hósdagur 30. apríl 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
36
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar
um lestur her í Sosialinum. Útbúgvingarvegleiðarin
á Vegleiðingarstovuni/Studna vegleiðir teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu
viðurskiftini. Útbúgvingarvegleiðarin arbeiðir dagliga
við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving
í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella
longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda
spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og
so kemur svarið her í Sosialinum.
HVAT ER LÍVSLANG– OG KARRIERUVEGLEIÐING?
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Í hesum døgum er arbeiðs
støðan hjá fleiri broytt og kann
tykjast óviss, og tí ganga nógv
tykkara uttan iva og hugsa um
framtíðarútlitini - og kanska
er hetta rætta løtan at hugsa
um eina vend í arbeiðslívinum.
Hevur tú hug og tørv at tosa
við ein vegleiðara um hesi
viðurskifti, so hevur tú møgu
leikan í Vegleiðingarstovuni.
Ring til 200910, skriva til
vegleiding@uvs.fo ella skriva á
kjattið, sum er opið hvønn yrka
dag, tá Vegleiðingarstovnan
vanliga er opin.
Er tín arbeiðsstøða broytt?
Lívlong vegleiðing
- er fyri øll
Tað er sera umráðandi, at lív
long vegleiðing ella karrieru
vegleiðing er fyri øll í Føroyum,
tí útbúgvingar- og arbeiðs
marknaðurin broytist støðugt
og kann mangan tykjast sera
fløktur.
Karrieruvegleiðing
“Karrieruvegleiðing” er eitt
hugtak, sum verður nýtt innan
vegleiðing í okkara granna
londum (á enskum “career
guidance”). Tá vit hoyra orðið
“karriera”, so hugsa fleiri
okkara ivaleyst um “at gera
karrieru”, t.v.s. at “klatra upp
eftir karrierustiganum” – at
fara frá einum arbeiði til
eitt annað, sum er hægri á
“karrieru-stiganum”.
“Karriera” hevur tó ein breið
ari týdningin í sambandi við
karrieruvegleiðing. Hugtakið
“karriera” fevnir um lívið
og lívsumstøður, og hvussu
eitt menniskja fer ígjøgnum
lestrar- og arbeiðslívið –
“karriera” umfatar sostatt bæði
persónlig og faklig viðurskifti.
Lívlong vegleiðing
Endamálið við lívlangari veg
leiðing er at vegleiða fólki
í øllum aldri at menna seg,
hetta verið seg útbúgvingar-
ella arbeiðsliga, og at trívast í
tí tey takast við.
Lívlong vegleiðing tekur
støðið í tínum lívi, í tínari støðu,
og í teimum ynskjum, tú hevur
fyri tína framtíð viðvíkjandi
lesnaði, læru, arbeiði ella øðr
um.
Lívlong vegleiðing hevur
sostatt týdning fyri lívsvirðið
hjá einum menniskja. Tað
er neyðugt at kunna leita
sær vegleiðing og fáa svar
upp á spurningar og ivamál
í sambandi við “skiftistíðir”
í lívinum – tað er tá vit fara
undir lesnað, ynskja at broyta
arbeiðsleið, ynskja at førleika
menning okkum ella tá vit
skulu velja lívsleið og annað
– alt sera týdningarmikil, men
mangan torfør stig í lívinum.
Lívlong vegleiðing kann
eisini hava gagnliga ávirkan á
búskapin í samfelagnum. Tá
fólk hava møguleika at fáa
vegleiðing innan val av yrki,
um tey gerast arbeiðsleys ella
ynskja at broyta lívsleið, kann
vegleiðing føra við sær, at tey
koma skjótari í gongd við tað,
tey ynskja, til gagn fyri tann
einkulta, arbeiðsstaðið og sam
felagið sum heild.
Útbúgvingar
Nógv fara gjøgnum út
búgvingarskipanina og út
á arbeiðsmarknaðin á sjálv
støðugan hátt, men onnur
hava tørv á at tosa við ein veg
leiðara, tá tey skulu velja. Á
útbúgvingarstovnunum eru
tilboð um vegleiðing.
Tó kann verða neyðugt at
søkja sær vegleiðing aðrastaðni
- eitt nú á Vegleiðingarstovuni,
sum eisini er eitt tilboð um veg
leiðing um útbúgvingar- og ar
beiðsmarknaðarmøguleikar til
øll í Føroyum.
