hósdagur 30. apríl 2020síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
34
Regin W. Dalsgaard, sum telist millum tey fremstu í
føroyska íverksetaraumhvørvinum, er í løtuni í ferð
við at menna í UV reinsara, ið skal gera tað lættari
hjá stovnum og øðrum at sóttreinsa ymiskar lutir,
sum millum annað kunnu smitta við koronavirus.
Viola, sum UV reinsarin eitur, hevur nógvar
menningarmøguleikar, heldur Regin W. Dalsgaard
STEINAR PATURSSON
Í
hølunum hjá Inova á Hoy
víksvegnum hevur Regin W.
Dalsgaard seinastu tíðina
arbeitt við at framleiða ein
UV reinsara, ið skal gera tað lætt
ari at halda gott reinføri í hesum
koronatíðum.
Tankin hjá Regini Dalsgaard er
at nýta UV perur - ultraviolett ljós
- í einum skápi, har millum annað
leikur og aðrir lutir kunnu leggjast
á hillar. UV ljósið lýsir frá øllum
síðum í skápinum, soleiðis at all
ar flatur á øllum lutunum verða
lýstar, og allar bakteriur - og vira
- verða dripin.
UV reinsarin hevur fingið
navnið Viola. Viola er sjálvandi
ein tilsiping til ultraviolettu strál
urnar, ið reinsarin brúkar, men
harumframt spældi Regin Dals
gaard eisini violu hjá Nikolaos
Kapnas, tá hann var yngri, og
Nikolaus Kapnas var ein sera
uppfinsamur maður, sigur Regin
Dalsgaard, ið sostatt eisini heiðrar
Nikolaosi Kapnas á hendan hátt.
Endamálið við Viola er sostatt
at gera tað lættari at halda lutir
reinar fyri bakterium og øðrum
smittandi, og sleppast skal frá at
vaska og skrubba hvønn einstakan
lut - eitt tíðarkrevjandi arbeiði.
– Hetta er ein lættur máti at
halda gott reinføri. Tað skal vera
so lætt, at dugir tú at seta eina
plátu av smákakum inn í ein ovn,
so dugir tú eisini at brúka Violu,
sigur Regin Dalsgaard um nýggja
UV reinsaran.
Gomul tøkni, nýggjur
brúksháttur
At nýta UV tøkni at desinfisera
lutir er ikki nakað nýtt hugskot,
og uppi í Inova stendur eisini ein
UV reinsari. Tað var eisini hesin
UV reinsarin, ið var upprunin til
hugskotið hjá Regini W. Dalsgaard.
Regin Dalsgaard hevur seinastu
árini starvast í SMS, men segði seg
úr starvi til 1. mei fyri at fara undir
íverksetaravirksemi aftur. Regin
Dalsgaard hevur bakgrund sum
íverksetari, og hann settist tí at
menna ymisk hugskot, sum hann
hevði.
Nú í seinastuni eru fleiri dag
stovnar í stóran mun farnir at
fylgja donskum tilmælum, ið
siga, at leikur skulu vaskast ann
an hvønn tíma orsakað av korona
smittuni, og av tí sama vórðu
nógvar leikur goymdar burtur, tí
tað gjørdist ov møðsamt at vaska
leikurnar í heilum. Regin Dals
gaard hevur sjálvur tvey børn á
stovni, og tí kom hann í tankar um
UV reinsaran, ið stendur á labora
toriinum hjá Inova.
Inova nýtir UV reinsara at
desinfisera amboð og annað, ið
verður nýtt á laboratoriinum.
Talan er kortini um eina stóra
industrimaskinu, ið kostar yvir
100.000 krónur.
Grundtankin hjá Regini Dals
gaard var, at tað, ið stóra industri
maskinan ger, eigur eisini at lata
seg gera í einum minni og avmark
aðum formati.
