týsdagur 21. desember 2004síða 28
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HUGLEIÐINGAR UNDAN
JÓLUM
Signar á Brúnni
Góðu fuglfirðingar!
Góðu kambsdalsbúgvar!
Góðu hellufólk!
Henda árstíðin er helst tann, ið
tyngst er at koma ígjøgnum –
dagarnir eru stuttir, myrkrið
hevur fingið størri part av sam-
døgrinum, enn aðrar tíðir. Hóast
hetta, so er júst desember mán-
aðin nakað heilt fyri seg – hann
er mánaðurin, ið skilir seg frá
øllum øðrum, ikki einans fyri
børnini, men fyri okkum øll.
Jólini verða hildin, tí frelsarin
kom í heimin – ævinleikans
virðið varð latið menniskjanum
– ein hending hvørt mansbarn
veit um í Føroyum, tí heimið –
foreldur - hava lagt hetta niður í
børn síni.
Og nógv verður gjørt burtur-
úr, tá ið talan er um at hátíðar-
halda hesa høgtíð. Onga aðra tíð
uppliva vit slíka stákan, sum júst
hesa tíð og ongantíð síggja vit
so nógv ljós, sum hesa tíðina og
ongantíð sýna vit so nógvan
kærleika og umsorgan fyri
hvørjum øðrum, sum júst í hes-
um døgum – og alt hetta kunnu
vit fegnast um.
Tosa vit við eldri fólk um
jólahald fyrr, ella vit kaga í
bøkur, ið umrøða jólahald, so
gáa vit skjótt eftir, at hugburð-
urin til jólini, hevur verið so at
siga tann sami í mong Harrans
ár. Hóast vælferðin ikki var tann
stóra, so funnust útvegir fyri at
skapa jólahugna – fyrst og
fremst fyri børnunum.
Í bókini »Sær er siður á
landi«, nemur Rasmus á Há-
skúlanum við jólahaldið í Før-
oyum, ið varð hildið fyri einum
áttati árum síðani – áhugaverdur
lestur. Tá, eins og nú, var fyrri
jóladagurin
tann
andaligir
dagurin, t.e. hann var høvuðs-
dagurin, tá øll, ið krúpa kundu,
leitaðu sær í kirkjuna at lýða á
Guðs orðið – á gleðiboðskapin
og at syngja vøkru kirkjusálm-
arnar, ið tá vórðu nýttir.
Rasmus á Háskúlanum skrivar
soleiðis í bók síni· Sterkur og
innarligur ljóðaði songurin í
kirkjuni eitt tílíkt kvøld. Var
hann ikki so tónareinur sum nú,
tá tey hava urguspælið at styðja
seg til, so vann hann mikið í
hinum persónliga og hjartaliga
dámi, sum yvir honum var.
1. jólakvøld varð hvørki
dansur ella kortspæl havt fyri,
og um onkur hevði fingið nóg
so væl upp í høvdið, royndi
hann at ganga so stillisliga undir
kenningini, sum møguligt var.
Virðingin fyri jólunum, vórðu
víst á ymiskan hátt. M.a. varð
nógv gjørt fyri at geva børnum
og umgum nýggj klædnapløgg
henda dagin. Eisini eldri, ið
kanska ikki nýttu tey føroysku
klæðini, vóru í nýggjum.
Roykstovan, ja húsini øll
vórðu vaskaði, so tað skein av
hvørjum spreki.
Annar jóladagur var øðrvísi,
tá átti tað verðsliga størri part.
Tá varð dansað og kvøðið, og
ikki sørt varð drukkið eisini.
Gingið varð inn á gólvið hjá
hvørjum øðrum, og blíðskapurin
var stórur allastaðni.
Rasmus sigur soleiðis í einum
broti: Eitt slík jólakvøld, tá
dansistovan var so passaliga
full, og nógv av tí eldra fólkin-
um var komið í dans, kom hin
forni føroyski dansurin til sín
fulla rætt, tí nú varð dansað av
álvara og kvøðið við góðum
skili og lag. Nú livdi fólkið við
og legði alla sína sál í stevið og
innihaldið í tí, sum kvøðið varð,
hvørt tað vóru kvæðir ella
kempuvísur. Hetta var eitt sam-
ljóð av tí, sum var hin andaliga
samogn hjá føroyafólki, ið her
opinberaði seg.
Her
fingu
tær
einstøku
mannasálirnar útloyst tað í
innarligum samljóði, sum tær
dagliga høvdu innanfyri, men
ikki vóru førar fyri at málbera í
orðum. Dansurin var tá ein and-
lig uppliving, sum mettaði
fólkasálina fyri langar tíðir.
Her hittust fríggjarafólk í tukt
og æru, her livdu eldri hjún sínar
fyrstu fríggjaradagar upp aftur
av nýggjum og leikaðu sum
børnini ímillum barnaspæl og
lívsins álvara. So var hin før-
oyski dansurin tá.
