Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 20 FRANTS JENSEN N akrar smábygdir hava verið yvirrendar av ferða­fólki, og lands­ stýris­maðurin um­ hugs­ar at gera nakað, so at tað eisini er liviligt í bygdini. – Tað eru nakrar kommunur, ið hava víst á henda trupulleikan. Kanska hatta er ein loysn at steingja bygdina fyri ferðafólki ávísar dagar, sigur Helgi Abra­ hamsen. Lagt fram eftir ólavsøku Hóast koronasmittan hevur órógvað og seinkað nógv virk­ semi í samfelagnum, so ætlar Helgi Abrahamsen framvegis at leggja uppskot fram um at broyta lóg um landsjørð og gongd í haga beint eftir ólavsøku. – Beint áðrenn koronasmittan rakti okkum, vóru okkara fólk í ráðnum liðug at vitja ymsar partar, sum hava við málið at gera kring landið. Talan er bæði um bøndur og festarar, kom­ munur, ferðavinnusmiðir og onnur. Nú verður arbeitt við lógarsmíðnum, sigur Helgi Abra­ hamsen. – Eg vóni, at vit fáa eina góða loysn. Men hvat hendir í løg­ tinginum, veit eg ikki. Har eru eisini nógv ymisk áhugamál, sigur Helgi Abrahamsen. Kunnu liva við Júst hvat endaliga innihaldið verður, vil hann ikki siga, men hann endurtekur tað, ið hann hevur nevnt áður. – Vit vóna at finna semju. Eg vænti ikki, at nakar av pørt­ unum fara at rópa hurra fyri henni, men tað verður tó nakað, sum tey kunnu vera nøgd við og liva við. Allir partar mugu nokk geva seg eitt sindur, sigur Helgi Abra­hamsen. Trygdin hevur nógv at siga Hann vísir á, at kornasóttin hevur gjørt, at teir sum polit­ iskur myndugleikin hava vunnið tíð, tí at nú eru ferðafólk ikki í landinum, og tí er ikki nógv stríð um hetta í løtuni. Honum dámar væl hugskotið hjá Jarðum um at hava eina ein­ falda fráboðanarskipan. – Hetta er eisini nakað, ið vit halda vera áhugavert. Trygdin hevur nógv at siga, og við eini tí­líkari skipan ber til at finna út av, hvar fólk eru. Tað er ikki í lagi, at ferðafólk í føroysku náttúruni hava verið saknað í fleiri mánaðar, og vit vita einki um tað. Sera gott um vit eisini fáa eina einfalda skipan, sigur hann. Lógin verður broytt Landsstýrismaðurin ætlar ikki at varðveita verandi lóggávu um gongd í haga ella møguliga bara at gera smáar broytingar í henni, sum Jarðir ynskja. – Tað eru tvær lógir frá 1937, og tær eru avoldaðar. Tær eru frá eini tíð, tá ið tað vóru heilt onnur viðurskifti í landinum. Lóg­in er millum annað gjørd fyri at forða, at fólk fóru at stjala ull. Vit mugu hava nýggj lóg­gávu, men bøndur skulu eisini hava síni rættindi og loyvi at reka sítt virksemi uttan at verða órógvaðir, millum annað tá ið fjallgonga, haruskjóting ella annað er, sigur Helgi Abra­ hamsen. Einki gjaldsportur Gjaldsportur vil lands­stýris­ maðurin ikki síggja. – Nei, vit skulu ikki hava g jaldsportur. Føroyingar skulu hava rættindi at fara út í náttúruna uttan at gjalda fyri tað. Tað er eisini neyðugt, at um peng­ar skulu krevjast frá fólki, so skal ein tænasta eisini vera, sigur Helgi Abrahamsen. Hann vísir tó ikki aftur, at um hagin vil gera ella bøta onkra gøtu, so kann tað eisini vera neyðugt hjá bóndum ella øðrum at taka eitt ávíst gjald. Fleiri bjóða seg fram Hann leggur dent á at tað er týð­ andi at hava gott samstarv við allar partar. – Eg nevndi á Bún­aðar­ stevnuni í Klaksvík herfyri, at tað er gleðiligt at síggja, at fleiri bønd­ur hava hug at bjóða seg fram í ferðavinnuni. Tað eru stór­ir møguleikar í hesum, og tað gevur teimum eisini nakað eyka í mun til landbúnaðin, sigur Helgi Abrahamsen. FRANTS@SOSIALURIN.FO Steingja smábygdir fyri ferðafólki ávísar dagar – Kanska vit kundu gjørt tað soleiðis, at onkrar smábygdir bara tóku móti ferðafólki til dømis fimm dagar um vikuna, meðan hinir tveir dagarnir í vikuni vóru stongdir fyri ferðafólki, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum Nei, vit skulu ikki hava gjaldsportur. Føroyingar skulu hava rættindi at fara út í náttúruna uttan at gjalda fyri tað. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum MYND: ÁLVUR HARALDSEN