Vegleiðingarstovan
er sett á stovn
Nú Vegleiðingarstovan er sett
á stovn, kunnu øll í Føroyum
fáa javnbjóðis atgongd til góða
vegleiðing innan útbúgvingar-,
læru- ella arbeiðsmøguleikar.
Á Vegleiðingarstovuni eru
fólk vælkomin inn á gólvið at
tosa um teirra útbúgvingar- og
starvsmøguleikar við øllum tí,
sum tað inniber. Eisini ber til at
ringja ella senda ein teldupost.
Øll útbúgvingarøki eru um
boðaði á Vegleiðingarstovuni.
Tí er altíð møguleiki fyri
dygdargóðari vegleiðing – og
vit vita, hvønn vit skulu seta
okkum í samband við fyri at fáa
besta svarið upp á spurningar
og ivamál. www.vegleiding.fo
heitur heimasíðina.
Nærum 2000 fingu stuðul frá
Studna til hægri lestur í fjør
Fyri skúlaárið 2018/19 sæst, at 1.977 føroyingar fingu
stuðul til hægri lestur. Áleið helvtin, 984, lesa í Føroyum.
Í Danmark eru tey 848 og 145 lesa í øðrum londum.
Í Føroyum lesa tey flestu stóru útbúgvingarnar á
Setrinum. Tað er námsfrøði, lærari og sjúkrarøktarfrøði.
Eisini maritimu útbúgvingarnar skipari/skipsførari og
maskinmeistari eru væl dámdar.
Í Danmark lesa flest føroyingar samfelagsvísind
(samfelag, búskap, løgfrøði v.m), men eisini heilsuvísind
er væl umtókt. Tað eru útbúgvingarnar lækni og ergo-
og fysioterapi, sum ikki verða bjóðaðar út í Føroyum,
sum verða lisnar.
Í øðrum londum fingu 145 studning í farna skúlaárið.
Tað er heilsuvísind og samfelagsvísindi sum flest lesa.
Yvirlit yvir hvat fakøki føroyingar lesa:
Lesandi, hægri lestur, eftir útbúgvingarøki, sum hava
fingið stuðul frá Studna skúlaárið 2018/19
Útbúgvingarøki
FO
DK
Onnur lond Tils.
Samfelag, búskapur v.m.
157
241
29
427
Tekniskar, verkfrøði, maskin, bygging o.a.
219
144
12
375
Námsfrøðingur og lærari v.m.
271
93
1
365
Heilsuvísind
121
186
30
337
Humaniora og teologi
79
71
20
170
Maritimar, skipari og skipsf.
109
8
0
117
Nátturuvísind
28
60
19
107
Listarligar
0
22
27
49
Landbrúk, nattúra og umhvørvi
0
7
3
10
Matvøra og starvsstova
0
8
1
9
Miðlar og samskifti
0
3
3
6
Løgregla og verja
0
5
0
5
Tilsamans
984
848
145
1.977
Háttur Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við
støði í mánaðarliga lestrarstudninginum – øll á hægri
útbúgvingum, ið hava fingið studning í skúlaárinum, eru
tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði
í ferðastudninginum – øll á hægri útbúgving, ið hava
fingið studningin í skúlaárinum, eru tald við. Fyrivarni
skal takast fyri at ikki øll lesandi søkja studning.
KELDA: STUDNI 2019
Lesandi á Fróðskaparsetrinum
sum fáa barnastudning
Fróðskaparsetur Føroya 2014/15 2015/16 2016/17 2017/18 2018/19
Øll lesandi
444
548
695
648
680
Lesandi sum hava børn
179
255
322
304
322
Børn hjá hesum
349
508
639
615
663
Tølini vísa m.a., at umleið helvtin av teimum lesandi á
Setrinum eru foreldur, og at hesi lesandi hava 2 børn
í miðal. Miðaltalið av børnum hevur verið rættiliga
støðugt seinastu árini, tó er talið eitt lítið sindur
hækkandi 5 tey seinastu árini.
Tølini eru gjørd við støði í mánaðarliga lestrarstudn
inginum. Øll, ið hava fingið studningin í skúlaárinum
eru tald við.
KELDA: STUDNI SEPTEMBER 2019
Yvirlit yvir hvat fakøki føroyingar lesa: