Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 6 saman til eitt skema. Summar av teimum kunnu skiftast, sum árið gong­ur. Eisini hevur Brúgvin tað, sum tey nevna “stórasystkin”. Tað eru vaksin ung, sum møguliga sjálvi hava verið á eft­ir­skúla og staðið miðnámsprógv, sum við umsorgan, aktivitetum og praktiskari hjálp eru nakað serligt fyri næmingarnar, sum ganga á Brúnni. – Hesi eru ikki lærarar, men tey virka fyri trivnaðinum og eggja til ítriv, túrar og syrgja fyri tí sosiala á skúlanum. Hetta eru ung fólk, sum vilja geva okkurt víðari til tey, sum eru sindur yngri enn tey sjálvi. Tí tað er kanska ikki altíð so kul at vera saman við sínum dansktlærara um kvøldið, flennir hon. Næmingarnir á Brúnni búgva á skúl­ anum, og har læra teir at taka sær av sínum egna kroppi í og við, at syrgt verður fyri heilsugóðum kosti og undirvísing í mati og matmentan. Dentur verður eisini lagdur á góðar svøvn og rørsluvanar. Næmingarnir fara heim trý vikuskifti um mánaðin, men síðsta vikuskifti í mán­ að­inum eru teir á skúlanum, har skipað verður fyri tiltøkum, sum teir sjálvir mynda og taka lut í. Sum kristin eftirskúli er bíblian, bøn og tilbiðjan ein náttúrligur part­ur av gerandisdegnum, og eggjað verð­ur til andaliga búning og vøkstur.  Tó leggur hon dent á, at hóast skúlin er bygdur á kristnu virðini, verður eingin kroystur til at trúgva nakað á Brúnni. – Tað er ikki møtir. Tað er skúlagongd, hugni og stuttleiki, sigur hon. Spurd, hví vit í Føroyum hava tørv á ein­um kristnum eftirskúla, greiðir Erika Nicla­ sen frá, at av tí, at føroyska sam­ felagið byggir á kristnu grundvirðini er ein kristin eftirskúli viðkomandi. – Virðini í kristindóminum so sum næsta­ kærleiki, at geva víðari, bera byrðar hvør hjá øðrum eru eftir mínum tykki eks­istentiell. Og tað, sum kristindómurin boðar er vónin, sum er har fyri tí einstaka. Tað er gott at kunna geva hesa vónina víðari til tey ungu. Hóast vit ikki eru per­fekt, so kunnu vit vera ektaði, og vit kunnu relatera til hvønn annan, sigur hon sannførd. – Eg sigi ofta, at frásagnir knýta okkum sam­an. Eg trúgvi eisni, at tað verður soleiðis á eftirskúlanum, tá vit siga hvørj­um øðrum okkara søgur, so verða vit tættari knýtt. Tá ið man er ungur og sigur sína søgu og hoyrir søgur hjá øðr­ um, so finnur man útav, at man ikki er einsa­mall­ur um tað, sum man stríðist við, og at tað ofta er púra vanligt. Tað styrkir um sam­felagið við hvønn annan, leggur hon aftrat. Hetta vísir eisini á ymiskleikan millum menniskju og forstáðilsi fyri hvørjum greiðir hon síðani víðari frá. – Vit læra, at tað eru onnur til enn vit sjálvi, og veðin snýr seg ikki um meg, men hon er uppbygd av ymiskum menniskjum við ymiskum dygdum, og vit eru tengd at hvørjum øðrum. Hetta er gott at læra, tá man er ungur. Eisini er tað gott hjá teimum, sum halda, at tað er ov langt at fara til Danmarkar í skúla, at fáa møguleikan at fara á eftirskúla í Føroyum, sigur hon. Korona ávirkar væntandi ikki Hóast vandi enn er fyri, at koronafarsøttin ávirkar føroyska samfelagið, so heldur Erika Niclasen, at tað sær út til, at eftirskúlaárið kann byrjað, sum ætlað. – Vit vænta, at vit kunnu byrja eftir summ­arfrítíðina við røttu fyrilitunum og atlitunum. Vit hava ikki fingið nakað annað at vita, sigur hon. – Vit vóna eisini, at vit sleppa á ætlaðu námsferðina í Evropa og síggja, hvussu ung í sama aldri hava tað har, og hvussu ein møguligur hjálparfelagsskapur sær út. Hetta hevur verið ætlanin sum liður í at styrkja sosialu tilvitanina hjá næmingum, sigur hon. – Sleppa vit ikki avstað, so mugu vit hugsa alternativt og hugsa um okkurt annað, sum er stuttligt, sigur Erika Nicla­sen til endans. HUGSKOTIÐ BIRTIST SPAKULIGA Hugskotið til føroyska eftirskúlan Brúnna kom, tá Depilin í Skálavík enn einaferð var tøkur aftur. Hjørdis Háberg Petersen, forkvinna í áhugabólkinum Eftirskúlin Brúgvin, hevur í mong ár arbeitt við ungdómi í átrúnaðarligum høpi, og hon greiðir frá, at hugskotið birtist spakuliga, tá Depilin