Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 29

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 21. desember 2004 29 Stjórin í danska flogfelagnum DAT sat sjálvur við stýri- pinnin, tá flogfarið hjá felagnum lendi í Vágum mánadagin FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Flogfarið hjá Dan- ish Air Transport, DAT, hevur longu verið nakrar ferðir í Vágum við ferða- fólki. Á fyrsta túrinum leygardagin, og aftur mána- dagin, sat stjórin í DAT, Jesper Rungholm, sjálvur við stýripinnin. Jesper Rungholm, sigur, at ferðsseðlasølan hevur gingið betri enn væntað. Serliga við søluna úr Før- oyum er hann nøgdur. – Vit hava longu fingið fleiri ferðafólk niður til Danmarkar, enn tey koma hendanveg, segði hann við Sosialin, tá vit hittu hann umborð á flogfarinum í Vágum mánadagin. Hóast hann fyrr hevur flogið til Føroya, hevur hann hesar túrarnar havt serkøna vegleiðing í inn- flúgving. Fyrrverandi Maersk Air skiparin, Niels Helmøe Larsen, hevur verið loðsur. Helmøe man vera tann, sum hevur flogið mest upp á Føroyar yvir- høvur. Hann hevur flogið regluliga higar síðan 1970 fram til 30. oktober í ár, tá Maersk Air gavst. Nú er hann so aftur á slóðini sum instruktørur hjá DAT. – Føroyingar er fittligt fólkaslag at flúgva við, heldur flogternan umborð á DAT flogfarinum, Vibeke Boreng, sum var við á túrinum mánadagin. Hon var eisini við fyrsta túrin leygardagin, og letur væl at umstøðunum. – Tað nervar einki petti, at vøllurin er stuttur, sigur hon. Lendingarnar hava gingið væl, og fólk siga einki um, at túrurin er eitt sindur longri, enn tey eru von við. – Hatta við tíðini vinna fólk aftur í prísinum, sigur Jesper Rungholm, stjóri og flogskipari hjá DAT. Tá hendan royndin er liðug eftir nýggjár, fara vit at meta um, hvørt vit skulu halda fram, sigur hann. Men fyribils er hann nøgdur við undirtøkuna, hóast hann ásannar, at tilboðsprísirnir, sum verið hava, ikki bera nakra rutu. Stjórin er lendur Jesper Runghom, stjóri í danska flogfelagnum DAT, fleyg sjálvur flogfarið til Føroya leygardagin og mánadagin Mynd: Jens Kristian Vang Vibeke Broeng, flogterna, letur væl at føroyingum sum ferafólk. Hugnlaligt og stuttligt fólkaslag, sum einki leggur í, um túrurin varar longri, enn tey eru von við, sigur hon Mynd: Jens Kristian Vang Ferðafólkaflogfarið hjá DAT er lent í Vágum Mynd: Jens Kristian Vang