mikudagur 6. mai 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 7. MAI 2020
SOSIALURIN 40
12
Anita bleiv
Ársins Mamma
Heiðurin sum Ársins Mamma er tillutaður
Anitu Tausen á Toftum. Anita hevur
seinastu tvey árini at kalla burturav
verið um dóttur sína, Guðri, og børn
hennara í sambandi við, at Guðri fyri
góðum ári síðani fekk tvíburðar
TERJI NIELSEN
TERJI@SOSIALURIN.FO
N
ógv uppskot komu inn til heið
urin sum Àrsins Mamma, men
eftir at hava lisið grundgeving
arnar hjá Guðri Larsen, sum
innstillaði mammu sína, Anitu Tausen, varð
dómsnevndin ikki í iva um, at Anita Tausen
átti heiðurin.
Mamma mín - mín hetja
Tá ið Guðri Larsen innstillaði mammu sína,
varð yvirskriftin hjá henni “Mamma mín -
mín hetja”, og so greiddi hon frá, hvussu
mamman hevði traðkað til, tá ið Guðri og
maðurin møttu stórum avbjóðingum í sam
bandi við barnsburð.
Eg bleiv við barn við tvíburðum, tveimum
gentum, og í tí sambandi bleiv eg biðin um
at koma niður til Danmarkar. Mamma kom
við mær, og hon var við mína lið og helt um
meg, tá ið eg fekk boð um, at minst onnur av
gentunum ikki fór at yvirliva, tí tað var ov
lítið av føðslu í móðurlívi til báðar tvær, og
tær vóru so lítlar. Tí vildu læknarnir hava
meg at taka annað barnið, so hin gentan
hevði størri møguleikar at yvirliva, men
tað vildi eg ikki, greiðir Guðri Larsen frá.
Hetta var í viku 17, og læknarnir valdu tí
at fylgja støðuni neyvt, meðan Guðri gekk
við gentunum í móðurlívi.
Hetta var sjálvsagt ein skelkur og tung
boð at fáa, og eg eri ómetaliga glað fyri, at
mamma var við mær og helt um meg, ugg
aði meg og annars var um meg í støðuni,
sigur Guðri Larsen.
Vóru í Danmark í tveir mánaðar
Tá ið tað nærkaðist, at Guðri skuldi eiga
tvíburðarnar, fóru Guðri og maðurin, Pól
Andrias, til Danmarkar, har Guðri skuldi
eiga genturnar.
Vit fóru niður ein mánað fyri, at eg skuldi
eiga. Vit hava tvær eldri gentur, Rebekku
og Naomi, sum tá vóru ávikavíst 8 og 4 ára
gamlar, og mamma var so eftir hjá teimum
og tók sær av øllum her heima, sigur Guðri
Larsen.
Tvíburðagenturnar, sum blivu doyptar
Eva og Ester Lív, fingu ein harðan start
uppá lívið, og tí gekk ikki minni enn hálvur
triði mánaði, frá tí at Guðri og maðurin fór
til Danmarkar, til tey komu aftur við ný
føddu gentunum.
Hetta var ein sera hørð tíð, og tað var
tungt at vera so leingi burtur frá hinum
báðum gentunum. Mamma og babba
komu ein lítlan túr niður at vitja saman
við teimum, men tað var bara í nakrar fáar
dagar, greiðir Guðri Larsen frá.
Tær báðar lítlu genturnar fingu fyrstu
tíðina bara mat við sondu, og onnur gentan
varð eisini fødd við hjartafeili, sum kravdi
nógvar kanningar, eftirlit og eina skurðvið
gerð, tá ið hon var einans fimm mánaðar
gomul.
So bara tað at taka sær av teimum báð
um, var meiri enn eitt fulltíðarstarv, og
mamma ruddaði sær kalendaran fyri at
hjálpa okkum. Sama dag, sum eg segði
henni, at eg var við barn, segði hon mær, at
hon hevði sagt seg úr sínum starvi. Og enn
tann dag í dag, hevur hon ikki funnið sær
nakað annað, tí hon hevur brúkt alla orku
upp á meg og míni, sigur Guðri Larsen.
