Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 16 HUGSKOT TIL MAMMUDAGIN Sunnudagin 10. mei er mammudagur, og hóast koronasmittan framvegis setur sínar avmarkingar, eru kortini nógv hugskot at tríva í, skalt tú gera okkurt fitt fyri mammu tína. Tað ber sjálvandi til at keypa mammu tínari blómur, men vilt tú gera okkurt, ið ikki kostar pengar, ella kanska bara royna okkurt øðrvísi, hava vit savnað saman nøkur frálík hugskot BJÓÐA MAMMU HEIM TIL TÍN UM VIKUSKIFTIÐ Ger títt heim til mammusa hvíldarheim eitt vikuskifti. Ella leiga eitt summarhús, og ger summarhúsið til mammusa hvíldarheim. Lat mammu tína slappa av alt vikuskiftið, meðan tú tekur tær av øllum tí, sum skal gerast. Ger mat, vaska klæðir, gang túr við hundinum. Ongantíð betri, megnar tú at gera høvuðreint heima hjá mammu tíni ímeðan. GEV MAMMU TÍNI EINA MASSAGU Mammur stríðast og strevast, og onkuntíð skulu tær slappa av. Gev mammu tínari eina rygg- ella fótmassagu. Ja, føtir lukta, men tað gjørdi blæðan hjá tær eisini. GER EINA MINNISBÓK Finn tíni kærastu barnaminni (ella vaksnamannaminni!) saman við mammu tínari, og ger ein scrapbók. Kanska tú kanst finna góðar myndir, ið mamma tín hevur tikið, ella sum onkur hevur tikið av tær og mammu tínari. Set orð á, hví hetta minnið er so kært. Skriva í scrapbókina, hvat tú minnist, hvør var har, og hvat tú minnist um mammu tína tá. Eisini kanst tú lata nakrar síður vera tómar í bókini, sum mamma tín kann fylla út um hennara yndisminnir við tær. HYGG EFTIR MAMMUSA YNDISFILMI Nick Nolte, Paul Newman, Sean Connery, Brad Pitt, Robert Redford. Nógvir eru at velja millum, og onkrastaðni er hann, ið mamma tín hevði fingið sær, um ikki fyri pápa tín. Fyrireika eitt gott filmskvøld, har mamma tín sleppur at velja sín yndisfilm. Ger popkorn, keyp vín, víndrúvur, ost, sjokolátu og annað, og set tveir tímar eyka av, skuldi mamma tín ynskt at sæð ein film aftrat. MORGUNMATUR Á SONGINA Hóast mammur ofta eru fyrst á fótum, so er mammudagurin eitt gott høvi til at lata mammuna liggja eina løtu longri í songini. Ger ein megnar morgunmat við øllum tí, ið hoyrir til, og servera fyri mammu tíni á songini. Hevur tú sjálv/ur børn, er sjálvandi upplagt at fáa tey at taka lut í matgerðini, soleiðis at tey eisini kunnu forkela ommuna og læra, hvat tú kanst gera á mammudegnum. Eru tit ikki morgunfólk, ella hevur mamman kanska ikki so stóran matarlyst á morgni, ber sjálvandi til at skifta morgunmatin út við ein brunch. LÆRIÐ OKKURT NÝTT SAMAN Uttan iva hevur mamma tín gjørt sítt til, at tú ert komin heilskapt gjøgnum skúlaskipanina og hevur fingið onkran lærdóm í lívinum. Hví ikki nýta mammudagin at læra okkurt nýtt saman? Kvøldskúlin er á tremur við góðum tilboðum, so sum leirarbeiði, handarbeiði, urtagarðsarbeiði, fremmandamál ella blómubinding. Melda teg og mammu tína til eitt skeið á kvøldskúlanum sum eina frálíka gávu á mammudegnum. Er hetta ov trupult orsakað av koronasmittuni, ber eisini til at keypa tilfar í onkrum hobbyhandli og finna frálíkt undirvísingartilfar á Youtube. HOYR LÍVSSØGUNA HJÁ MAMMU TÍNI Mamma tín hevur livað longri enn tú, og ivaleyst hevur hon eisini aðrar upplivingar enn tú. Mamma tín er uppvoksin í einari aðrari tíð, so hví ikki seta til síðis ein tíma ella tveir til at lurta eftir søgum frá mammu tínari? Bið mammu tína fortelja tær um hennara uppvøkstur, hvar hon hevur búð, hvat hon kundi ynskt sær at verið, hevði hon havt eina aðra lívsleið. Tað eru kanska ikki allar mammur, ið eru eins prátingarsamar, so tað er kanska gott at spyrja nærri um tað ymiska og at hava onkrar spurningar, ið tú fegin vilt hoyra svarið til.