Í dag verður sanniliga nógv
gjørt burturúr jólunum.
Hvørt einasa heim ger nógv
burtur úr jólunum. Mamman í
heiminum er aloftast tann, ið
stendur fyri stákanini. Vindeygu
verða skrýdd við alskyns ljós-
um, og uttan um húsini verður
eisini prýtt. Lukturin av nýbak-
aðum køkum og góðum mati
skapar eisini hugna. Útvarpið
stendur frá allan dagin, haðani
jólaløgini eru at hoyra frá
morgni til myrkurs – men vit
keðast ikki av teimum – tey hava
hoyrt til jólini og skulu altíð
hoyra jólunum til.
Síðani koma jólamenninir, og
tað eru ikki einans børnini, ið
lurta, nei tey vaksnu lurta eisini,
tí tey vilja gleðast saman við
børnunum.
Kirkjur og samkomur gera sítt
til eitt ríkt og signað jólahald.
Skúlans partur liggur ikki eftir,
og kommunurnar taka somu-
leiðis lut í jólastákanini. Alt
hetta fegnast vit um, eingin ivi
um tað – og tó? Viðhvørt hava
vit hug at steðga á, og spyrja
okkum sjálvi, um jólahaldið ikki
er vorðið ov mikið av tí góða, tí
tað m.a. botnar so at siga alt í tí
materiella. Tað skal sterkur
ryggur at bera góðar dagar,
plaga vit at taka til, eitt orðafelli,
ið vit kanska hava lættari við at
skilja, tá ið vælferðin er.
Altjóðagerðingin er eisini
galdandi fyri okkum, vit taka
eftir tí, sum vit síggja í svarta
kassanum, ið stendur í hvørjari
stovu í Føroyum. Besta dømi
eru klædnapløggini ungdómurin
og børnini nýta í dag. Nú er tað
ikki longur mamman, ið bindur
troyggjuna og gevur henni snið,
nei hon skal helst vera tann
sama, sum tey nýta í USA, ið er
fyrimyndin hjá teimum ungu.
Og keppurin skal helst hava
búmerkið hjá New York á, og
helst skal túturin venda aftur-
eftir, um man skal vera cool, fyri
at nýta tann málburð, sum
okkara unga fólk hevur tikið til
sín úr útheiminum, og mín sann
um ikki okkara fjølmiðlar eisini
eru farnir at nýta hesar fremm-
andu málnýtslurnar, við tí
úrslitið, at okkara dýrasta ogn
móðurmálið verður avlagað, um
hetta heldur fram.
Handlarnir hava úr at gera í
hesum døgum, ja dagarnir røkka
ikki til, afturlatingartíðin má
broytast.
Postkassarnir eru á tremur av
tilboðsbløðum, og tilboðini eru
so góð, at fólk eru farin at rokna
út, hvussu nógv tey spara í
pengum, um tey nú gera hesa
ella hasa íløguna um jólini.
Børnini verða sjálvandi hug-
tikin av øllum teimum vælvaldu
myndum, ið tala til teirra, og
foreldrini megna ikki tað stóra
trýstið, ið verður lagt á tey.
Í jólahøgtíðini, ið er ein
gleðishøgtíð, eiga vit at hava í
huga, at meðan vit hava almikið
av øllum góðum, so eru tað
onnur, ið líða hungur og neyð.
Aftur aðrastaðni eru tað tey, ið
eru rakt av krígsførslu – ein
ólukkulig støða, tey eru komin í,
uttan tey hava skuldina av tí.
Ynski okkara er, at vend kemur
í, so órættvísi í heiminum verð-
ur vent til rættvísi.
Aftur í ár hava vit fingið eitt
vakurt og stórt jólatræ – sum
ímyndar ta ævigu vónina – sum
er sett upp mitt í býnum. Tá
ljósini eru tendrað, sæst tað um
alla bygdina og eigur at minna
okkum á, at jólini eru í hondum,
høgtíðin ið gav menniskjanum
ævileikans virðir. Gleðilig jól
øll somul.
- Aftur í ár hava vit fingið
eitt vakurt og stórt
jólatræ – sum ímyndar ta
ævigu vónina – sum er
sett upp mitt í býnum. Tá
ljósini eru tendrað, sæst
tað um alla bygdina og
eigur at minna okkum á,
at jólini eru í hondum,
høgtíðin ið gav menn-
iskjanum ævileikans
virðir segði Signar á
Brúnni, fyrrverandi
landsstýrismaður, tá
jólatrøini vórðu tendrað
í í Fuglafirði, á kambsdali
og á Hellunum. Á
Hellunum varð løtan
hildin í "Bønhúsinum,
har Hellufólk høvdu
borðreitt við heima-
bakaðum køkum.
Elstu húsini á Hellunum
28
Jólatræið ímyndar ta ævigu vónina