mikudagur 6. mai 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 7. MAI 2020
SOSIALURIN 39
17
Mammudagur úrslit av
amerikanska borgarakrígnum
Anna Jarvis setti á stovn mammudagin
til heiðurs fyri mammu sína, Ann Reeves
Jarvis, ið hjálpti særdum hermonnum
í amerikanska borgarakrígnum
STEINAR PATURSSON
H
óast mammudagur sum so er
eitt nútíðar fyribrigdi, so hevur
tað at hátíðarhalda mammur -
serliga móðurskap - røtur heilt
aftur í fornøld.
Í fornaldargrikkalandi vóru trúarbólkar
til móðurgudinduna Cybele, og Cybele
varð seinni eisini hátíðarhildin millum
rómverjar. Í mars mánaði høvdu rómverjar
eina viku, Hilaria, frá hálvum mars og eina
viku fram, ið varð sett av til at hátíðarhalda
Cybele.
Seinni er hátíðarhaldið fyri móðurskapi
knýtt at øðrum átrúnaðum, og millum
annað fleiri katólsk lond hátíðarhalda
mammudag sum hátíð Mariu moy.
Amerikanskan uppruna
Tað er kortini serliga amerikanska hátíðin,
ið hevur sett sín dám á mammudagin,
soleiðis sum vit kenna hann.
Tað var Anna Jarvis, sum fyrst í 20. øld
fekk staðfest mammudagin sum hátíðardag.
Mamma Onnu Jarvis, Ann Reeves Jarvis,
andaðist í 1905, og hon hevði verið íðin
friðaraktivistur, ið tók sær av løstaðum
hermonnum á báðum mótum í amerikanska
borgarakrígnum. Anna Jarvis helt, at lívs
virkið hjá mammuni var umráðandi og
segði nógv um tað at vera mamma. Tí fór
hon í 1905 undir at føra lobbyvirksemi fyri,
at amerikanska kongressin skuldi staðfesta,
at mammudagur var amerikansk høgtíð.
Sjálv skipaði Anna Jarvis fyri fyrsta
mammudegnum í 1908 til heiðurs fyri Ann
Reeves Jarvis.
Fyrstu tíðina gekk striltið at sannføra
kongressina um nýggja hátíðardagin, men
arbeiðið hjá Onnu Jarvis førdi við sær,
at longu í 1911 høvdu allir amerikansku
statirnir tikið dagin til sín, og í 1914 kunn
gjørdi Woodrow Wilson, forseti, at annar
sunnudagur í mei mánaða var tjóðardagur
til heiðurs fyri amerikanskum mammum.
Anna Jarvis ætlaði upprunaliga, at
mammudagur skuldi vera ein dagur um
kenslur og hugsan. Tað fall henni tí fyri
bróstið, at longu í 1920'unum var mammu
dagur í ávísan mun vorðin handilsvøra,
og prentað kort og blómur vórðu seld á
mammudegnum fyri peningaligan vinning.
Virðingin fyri mammum skuldi vísast við
handskrivaðum kortum, metti Anna Jarvis,
ið gjørdist so ørg um vinnuligu kósina, ið
mammudagurin hevði fingið, at hon endaði
við at boykotta mammudagin og hótti við at
leggja sak móti teimum, ið førdu vinnuligt
virksemi við mammudegnum.
Til Danmarkar við fyrra krígnum
Tað gingu nøkur ár, áðrenn mammudagur
fann vegin fram til Danmarkar. Christian
Svenningsen var í 1911 fluttur til USA, har
hann eisini seinni tók lut í fyrra heims
bardaga sum amerikanskur hermaður.
Tá hevði mammudagurin fingið stóra
undirtøku millum hernaðarfelagsskapir
av ymsum slag, og undir krígnum vórðu
amerikanskir hermenn eggjaðir til at senda
mammum sínum bræv á mammudegnum.
Líkt er eisini til, at hermenninir tóku væl
ímóti uppskotinum. Ein hermaður, Arthur
Wolff, er endurgivin í Time Magazine fyri
at skriva soleiðis til mammu sína 12. mei í
1918 úr Calais í Fraklandi: "Dagurin í dag
er mammudagur, og allir amerikanskir
hermenn senda í dag bræv heim."
Svenningsen helt, at hugskotið við
mammudegnum var eitt frálíkt hugskot,
og afturkomin til Danmarkar eftir krígslok
setti hann á stovn mammudagin saman
við felagsskapinum "De Allieredes Danske
Vaabenfæller", sum hann varð vorðin part
ur av.
Fyrsti mammudagurin í Danmark varð
hildin 12. mei í 1929 til eina blómufram
sýning í Forum, og fyriskipararnir høvdu
frammanundan hongt 1.100 mammudags
plakatir upp í Keypmannahavn.
Í Norra var mammudagurin komin nøkur
ár frammanundan. Fyrsti mammudagur
varð hildin í Norra í 1919, og tað var ein
kristin lærarinda, ið hevði virkað fyri, at
mammudagurin fekk innivist millum norð
menn. Kortini varð dagurin ásettur at vera
í februar, soleiðis at hann ikki órógvaði
norska tjóðardagin, sum er 17. mei.
Mammudagur í dag
Nú 100 ár seinni kann ikki sigast annað enn,
at Jarvis tapti dystin móti handilsvinnuni.
Blómuhandlar og onnur handilsvinna
hevur góðar dagar, tá mammudagurin er í
nánd. Men samstundis livir eisini mammu
dagurin í øllum góðum, og tað munnu vera
fá, ið ikki skeinkja mammu sínari ein tanka
á mammudegnum.
Ann Reeves Jarvis