aftur stóð til at gerast tøkur. – Eg havi altíð havt eitt hjarta fyri ungdóminum og hugsi nógv um tær avbjóðingarnar, ið ungdómurin hevur, um hvussu man kann hjálpa teimum og brynja tey til lívið, sum liggur fyri framman. Mong hava sálarpínu og stríðast, sigur hon. – Dóttir okkara hevur gingið á eftirskúla í Danmark, og tað árið upplivdu vit veruliga, hvat ein eftirskúli er, og tá vit síðani sóu, at Depilin fór at vera tøkur, kom hugskotið til eftirskúla, sigur Hjørdis Háberg Petersen. – Hetta hevur ikki áður verið roynt í Føroyum, og vit høvdu ikki royndirnar, so vit máttu spyrja okkum fyri hjá øðrum við royndum og hjá myndugleikunum. Vit vóru millum annað í samband við Jastrið Høj í Kelduni, tí hon hevur royndir við kristnum skúla, og frá teimum fingu vit góða vegleiðing og ráð, leggur hon aftrat. – Tað hevur verið ein spennandi tilgongd. Vit settu okkum í samband við Uttanríkis- og Mentamálaráðið tíðliga í tilgongdini fyri at vita, um hetta í heila tikið var møguligt og tey hava verið sera jalig og hent í ráðum, sigur hon eisini. Síðani fór áhugabólkurin undir at skapa koseptið undir røttu lógarkarmunum, fáa loyvi, gera heimasíðu, lýsa eftir næmingum og at leita eftir íblástri í Danmark. – Danmark er jú tað landið, sum hevur flest royndir á eftirskúlaøkinum. Vit settu okkum í samband við Eriku Niclasen - sum síðani seinni fekk starvið sum skúlaleiðaran á eftirkúlanum Brúnni - tí hon arbeiddi fyri kirkjusamfelagið Apostolsk Kirke, sum eisini hevur fleiri eftirskúlar. Á tann hátt komu vit síðani í samband við Ålborg Efterskole, sum er ein nýggjur eftirskúli, men sum hevur ein leiðara við fleiri ára royndum. Vit fóru síðani niður har at hyggja, hvussu tey skipaðu seg, sigur Hjørdis Háberg Petersen. Føroyska løgtingslógin fyri eftirskúlar varð samtykt fyri 20 árum síðani, og ikki fyrr enn nú lata fyrstu eftirskúlarnir í landinum dyrnar upp. Talan er um eftirskúlan Brúnna í Skálavík og Føroya Eftirskúla á Tvøroyri. Spurd um, hví eingin eftirskúli er komin til Føroya fyrr enn nú, heldur Hjørdis Háberg Petersen, at tað møguliga er talan um siðvenju, og at vit altíð hava sett eftirskúlauppihald í samband við eitt ár í Danmark eisini. Og í summar, 20 ár síðani at lógin varð samtykt, lata so tveir eftirskúlar upp. Hjørdis Háberg Petersen heldur, at tað er grundalag fyri tveimum eftirskúlum í Føroyum, tí tað eru nógvir næmingar, sum velja at fara á eftirskúla. – Fleiri ung fara av landinum til Danmarkar hvørt ár á eftirskúla. Hví skulu tey ikki kunnað fara á eftirskúla í Føroyum, spyr hon. – Tá tú ert um 15 ár, so byrjar tú at slíta teg leysan frá foreldrunum, men tað er ikki altíð, at tú veitst, júst hvat tú hevur hug til at gera. Fyri summi er tað ov langt at fara til Danmarkar, og tey hava møguliga onga familju í Danmark, sum tey kunnu fara til tey vikuskiftuni, tá tey ikki kunnu vera á skúlanum, sigur hon síðani. – Tey sum hava søgt á eftirskúla í Danmark eftir summarfrítíðina, men vegna koranafarsøttina velja at vera verandi í Føroyum, eru eisini vælkomin at søkja og so ganga á eftirskúla í Skálavík, um tey kenna seg trygg í Føroyum. Eitt eftirskúlaár kann verða eitt fantastiskt ár, har tann ungi búnast og verður enn betur brynjaður til miðnám og til vaksna lívið, sum heild, sigur hon. Hesi eru ikki lærarar, men tey virka fyri trivnaðinum og eggja til ítriv, túrar og syrgja fyri tí sosiala á skúlanum. Hetta eru ung fólk, sum vilja geva okkurt víðari til tey, sum eru sindur yngri enn tey sjálvi. Tí tað er kanska ikki altíð so kul at vera saman við sínum dansktlærara um kvøldið Tá ið man er ungur og sigur sína søgu og hoyrir søgur hjá øðrum, so finnur man útav, at man ikki er einsamallur um tað, sum man stríðist við, og at tað ofta er púra vanligt 23 næmingar hava søgt á eftirskúlan Brúgvin. – Tó er enn pláss fyri fleiri. Har eru 23 góð kømur, og vanliga býr man minst tvey á hvørjum kamari á eftirskúla, sigur Hallgerð Akurstein, næstforkvinna í áhugabólkinum. PERSÓNSSØGA Framhald frá síðu 7