Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 39 15 MAMMUDAGSMORGUNMATIN Ger henni ein leskiligan kopp av væl umtókta dalgona kaffi Hesin leskiligi og vælumtókti kaffi­ drykk­urin hittar stórliga á sosialu miðl­ unum fyri tíðina, har uppskriftir og myndir eru lutaðar í hópatali. Hesin kaffidrykkurin smakkar einastandandi væl, er lættur at gera og onkursvegna ger hann bara løtuna serstaka. For­kela mamm­una við einum dalgona kaffi­ munni til morgunmatarborðið ella til eina hugna­løtu á mammudegnum. Dalgona kann njótast bæði sum kalt ís-kaffi og sum ein heitur umvendur cappuccino. Hesin søti drykkurin er so lættur at gera, at tá hann einaferð er royndur, er tað sera sannlíkt, at hann verður gjørdur aftur.   Tilfar: 3 súpuskeiðir av instant-coffee 2 súpuskeiðir av sukri 400-500 ml av mjólk Mannagongd: Píska kaffi, sukur og 3 súpuskeiðir av kókað­um vatni í einum bolla í á leið 5 min­uttir ella inntil blandingin er tjúkk, stív og luftig. Tað er umráðandi, at bland­ingin gerst luftig. Hetta er lættast við einum pískara, men tað kann eisini písk­ast við pískirís. Skal kaffi vera heitt, hita so mjólkina og stoyt í tvey gløs. Skal kaffi vera kalt, stoyt so mjólkina í tvey gløs og koyr ístern­ingar í, um tú vilt. Být pískaða tilfarið í helvt, og brúka eina skeið til at leggja tað pent omaná mjólk­ina. Borreið! Og rør drykkin, áðr­ enn hann verður notin.  Flógvar muffins við sjokolátu, banan og kaneli Lekkur er eisini við onkrum søtum á morg­unmatarborðinum, og hendan upp­ skriftin upp á banan og sjokoláta muffins er serstakliga lekkur, tí kanelið og ingiferið geva henni ein flógvan smakk. Hesar eru sera mettandi og kunnu saktans etast sum ein góður miðmáli seinni á degnum eisini Tilfar 180 gram av havragrýni 160 gram av hveitimjøli 225 gram av putursukri 2 súpuskeiðir av chiafræum 2 teskeiðir av bakipulvri ¾ teskeið av natron ½ teskeið av salti ½ teskeið av kaneli ½ teskeið av turkaðum ingifer Umleið 3 sera búnaðar miðalstórar bananir Góðar 200 ml av blak 2 súpuskeiðir av olju 1 stórt egg, pískað 75 gram av myrkari sjokolátu, smeltað Mannagongd: Set ovnin á 200°C. Set pappírs muffin­ formar í muffinsplatuna. Rør saman havragrýn, hveitimjøl, suk­ ur, chiafrø, bakipulvur, natron, salt, kanel og ingifer í einum stórum bolla. Mosa bananirnar í einum øðrum bolla, og vend blak, olju og pískaði eggini sam­ an við bananunum. Rør varliga saman við turra tilfarinum. Být deiggið í 18 muffin­ form­ar. Baka í 20 til 25 minuttir og lat kølna á rist í 10 minuttir. Lat síðani smeltaða sjololátu omanyvir.