mikudagur 6. mai 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 7. MAI 2020
SOSIALURIN 40
5
– Tað er umráðandi, at tey ungu fáa
hjálp til at nágreina, hvat tað er, sum
tey tíma, duga og síggja seg sjálvi gera.
Ofta er tørvur á hjálp at skapa ein veg
gjøgnum allar møguleikarnar, sum tey
hava, sigur er 26 ára gamla Erika Niclasen
úr Klaksvík, sum er nýggi leiðarin á
eftirskúlanum »Brúgvin« í Skálavík
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
E
ftir summarfrítíðina byrjar
eitt nýggjur kapittul fyri bæði
Depilin í Skálavík og føroyskan
ungdóm, tá kristni eftirskúlin
»Brúgvin« setur sjøtul á allar fyrsta
eftirskúlaárið og harvið eisini fyrsta
føroyska eftirskúla nakrantíð. Brúgvin
lovar eitt spennandi og mennandi ár við
upplivingum í Føroyum og úti í heimi.
Og kvinnan, ið skal standa á odda fyri
nýggja tilboðnum í Sandoy til føroyskar
10. floks næmingar er 26 ára gamla Erika
Niclasen úr Klaksvík.
Tá Erika Niclasen var 18 ára gomul,
flutti hon niður til Danmarkar og fór
á háskúla í Jútlandi í tvey ár – fyrsta
árið sum næmingur og annað árið sum
sjálvboðið hjálparfólk. Eftir tað fór hon
undir eina professiónsbachelor sum
sosialráðgevi í Keypmannahavn, og hon
hevur síðani arbeitt á Fredriksberg job
center sum málsviðgeri, umframt at hon
hevur verið verkætlanarleiðari seinastu
fimm mánaðirnar.
Hon hevur eisini arbeitt sum tannár
ingaráðgevi í kirkjuligum høpi, har hon
hevur samskipað tiltøk og skapað karm
ar fyri hugnaligari sosialari samveru og
virksemi.
Kirkjusamfelagið Apostolsk Kirke í
Danmark hevur fýra eftirskúlar, og har
hevur Erika Niclasen eisini arbeitt sein
atu seks árini sum ungdómsleiðari, veg
leiðari og við at samskipa tiltøk.
– Tað hevur verið eitt ynski um at
uppraðfesta tannáringar í samkomum,
og eg havi so samskipað við samstørv
um. Hetta er eisini serliga tað, sum eg taki
við mær í nýggja stavið sum skúlaleiðari
á eftirskúlanum Brúnni, sigur hon.
– Hetta við at tey ungu hava ein ment
or ella vegleiðara er umráðandi, tí vit
uppliva, at tey ungu stríðast við ymisk
ting. Ofta seta foreldur seg í samband
við samkomur, hóast tey ikki eru von
at ganga til átrúnaðarlig tiltøk, tí grund
áskoðanin er, at vit ynskja, at fólk eydn
ast á lívsleiðini, og at tað er vón fyri okk
um øllum, sigur Erika Niclasen.
Eisini er hon skeiðsleiðari fyri sjálv
boðin ung, sum leiða onnur sjálvboðin.
– Tað hevur lært meg nógv um, hvussu
man leiðir eitt toymi og leggur skema til
rættis og skipar læring bæði akadem
iskt og praktiskt. Tað taki eg heilt víst
við mær í mítt nýggja starv, leggur hon
aftrat.
Brenni fyri hesum
– Eg valdi at taka við hesum starvinum,
tí eg brenni fyri at síggja tey ungu
eydnast á lívsleið teirra. Eg havi arbeitt
nógv við ungum, sum stríðast við lágt
sjálvsvirði og lágt sjálvsálit, strongd,
angist og tunglyndi. Niðurstøðan er ofta,
eftir at eg havi tosað við hesi ungu, at
tey ynskja at eydnast og at eydnast væl,
men pressið, sum tey uppliva á sosialu
miðlunum har allur heimurin liggur
opin fyri teimum, verður ofta ræðandi,
sigur hon.
– Har er tað umráðandi, at umstøð
urnar verða skipaðar og at tey fáa hjálp
til at nágreina, hvat tað er, sum tey tíma,
duga og síggja seg sjálvi gera. Tað er ofta
tørvur á hjálp at skapa ein veg gjøgnum
allar møguleikarnar, sum tey hava, legg
ur hon aftrat og greiðir frá, at umframt
hetta, so eru grundvirðini, sum eftirskúl
in Brúgvin byggir á í tráð við hennara
egnu persónligu virði.