– Tað er upplagt at brúka UV
tøknina til leikur. Leikur er ein av
stóru smittuspjaðarunum, tí at
tú nertir við leikur, og oftast eru
fleiri børn, ið nerta við somu leik
ur. Samstundis er tað eitt stríð at
vaska leikurnar, tí tú skalt inn at
vaska allar flaturnar á leikunum,
og tað tekur sjálvandi tíð, sigur
Regin Dalsgaard og leggur aftrat,
at føroysku barnagarðarnir vórðu
noyddir at goyma leikurnar burtur
av tí sama.
– Viola skal virka upp á nakrar
fáar minuttir. Tað vil siga, at tú
leggur leikurnir inn í Violu, og
nakrar minuttir seinni kanst
tú taka tær út aftur, og tær eru
reinar, sigur Regin W. Dalsgaard.
Í sambandi við at menna
Violu hevur Regin Dalsgaard
granskað í brúkinum av UV ljósi,
og í tí sambandi kom hann fram
á granskingina hjá Niels Finsen.
Niels Finsen, sum varð føddur
og uppvaksin í Føroyum fekk sum
kunnugt heiðursløn Nobel's í
medisini í 1903 fyri arbeiðið sítt við
UV stráling móti tuberklum, um
framt at hann sjálvur framleiddi
UV tól til stráling.
– Tað er rættiliga fantastiskt, at
100 ára gomul tøkni nú kann tak
ast fram aftur og nýtast í einum
øðrum samanhangi, sigur Regin
Dalsgaard.
Nomatek framleiðir
prototypu
Á laboratoriinum hjá Inova hev
ur Regin Dalsgaard eitt svart skáp
við ljósum og hillum, og í kass
anum liggja alskyns leikur. Hetta
er kortini ikki prototypan, men
eitt modell, ið skal vísa konseptið
handan Violu. Veruliga proto
typan er í løtuni í ger uppi í Noma
tek og skal eftir ætlan standa klár
um tríggjar vikur.
– Tað vísti seg, at Nomatek hev
ur nógvar royndir innan at gera
vatnverk. Jákup Magnussen, sum
byrjaði Nomatek og sum er sivil
verkfrøðingur, hevur síðan 1998
arbeitt við at gera vatnverk, har
UV strálur verða brúktar. Tí helt
hann, at tað var spennandi at ar
beiða við hesum til aðra nýtslu,
sigur Regin Dalsgaard.
So skjótt prototypan stendur
klár, fer framleiðslan av Violu í
gongd, og um fimm vikur ætlar
Regin Dalsgaard at tíggju violur
skulu út á tíggju dagstovnar í
Tórshavnar kommunu.
– Eg setti meg í samband við
Tórshavnar kommunu fyrst, og
kommunan var áhugað í Violu. Nú
fara vit at byrja við 10 dagstovnum,
har vit kanna, hvussu væl hetta
eydnast, sigur Regin Dalsgaard
sum væntar, at framleiðslan fer
upp í ferð eftir fyrstu royndirnar.
Kappingarfør tøkni
uttan fyri Føroyar
Uttan iva er tílík tøkni til í Kina og
í øðrum londum frammanundan,
heldur Regin W. Dalsgaard.
Koronakreppan hevur kortini víst
á trupulleikar við at líta ov nógv
á Kina. Í fyrsta føri var kinesiska
stjórnin ikki reiðilig um smittu
vandan av koronavirus, og í seinna
føri hevur tað víst seg at vera
trupulleikar við koronaverjum,
ið síðani eru komnar úr Kina á
evropeiska marknaðin.
Millum annað kinesiskt fram
leiddar maskur og testkits, ið
skuldu hjálpa í verjuni móti kor
onavirus, vístu seg at vera óegnað
til endamálið, og fleiri evropeisk
lond, teirra millum Holland og
Spania, valdu ikki at nýta kines
isku framleiðsluna.
– Tað er heilt vist, at hetta er ein
FØROYSK UV LO
MÓTI KORONAS
Tað skal vera
so lætt, at
dugir tú at seta
eina plátu av
smákakum inn
í ein ovn, so
dugir tú eisini at
brúka Violu