mikudagur 6. mai 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 7. MAI 2020
SOSIALURIN 40
18
FRANTS JENSEN
S
einasta árið hevur stór
ósemja verið millum
bøndur og festarar á
aðrari síðuni, og so fleiri
av høvuðsleikarunum í ferða
vinnuni á hinari.
Stjórin í Visit Faroe Islands,
Guðrið Højgaard, segði soleiðis
í Sosialinum fyri viku síðani:
– Tað er eitt stórt stig frá
bóndalívi til ferðavinnu. Tað,
sum nakrir bøndur og óðals
menn hava gjørt viðvíkjandi
ferðavinnu í Føroyum, hevur
tíverri verið til skaða fyri ferða
vinnuna. Ongastaðni í Norður
londum kostar tað at ganga eftir
skervi og sandi. Men tað kostar
tað nú í Saksun. Fólk fáa heldur
ikki kvittanir. Tað uppliva tey
millum annað á Trælanípuni.
Prísstøði er eisini at undrast á.
Um fólk skulu rinda, so skulu
tey eisini fáa eina tænastu.
Hetta hevur tíverri gjørt, at
nógv ferðafólk hava fingið eina
neiliga mynd av Føroyum, segði
Guðrið Højgaard.
Lóggávan skal virðast
Stjórin í Jarðum, Símun Gullak
sen, vísir á, at tað grundleggjandi
manglar virðing fyri arbeiði og
rættindunum hjá bóndum og
festarum.
– Vit hava lóggávu á økinum,
og hon skal bara virðast. Møgu
liga skal tó okkurt smávegis
snikkast til, sigur Símun Gullak
sen.
Tað, sum hann millum annað
sipar til, er, at fólk kunnu ikki
bara fara, tá ið tey hava hug
og ganga, har teimum lyst
ir. Hann vísir á, at tað órógvar
landbúnaðin, millum annað
lembingina, rakstur, haru
skjóting, og at hagin slítist sera
illa, har nógv fólk ganga, og at
har verður einki bit eftir til
seyðin.
– Verandi lóg kann væl nýtast.
Hon sigur millum annað, at eig
arin skal spyrjast, áðrenn farið
verður í hagan. Tað skal bara
haldast, sigur hann.
Útlendingar gjalda,
føroyingar ókeypis
Hann vísir á, at Jarðir ynskir ikki
at taka rættin frá føroyingum at
fara í hagan.
– Tað er ferðavinnan, ið skal
rinda fyri at uppliva føroysku
náttúruna. Tað vil siga útlendsk
ferðafólk. Men eru tað stórir før
oyskir skipaðir bólkar, ið fara
avstað, so skulu tey eisini rinda,
sigur Símun Gullaksen.
Tá ið talan er um føroyingar,
ið hava útlendskar gestir á vitjan
í Føroyum, sigur formaðurin í
Jarðum soleiðis.
– Um tú til dømis hevur tveir
danskar vinir á vitjan í Føroyum,
og tú fert og vísir teimum vøkru
náttúruna, so skulu teir ikki
gjalda fyri tað, sigur Símun Gul
laksen.
Men hvat við
almannarættinum
at ganga í haga?
– Almannarætturin at ganga
kann ikki útinnast í Føroyum,
tí tað er nú einaferð soleiðis, at
hagarnir í Føroyum í høvuðs
heitinum verða nýttir til
landbúnaðarendamál og eru
matrikkuleraðir. Hartil eru sera
fá tílík litra økir, tað vil siga
alment skrásettir vegir – so tað
er burturvið at tosað um ein
almannarætt í Føroyum, sigur
Símun Gullaksen.
Virðingin manglar
Formaðurin í Jarðum vísir á, at
tey flestu kenna alt ov lítið til,
hvussu viðurskiftini eru skipað
hjá bóndum.
– Vit hava fýra lógir at halda
okkum til. Tað eru hagalóg, lóg
um landsjørð, girðingarlóg og
matrikkullógin. Tey, sum siga, at
vit bara rinda 50 til 100 krónur
í leigu um árið, og so hava vit
ræðisrættin á øllum, kenna als
ikki til viðurskiftini. Vit hava
eisini eitt festibræv, har tað
liggur í, at vit millum annað
mugu halda garðin, ogn, hegn og
annað. Festibrævið er umsetiligt
og hevur somu rættindi sum
ognarbrøv. Um ognin ikki er væl
hildin, hevur hon einki virði. Tí
ber tað stórar útreiðslur við sær
at hava ein garð, sigur hann.
