mikudagur 6. mai 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 7. MAI 2020
SOSIALURIN 39
13
Norðfra ger 600.000
frikadellur um árið
- Tá korona-kreppan tók seg upp, minkaði
sølan av raspaðum flaki til matstovur og køkar,
men í seinastuni hava vit merkt, at sølan
so spakuliga er byrjað at veksa aftur, sigur
Jógvan Martin Hansen hjá Norðfra í Leirvík
VILMUND JACOBSEN
M
eðan sølan til priv
atfólk vaks, tá kor
ona-kreppan byrjaði
at gera um seg í Før
oyum, minkaði sølan á hinari
síðuni til matstovur og køkar. At
kalla allar matstovur lótu aftur,
og í staðin fyri at savna fólk til
máltíðir, varð roynt at spjaða fólk
á arbeiðsplássum sum mest - og
best - til tess at byrgja upp fyri
smittuspjaðing.
Jógvan Martin Hansen hjá
Norðfra sigur, at tey eisini merktu
hesa gongd - við minkandi sølu av
eitt nú raspaðum hýsufløkum og
øðrum fiskaúrdráttum til mat
stovur og køkar.
- Men, á hinari síðuni merktu
vit eisini, at sølan til privatkundar
vaks í hesum tíðarskeiði. Vit eru
høvuðsveitarar av fiskavørum
til nógvar handlar, matstovur og
køkar, og tað er greitt, at tá sølan
til matstovur og køkar mink
ar burtur í lítið og einki, minkar
samlaða sølan á føroyska markn
aðinum eisini, tí hetta eru í fleiri
førum so stórir keyparar.
Men, nú er við at venda aftur,
og tað fegnast tey á Norðfra um.
- Jú, vit merkja, at samfelagið so
smátt er við at lata seg upp aftur,
og vit mugu bara øll fegnast um,
at korona-smittan nú er undir eft
irliti, soleiðis at samfelagið kann
gerast so nøkulunda vanligt aftur,
sigur hann.
Raspað hýsuflak
Jógvan Martin Hansen vísir á,
at beinfrítt raspað hýsuflak iva
leyst er tann einstaka vøran hjá
Norðfra, sum selur mest á før
oyska marknaðinum, og her er
talan um nøkur tons um vikuna,
tá viðurskiftini eru vanlig.
- Eg vil meta, at eini 35 prosent
av okkara framleiðslu er raspað
hýsuflak og reint beinfrítt hýsu
flak.
Hann vísir á, at hýsa er ein
ómetaliga góður og vælsmakkandi
fiskur, sum allar flestu dáma. Tó
eru einstøk øki í Føroyum, har
toskurin vinnur á hýsuni, men
sum oftast er tað hýsan, sum við
skiftafólk spyrja eftir, tá tey vilja
hava beinfrítt fiskaflak.
- Tað eru tey allar flestu, sum
elska stokt fiskaflak – antin tað
er hýsa ella toskur, leggur Jógvan
Martin Hansen aftrat.
600.000 frikadellur
Men, Norðfra hevur eisini nógvar
aðrar frálíkar fiskavørur í sínum
útboði.
- Frikadellurnar og knettini
selja altíð væl, og her hava vit eina
veksandi sølu og eftirspurning. Vit
plagdu at liggja um einar 450.000
frikadellur og eini 1500.000 knettir
um árið. Men, í fjør vóru hesi tøl
væl størri. Okkara tøl siga, at
talið av frikadellum í fjør lá um
600.000 - og talið av knettum um
eini 200.000.
Jógvan Martin Hansen heldur
tað vera hugaligt at síggja, at før
oyingar í størri og størri tali keypa
tær góðu føroysku fiskavørurnar,
sum eru í útboði hjá føroyskum
veitarum.
- Vit eru her fyri okkara við
skiftafólk, og var eingin søla, var
heldur eingin framleiðsla. Tí er
hetta ein sera hugalig gongd sum
ger, at vit spenna okkum enn
meira út til tess at ganga okkara
trúgvu viðskiftafólkum á møti.
Øll framleiðslan hjá Norðfra er
úr daggomlum útróðrarfiski.
- Vit hava eisini ein fínan net
handil við okkara fjølbroyttu
fiskavørum og frálíka útboði, og
her er lætt at bíleggja tað, sum við
skiftafólk vilja hava, sigur hann.
Gongur væl í Danmark
Jógvan Martin Hansen fegnast
eisini um góðu gongdina hjá Norð
fra Danmark, sum selur fiska
vørur hjá Norðfra.
- Í hesum mánaðinum eru júst
trý ár, síðan vit tóku upp hetta
virksemi í Danmark, har fólk
kunnu bíleggja fiskavørur, sum
síðan verða koyrdar til dyrnar
í tveimum bilum, sum vit hava.
Her er sølan vaksin alla tíðina,
og tað eru ikki minst føroyingar,
sum búgva í Danmark og fólk, sum
frætta um frálíku fiskavørurnar,
sum keypa. Eisini eru fleiri før
oyskir kokkar í Danmark, sum
keypa fiskavørur frá Norðfra,
sigur Jógvan Martin Hansen, sum
eisini er nevndarformaður í Norð
fra Danmark.
Her í Leirvík verða nógvar
frálíkar fiskavørur
framleiddar - fyrst og fremst
til føroyska marknaðin
Norðfra í Leirvík framleiðir og selur umleið 600.000
frikadellur um árið, og sølan er veksandi