Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 35 fyrimunur fyri okkum. Tað ber til at bíleggja frá Kina, men eingin veit, hvat er í vøruni har, ella um hon virkar, sum hon skal, sigur Regin Dalsgaard, sum heldur, at kinesiskar vørur yvirhøvur hava lágt túvirði í løtuni. Fyrimunurin kann eisini vera kærkomin, tí at Regin Dalsgaard ætl­ar sær út um landoddarnar við Violu - í fyrsta umfari til Dan­ mark­ar. Av omanfyrinevndu orsøkum hevur Globi valt ikki at nýta kin­ esiskt tilfar í Violu. So at siga alt tilfarið og allir lutirnir eru ev­ ropeiskir - týskir, fyri tað mesta - og hava evropeiska góðkenning. – Tað kundi verið gjørt bíligari, um vit keyptu úr Kina, men tá kanst tú ikki vera heilt tryggur við góðskuni. Hetta er góðskuvøru, og tí verður hon eitt sindur dýrari, sigur Regin Dalsgaard, sum vænt­ ar, at keypsprísurin á einari Violu fer at liggja millum 15.000 og 20.000 krónur. Ætlanin er eisini, at Viola skal hava longri livitíð enn kor­ona­ smitt­an. – UV ljós drepur ikki bert cov­ id-19 virusið, tað drepur eisini allar aðrar bakteriur. Eg síggi tí fyri mær, at Viola kann brúkast langt aftaná, vit hava bast covid-19. Har eru so nógvar aðrar bakteriur, sum smitta, til dømis á einum dagstovni, og har eru nógvir sjúkra­dagar hjá starvsfólki, tí at sjúk­ur kunnu smitta umvegis leik­ur og annað, sigur Regin Dals­ gaard. – Á tann hátt kann Viola eisini steðga aðrari smittuspjaðing enn bert covid-19, og í longdini kunnu vit sleppa undan einari rúgvu av sjúkradøgum. Samstarv á Inova Samstundis sum at Globi arbeiðir upp á at framleiða fyrstu proto­ typuna av Violu, arbeiðir felagið Thetis við at gera enn fleiri kann­ ingar, ið skulu vísa, hvussu væl UV ljós hóskar til endamálið at drepa bakteriur og vira. Thetis er góðkent mikro­bio­ logiskt laboratorium, ið Regin Dals­gaard setti á stovn saman við Maritu Debes Magnussen og Niels Mortensen. Tað er fyri langari tíð síðani stað­fest, at UV ljós drepur bæði bakt­eriur og vira, men Regin W. Dalsgaard metir, at tað er fram­ vegis áhugavert at fáa nýggj kann­ingarúrslit úr Føroyum um júst covid-19. – Vit vita frammanundan, at UV ljós hóskar til endamálið, men sjálvandi skulu vit halda áfram at kanna hetta í Føroyum. Tað er áhugavert at vísa á data, ið sig­ ur, at soleiðis virkar UV ljós á tað covid-19 virusið, ið vit hava í Før­ oy­um, sigur Regin Dals­gaard, sum í hesum sambandi eis­ini hevur fingið stuðul frá vinnu­frama­ grunn­inum til gransking. Umframt at kanna, hvussu UV ljós háttar seg móti covid-19, verður eisini kannað, hvussu yms­ar flatur og ymiskt tilfar tolir ljósið, og hvussu væl UV reinsing eydn­ast á ymiskum tilfari. – Tað eru ikki allar leikur og alt tilfar, sum er eins. Ein bamsa, til dømis, er ikki sum aðrar leikur. Hon er bleyt og loðin, og tað kann vera, at ein bamsa skal vera longri undir ljósinum, áðrenn hon er heilt desinfiserað, sigur Regin Dals­gaard. Síðan hugskotið hjá Regini Dals­gaard sá dagsins ljós, eru fleiri aðrar fyritøkur, ið hava sett seg í samband við hann um aðrar møgu­ligar UV loysnir, millum annað størri UV skáp til reinsan av stórum ljóðførum, sigur Regin Dalsgaard, sum í fegnast um stóra áhugan. Gongur sum ætlað, verður Viola at síggja í 10 teimum fyrstu dag­stovnunum um fimm vikur. OYSN SMITTU Tað er rættiliga fantastiskt, at 100 ára gomul tøkni nú kann takast fram aftur og nýtast í einum øðrum samanhangi Á tann hátt kann Viola eisini steðga aðrari smittu­ spjaðing enn bert covid-19, og í longdini kunnu vit sleppa undan einari rúgvu av sjúkradøgum