Hon greiðir frá, at mamman, Anita,
mangan man hava havt troyttar føtur eftir
allar trillitúrarnar, og troyttar hendur frá
at halda í sondum, vaska fløskum, skifta
blæðum, vaska og rudda, spartla og mála,
rura og klemma, og tað er alt gjørt við tolni
og kærleika.
So tá ið eg sá greinina á www.in.fo,
har man bað um tilnevningar til Ársins
Mamma, vísti eg mammu greinina og
segði, at hatta var akkurát hon, men hon
bara flenti. Men eg eri ógvuliga takksom
fyri, at hon hevur vunnið, sjálvt um tað
ivaleyst er ein rúgva av øðrum mammum,
sum eisini hava uppiborið heiðurin, sigur
Guðri Larsen at enda.Umframt heiðurin
sum Ársins Mamma fekk Anita Tausen
eisini eitt blómutyssi frá Fípuni umframt
eitt gávukort á eina yvirnátting á Hotel
Hafnia fyri 2 við morgunmati á sjálvum
mammudegnum sunnudagin.
HETTA
KEMUR
PÚRA
ÓVART
Á MEG
Tað kom óvart á
Anitu Tausen, at hon
bleiv kosin Ársins
Mamma. Hon heldur,
at tað er øll familjan,
ið eigur heiðurin
TERJI NIELSEN
TERJI@SOSIALURIN.FO
T
að var ein ovfarin Anita
Tausen, sum fekk at vita frá
dóttrini, at hon hevði vunnið
heiðurin sum Ársins Mamma
í átakinum, sum vit á Sosialinum hava
skipað fyri hesa vikuna.
Eg takki sjálvsagt fyri heiðurin,
men eg veit ikki, um eg havi gjørt
nakað, sum nakar annar í somu støðu
ikki hevði gjørt, sigur Anita Tausen, ið
seinastu tvey árini næstan burturav
hevur hjálpt dóttrini Guðri við børnum,
barnsburði og húsarhaldi.
Várharra hevur gjørt
tað møguligt
Anita Tausen er ein trúgvandi kvinna,
og hon er heldur ikki í iva um, at tað
er Várharra, sum hevur gjørt sítt til,
at hon hevur havt møguleika fyri at
hjálpa dóttur síni.
Eg hevði møguleikan, tí eg júst var
farin úr starvi, og tí at eg havi ein mann,
sum kundi forsyrgja okkum báðum við
sínari inntøku. Og eg eri heldur ikki í
iva um, at Várharra hevur lagað tað
soleiðis, at tað bar til hjá okkum, sigur
hon.
Hon nevnir eisini hini børnini hjá
sær, tí meðan tað leikaði harðast við
børnunum hjá dóttrini Guðri, fingu
tveir synir hjá Anitu og mannninum
Oddmar, hvør sítt barn.
Eg elski øll ommubørnini líka nógv,
men eg brúkti alla orkuna uppá gentur
nar hjá Guðri, og tað stuðlaðu øll hini í
familjuni mær í. Hetta hevur verið eitt
felags projekt hjá allari familjuni. Tað
gjørdi eisini sítt til, at eg hevði yvirskot
til tað, sigur Anita Tausen.
Tætt knýtt at gentunum
Hon sigur, at tað hevur bæði verið
strævið og spennandi at vera um
ommubørnini í eini truplari tíð.
Hetta hevur gjørt, at eg havi knýtt
meg øgiliga tætt bæði til Guðri og til
genturnar, og hóast man ofta hevur
verið útlúgvað, so gloymir man alt
um tað, tá ið man sær tær taka fyrsta
fetið ella siga fyrstu orðini, sigur Anita
Tausen.
Hon gleðist bara um, at genturnar
mennast og blíva sterkari dag fyri dag,
og at síggja tað hevur verið alt stríðið
vert.
Anita Tausen saman við dótturini Guðri, uttast til vinstru, sum innstillaði mammuna, soninum
Ólavi, verdóttrini Gunn og fleiri av ommubørnunum. Mynd: Heini P. Hellisdal