ferðaseðlar og rekur ferðavinnu innanlendis í Føroyum í kapping við aðrar. Atlantsflog er nú eisini farið í holt við at reka hotelvinnu, og onki er í vegin fyri, at Atlantsflog fer undir annað virksemi innan ferðavinnuna, so sum at leiga út bilar, skipa fyri útferðum v.m. Tað er eyðsæð, at við landskassanum í rygginum og munandi lægri lønar­út­ reiðsl­um enn kappingarneytarnir, svar­ andi til 12 mio. um árið, 120 mio. yvir 10 ár, og knappa fjórðingsmilliard yvir 20 ár, so kann Atlantsflog altíð undirbjóða allar aðrar í vinnuni, og seta teir skák mát, líka­ mikið um talan er um ferðaseðlar, gisting, leigu­bilar, útferðir v.m. Hetta er ikki bara skaðiligt, men bein­ leiðis undirgravandi fyri alla okkara ferða­vinnu, sum ikki hevur ein livandi møgu­leika at standa seg í kappingini móti studn­ingsbornu fyritøkunum. Er nakar glotti at hóma? Men hvat gera politisku flokkarnir tá eitt slíkt marknaðarfíggjandligt uppskot frá Fólkaflokkinum sær dagsins ljós. Tað illa nokk kvøttur í samgongulimum. Tað er jú alkent, at teir allar flestu fyri langari tíð síðani eru endaðir í fólka­ floks­leypinum. Onkur lítil ljósglotti er tó viðhvørt at hóma í Sambandsflokkinum, har gomlu búskaparliberalu hugsjónirnar ikki enn tykjast heilt og fullkomuliga køvdar. Jóhan Dahl, sum er ein av teimum heilt fáu, sum enn tora at tala Róma ímóti, hevur so hóast alt tikið síni fyrivarni, og formaðurin í fíggjarnevndini, Magnus Ras­mussen, er so ikki enn bankaður upp á pláss av Fólkaflokkinum. Tað er so bert at vóna fyri alla gistingar-, restauratións og ferðavinnu í Føroyum at hetta vinnufíggindaliga uppskot hjá Jørgen Niclasen um at skeikla kappingina til fyrimuns fyri ávíst útvalt felag, ikki vinnur frama, - tí eitt vita vit við vissu, - skal henda vinna í holt við at kappast móti sjálvum landskassanum, so bíður henni ikki bøtur!