Hann vísir á, at eingin í
Føroyum verður ríkur av at vera
bóndi.
– Teir flestu bøndurnir hava
okkurt annað starv við síðuna
av. Tað er áhugin fyri land
búnaðinum, sum drívur verkið.
Ferðavinnan kann vera eitt
bein við síðuna av, sum bøndur
kunnu hava, men av teimum 784
milliónunum, sum Visit Faroe
Islands reypar um, at ferðavinn
an kastar av sær, endar næstan
einki hjá bóndunum. Tað eru
onnur, sum forvinna peningin,
og í alt ov stóran mun dettur
peningur ikki niður, har hann
eigur. Men hetta skal broytast.
Vit, sum vara av jørðini í Før
oyum, skulu sjálvandi verða
ein náttúrligur partur av ferða
vinnumenningini, og vit skulu
sjálvandi hava møguleikan
at flyta okkum partvíst yvir
í tænastuvinnuna, soleiðis at
hetta kann betra um raksturin,
sigur hann.
Stórlætni frá Visit
Faroe Islands
Hann heldur, at ferðavinnu
smiðir og Visit Faroe Islands
hava verið stórlátin.
– Tey flestu ferðafólkini koma
ikki til Føroya fyri at sova á ein
um Hilton hotelli í Havn ella
at eta á fínari matstovu. Tað er
gott, at tey hava góðar umstøður.
Men tey koma fyrst og fremst
vegna føroysku náttúruna. Tað
er ikki sørt stórlætni, tá ið vit fáa
at vita frá Visit Faroe Islands og
øðrum, at vit bara skulu makka
rætt, sigur hann.
Hann vísir á, at tey millum
annað hava upplivað tað soleiðis,
tá ið Visit Faroe Islands í fjør og
aftur í ár ætlaðu at hava tiltakið
”Closed for maintenance”, har
ferðafólk koma at gera og bøta
um gøtur ymsastaðni í landi
num.
– Tey spyrja ikki jarðareigar
arnar um loyvi, ella hvat vit
halda. Tey tosa kanska við eina
kunningarstovu og onkra kom
munu. Onkur jarðareigari er tó
stutt frammanundan spurdur,
men samstundis hevur við
komandi fingið eitt skjal at
skriva undir, at hann ikki skal
taka pengar frá ferðafólki at
ganga gøtuna, sum ferðafólk
bøta um. Hetta ber als ikki til.
Um tey ynskja, at vit skulu vera
við, so mugu vit hava ein dialog.
Strategiin má fullkomiliga
broytast, sigur Símun Gullaksen.
Eyka bein at standa á
Stjórin í Jarðum vísir á, at før
oyski bóndin og festarin fegnir
vilja vera partur av ferðavinnuni.
– Sum nevnt eru fleiri bøndur
og festarar, ið hava annað arbeiði
við síðuna av. Teir síggja ferða
vinnuna sum eitt eyka bein at
standa á. Fleiri vilja gera nakað
við ferðavinnuna í staðbundna
økinum, men nógvir kenna seg
yvirrendar av øðrum fólki innan
ferðavinnuna, sum koma inn á
teirra øki. Tá ið lógirnar ikki
verða hildnar og virksemi hjá
bóndunum ikki verður virt, so
– Tá ið lógirnar ikki verða hildnar
og virksemi hjá bóndunum ikki
verður virt, so fara teir upp á
bakbeinini. Tað er ikki løgið.
Men vit vilja fegin samstarv,
sigur Símun Gullaksen,
nýggjur stjóri í Jarðum
MANGLAR VIRÐING
MANGLAR VIRÐING
FYRI BÓNDUM OG
FYRI BÓNDUM OG
FESTARUM
FESTARUM
Um vit ikki vera
hoyrd, so kunnu vit
eisini steingja allar
hagar sambært
galdandi lóggávu
Símun Gullaksen,
stjóri í Jarðum