hósdagur 30. apríl 2020síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020
SOSIALURIN 39
37
Handilslærlingar
til Bygma Balslev
STARVSLÝSING
Vit gleða okkum at fáa lærlingar, sum
vilja læra alt um sølu, kundarøkt og
um okkara vørur. Í lærutíðini fært tú
ábyrgd av egnum vøruøkjum.
Saman við góðum starvsfeløgum,
verður tú við til at tryggja okkara
kundum bestu tænastu í einum
snøggum handli.
Lærlingaútbúgvingin hjá okkum er ein
góð byrjan til eina spennandi lívsleið,
um tú ætlar tær at starvast innan sølu.
Í lærutíðini skalt tú nakrar ferðir á
skúlabonk í Danmark.
Tær nýtist ikki at vita nakað um
okkara vørur, tí tað lærur tú í
lærutíðini, men tað er ein fyrimunur at
hava miðnámsútbúgving.
Vit bjóða góða løn í lærutíðini.
Send eina umsókn til alex@balslev.fo í
seinasta lagi 15. mai 2020.
Nærri fæst at vita um størvini við at
venda sær til Alex á 23 99 32 ella
alex@balslev.fo
Vit sóknast eftir lærlingum til
byggibúðina og køksdeildina
Vegurin Langi | Postboks 3309 | FO-110 Tórshavn | tel 345 000 | www.balslev.fo | balslev@balslev.fo
Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið
tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum
umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta
dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 300 fólk.
LEIÐARA TIL
ÚTBÚNAÐAR-
DEILDINA
Vit bjóða eitt nýmótans arbeiðspláss. Vit sóknast
eftir tær, sum kann tryggja, at dygdin á okkara
útbúnaði altíð er tann besta. Tað gert tú við at
standa á odda fyri keypi, sølu, rakstri og umsiting
av maskinum, bilum og amboðum.
Freistin at søkja er 11. mai 2020.
ArtiCon søkir
Les meira á www.articon.fo
Vitja okkum á Facebook
sansir.fo
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo