mikudagur 6. mai 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 7. MAI 2020
SOSIALURIN 40
19
fara teir upp á bakbeinini. Tað
er ikki løgið, sigur Símun Gul
laksen.
Møsn at vit ikki
duga ferðavinnu
Hann hevur tosað við fleiri av
bóndunum og festarunum, har
nógv ferðafólk koma, og nú ætla
teir at skipa seg enn betur, so
teir eru til reiðar at taka móti
ferðafólki í 2021.
– Jarðir hevur keypt heima
síðuna hiking.fo, og hana ætla
fleiri bøndur at nýta sum pall
at bjóða túrar og aðrar tænastur
til ferðafólk í tí staðbundna øki
num. Í fyrsta umfari verður tað
serliga á teimum 10-15 støðunum,
har flest ferðafólk koma. Men
við tíðini verður vaksið um tað,
sigur hann.
Hann heldur ikki, at bønd
urnir nú fara at troka onkran
ferðasmið, sum longu ger túr í
økinum, av.
– Onkur sigur, at tað mugu
vera professionellir ferðaleiðar
ar, sum hava við ferðafólk at
gera. Tað er møsn at siga, at vit
ikki duga at reka ferðavinnu.
Tað duga vit sanniliga, og vit
kunnu gera tað betur enn onn
ur. Vit eru jú serfrøðingar, tá
ið talan er um at røkta haga og
lendi. Bøndur og festarar vita
møguliga ikki, hvussu eitt hotell
verður rikið, men vit duga sanni
liga at skipa góðar túrar fyri
fólki í høgum og náttúruni, har
vit eru best kend. Tað er stór
lætni at halda, at bøndur einki
duga. Tað eru fleiri bøndur, ið
hava góðar útbúgvingar, og við
at menna ferðavinnupartin,
er tað sjálvandi nærlagt, at vit
finna okkum røttu starvsfólkini
og møguliga skipa fyri ferða
vinnuskeiðum, sum eru hósk
andi til okkara øki, sigur Símun
Gullaksen.
Føroyskar vørur
Hann vísir á, at landbúnaður
og eginnýtsla er bara 2-3% av
BTU. Men um ferðavinna og
landbúnaður verða tengd sam
an, so kann tað vera 5-10% av
BTU.
– Landbúnaður á staðnum
kann eisini nýta nógv av tí, sum
verður framleitt á garðinum
til ferðavinnu. Tað kann vera
føroyskur matur, ymiskt, sum
veksur í urtagarðinum, gas
tronomi og annað, sigur hann.
Hann vísir á, at tørvur er at
bøta um viðurskiftini á fleiri av
støðunum, har nógv ferðafólk
koma út í náttúruna.
– Har nógv ferðafólk koma,
mugu vit hava góðar gøtur
at ganga á, vesiviðurskifti, og
møguliga parkeringspláss og
matarstøð. Um tað er neyðugt,
so mugu vit møguliga taka
pengar frá fólki fyri at fáa til
dømis gøtur gjørdar. Onnur
skulu ikki blanda seg uppí, hvat
vit vilja taka pengar fyri, sigur
Símun Gullaksen.
Landbúnaður er ikki
ímóti ferðavinnuni
Jarðir hevur sum sagt verið í
samskifti við Vinnumálaráðið.
– Vit fara beinleiðis til teirra,
ið yvirskipað leggja leistin fyri
ferðavinnuni, Vinnumálaráðið,
og ikki til ein stovn undir Vinnu
málaráðnum. Eg tosi væl við
Guðrið Højgaard og Jóhan Paula
Helgason frá Visit Faroe Islands,
og tey gera eitt gott arbeiði at
fáa ferðafólk til Føroya. Vit
fara eisini í næstu viku, at seta
okkum saman við Vinnumála
ráðnum, sigur hann.
– Tað eru fleiri bøndur, ið eru
ørkymlaðir. Eg havi sagt, at vit
skulu nokk finna eina loysn,
men tað er umráðandi, at báð
ir partar lurta eftir hvørjum
øðrum, geva seg og virða hvønn
annan, sigur hann.
Hann vísir á, at neyðugt er at
fáa gott samstarv.
– Landbúnaður skal ikki setast
upp ímóti ferðavinnuni. Land
búnaður skal hinvegin eisini
vera partur av ferðavinnuni.
Okkara áhugi er at fáa samstarv.
Um Vinnumálaráðið heldur, at
Visit Faroe Islands eisini skal
við í prátið, so mugu teir kalla
tey inn. Um vit ikki vera hoyrd,
so kunnu vit eisini steingja allar
hagar sambært galdandi lóg
gávu, sigur Símun Gullaksen.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
FRANTS JENSEN
F
yri einum góðum
mánaði síðani varð
Símun Gullaksen
settur sum stjóri í
Sp/f Jarðir. Hann tók yvir
eftir
Sigert
Patursson.
Símun Gullaksen er eisini
bóndi á Uppistovugarðinum
í Hattarvík og hevur haga
partin Eystfelli.
– Koronasmittan hevur
hjálpt okkum, so at vit nú
hava tíð at fáa skipað viður
skifti fyri ferðavinnuna í før
oysku náttúruni. Í 2021 skulu
vit veruliga fara til verka,
sigur Símun Gullaksen.
Enn er Jarðir, sum Føroya
Óðalsfelag og Bóndafelag
Føroya hava sett á stovn, og
sum hevur til endamáls at
samskipa áhugamálinum
hjá bóndum og festarum,
ikki komið við felags útspæli
at fáa skipað viðurskifti um
ferðavinnu í føroysku høgun
um. Tilsamans eru 477 haga
partar í landinum.
– Vit hava havt fleiri góð
prát við landsstýrismannin,
Helga Abrahamsen, og við
umsitingina hjá honum. Tey
kenna okkara tankar, sigur
Símun Gullaksen.
Einføld frá
boðanarskipan
Hann vil ikki siga okkum alt,
sum teir hava prátað um,
men hann leggur tó dent á,
at ferðavinnan má skipast, og
byrjast má á teimum støðum,
har flest ferðafólk koma.
– Vit hava lóggávu á øki
num í dag, og hon ber væl til
at nýtast. Hon sigur millum
annað, at eigarin skal spyrjast,
áðrenn farið verður í hagan. Í
dag er tað ov trupult, tí tað eru
alt ov nógv telefonnummur
at ringja til, og tí siga fólk
ikki frá. Vit arbeiða tí við at
fáa eina einfalda fráboðan
arskipan, har sigast kann
frá á einum staði, tá ið farið
verður. Tað kann vera eitt
telefonnummar, ein app, ein
qr-kota, eitt chipp í einum
lykli, sum skrásettur, tá ið
fólk koma inn í ein haga ella
okkurt annað. Tað eru ymisk
ir tekniskir møguleikar, sum
vit nú kanna nærri, sigur
Símun Gullaksen.
Hann vísir á, at um tað
er ein einføld skipan, so eru
nógvir fyrimunir við henni.
– Um tað er ein skipan, ið
er skjót og einføld at nýta, so
taka fólk hana til sín. So vænti
eg eisini, at vit sleppa undan
at hava portur. At portur er
komið í Saksun, og at fólk
standa vakt aðrastaðni, er tí
at fólk ikki boða frá. So fara
eigarar upp á bakbeinini, sig
ur Símun Gullaksen.
Trygd og hagtøl
Sjálvur er hann optimistiskur
og væntar, at fólk fara at
halda seg til áheitanirnar.
– Vit hava sæð tað síðstu
tíðina, at løgmaður og
myndugleikarnir hava heitt
á fólk um til dømis at fara í
sóttarhald, tá ið tey koma til
landið, og tey allar flestu gera
eftir áheitanini. Vit vænta
eisini, at fólk vilja boða frá
gongd í haga, um tað er ein
einføld skipan, sigur hann.
Men um fólk ikki siga frá
og bara fara út í náttúruna, so
hevur hann ikki nakað svar,
hvussu lógin so skal hand
hevjast.
– Tað skal virðast. Um tað
ikki verður virt, so fara tað
eisini at vera keðiligar støður
í framtíðini, sigur Símun Gul
laksen.
Hann vísir á, at nógvir fyri
munir eru við eini einfaldari
fráboðanarskipan.
– Tá kunnu vit hava
trygdina við. Vit fáa neyðug
hagtøl av ferðandi, hvørji
eru føroyingar og hvørji eru
útlendingar, umframt nógvar
aðrar fyrimunir, sigur hann.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– Vit arbeiða við at gera eina einfalda skipan
við fráboðan, tá ið fólk fara í hagan. Føroyingar
skulu ganga frítt, men útlendingar og
ferðabólkar skulu gjalda fyri at fara í hagan,
sigur nýsetti stjórin í Jarðum, Símun Gullaksen
Einføld frá
boðanarskipan
um gongd í haga
Tað er ikki sørt
stórlætni, tá ið vit
fáa at vita frá Visit
Faroe Islands og
øðrum, at vit bara
skulu makka rætt