– Skúlin stendur fyri at geva teimum
ungu eina holistiska uppfatan av, hvørji
vit eru sum mennisku við anda, sál og
likami, og at tryggja, at tey ungu verða
sosialt tilvitað um seg sjálvi men eisini
um samfelagið, sum vit liva í, og hvussu
vit gerast góðir borgarar. Hetta gevur
meining fyri meg, sigur hon umhugsin
og avgjørd.
Hon greiðir frá, at danskar kanningar
vísa á, at ung, sum hava verið á eftirskúla
í stóran mun gerast viðvirknir borgarar,
sum taka lut í samfelagnum og eru aktiv
í sjálvbodnum og politiskum virksemi.
Eisini fáa tey ein týðandi felagsskap hvør
við annan, meðan tey eru á eftirskúla
umframt, at tey læra um persónlig mørk
og mørkini hjá øðrum, sum ikki altíð eru
tey somu, sum eins egnu. Síðani ber til at
samskifta um tað.
– Tann búningin, sum hendir hetta
árið ein er á eftirskúla er ómetaliga stór
og góð, sigur hon.
Tryggir karmar
Eftirskúlin Brúgvin hevur ein aktivan
áhugabólk, sum hevur definerað hug
sjónina og endamálið við Brúnni. Sjálv
heldur Erika Niclasen, at hetta hevur
sett ein góðan og sterkan karm fyri seg
sum leiðara. Hugsjónin er at geva kom
andi ættarliðum eitt kristi holistiskt
lívsgrundarlag, og
endamálið er við
støði í kristn
ari heims- og
menniskja
áskoðan
at menna
samfel
agsligt
og sosialt
tilvit hjá
einstaka
næminginum.
Skúlin
tekur
støðið í tí einstaka
næminginum, bæði hvat viðvíkur
akademiskum førleikum, andalig
um, sosialum og mentanarligum við
urskiftum.
– Hetta hevur givið mær nakað at
tillaga meg til. Tað er umráðandi, at
karmarnir fyri tey eru tryggir, so vit
skapa eitt stað, har tey trívast og útvikla
seg, sigur hon.
– Hóast hetta, fer man eisini at
merkja meg, sum leiðara á skúlanum.
Sum menniskja eri eg fjølbroytt og
fevnandi, og tað trúgvi eg fer at koma
til sjóndar á skúlanum. Eg leggi dent á
opið orðaskifti og sosiala tilvitan. Tað er
eisini mín profilur sum sosialráðgevi,
sigur nýggi leiðarin á Brúnni.
– Eg fari at leggja stóran dent á
trivnað og at skapa virksemi, sum økir
um trivnaðin. Sum sosialráðgevi havi
eg nakað av royndum og vitan um
rættarligar tilgongdir og ráðgeving,
sigur nýggi eftirskúlaleiðarin.
Skúladagurin á Brúnni
Skúladagurin á eftirskúlanum Brúnni
verður – sum á flest øðrum skúlum -
skipaður við einum skema við kravd
um breytum og valbreytum. Har er alt
frá støddfrøði og føroyskum til dans,
útilív, innovatión og motorlæru. Læru
greinarnar skulu síðani veljast og setast
Framhald á síðu 8
Nýggjur eftirskúlaleiðari:
– Brenni fyri at síggja
tey ungu eydnast
Føroyska
løgtingslógin
fyri eftirskúlar varð
samtykt fyri 20 árum
síðani, og ikki fyrr enn nú
lata fyrstu eftirskúlarnir í
landinum dyrnar upp. Talan
er um eftirskúlan Brúnna
í Skálavík og Føroya
Eftirskúla á
Tvøroyri.
Eg valdi at taka við hesum
starvinum, tí eg brenni fyri
at síggja tey ungu eydnast á
lívsleið teirra. Eg havi arbeitt
nógv við ungum, sum stríðast
við lágt sjálvsvirði og álit,
strongd, angist og tunglyndi. Niðurstøðan er
ofta, eftir at eg havi tosað við hesi ungu, at
tey ynskja at eydnast og at eydnast væl, men
pressið, sum tey uppliva á sosialu miðlunum
har allur heimurin liggur opin fyri teimum,
verður ofta ræðandi