Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 39 21 Fiskapylsurnar gjørdust gerandisvørur í Føroyum - Nú PrimaFisk og Knetthúsið eru eitt og sama virki, hava vit eisini eitt størri vøruútboð - við bæði kølivørum og frystivørum, sigur Jan E. Petersen, ið er maðurin, sum breyt upp úr nýggjum við kendu fiskapylsunum VILMUND JACOBSEN G jøgnum mong ár hevur Leirvík verið at rokna sum ein matkovi, og tað er bygdin ikki minni í dag. Her eru virki, sum framleiða til føroyska marknaðin, og her eru virki, sum metta mangar ev­rope­ ar­ar við gulllaksafarsi frá Tav­ uni og afrikanarar við turk­að­um høvd­um frá Høvda­virk­inum. Á føroyska marknaðinum eru kendastu fyritøkurnar í Leirvík, Norðfra við sínum raspaðu fløkum, fiska­frikadellum og knettum um­ framt mongum øðrum fiska­vør­ um - og so PrimaFisk við sín­um fiska­pylsum, fiskabúffum, fiska­ suppu, knettum, frikadellum og fiska­flaki. Long siðvenja Tað er eitt felag hjá Jan E. Petersen, Sp/f Taste The Faroe Islands, ið eigur og rekur PrimaFisk í Leir­ vík og sum nú eisini eigur Knetta­ virkið, har alt virksemið hjá fyri­ tøk­uni nú er. PrimaFisk byrjaði sítt virksemi í leigaðum hølum í Tavuni í 2004 og hevur soleiðis 16 ár á baki í ár. Knetthúsið hevur 50 ár á baki, og í hesum ári - 2020 - verða 110 ár lið­in, síðan Karl Hansen byrjaði sítt virksemi á Toftanesi í Leirvík. Hetta er long siðvenja við meir­ virking av fiskatilfeingi í bygdini. Væl nøgdur Jan E. Petersen sigur, at hóast kor­ ona-farsóttin eisini setti Føroyar niður í ferð, hevur verið arbeitt á virkinum hvønn dag, og hann er sera væl nøgdur við ta undirtøku, sum framleiðslan á virkinum hevur fingið. - Nú PrimaFisk og Knetthúsið eru eitt og sama virki, hava vit eisini eitt størri vøruútboð - við bæði kølivørum og fryst­um vør­ um. Aftrat ymisku fiska­pyls­un­ um, sum eg havi framleitt hesi ár­ini, síðan PrimaFisk byrjaði, fevnir útboðið nú eisini um raspað fiskaflak, fiskafrikadellur, smá­ frika­dellur, knettir og fiska­burg­ arar, sigur hann. At virðisøkja Endamálið hjá PrimaFisk var frá byrjan at gagnnýta, virðisøkja og meirvirka gulllaks til eina ger­ andisvøru. - Við støði í heilsugóðari vøru varð farið undir at framleiða fiska­ pyls­ur til døgurðamat eins væl og til viðskera, sigur Jan E. Petersen. Hann vísir á, at eftir at Knett­ húsið nú eisini er keypt og um­ bygt, er alt virksemið og útgerðin hjá PrimaFisk, sum hevur verið í Tav­uni síðan 2004, flutt í Knett­ húsið. - Fremsta orsøkin til, at Prima­ Fisk fór at arbeiða við pylsum, var, at fyritøkan ikki skuldi í beinleiðis kapping verandi framleiðslu í økinum. Jan E. Petersen ásannar, at tíð­ in stendur ikki í stað, og nú er so saml­aða vøruúrvalið hjá fyri­tøk­ uni munandi størri, enn tað var tey fyrstu 15 árini. Fiskapylsurnar hjá PrimaFisk, sum verða virkaðar við ymiskum smakki, fáast framvegis kring alt landið og eru gerandiskostur mill­ um føroyingar, bæði heima og utt­ an­lands. Eyðkenda tekningin At enda kunnu vit nevna, at eyð­ kenda tekningin, sum er á pos­ an­um við kendu og væl­um­tóktu leir­víks­knettunum, er teknað og signerað av Óla Petersen í 1972, tó at gamla familjufyritøkan í Leir­ vík í ár hevur 110 ár á baki. Eftir at Jan E. Petersen yvirtók Knettavirkið, er henda tekning framvegis ímyndin av góðu og væl­umtóktu leirvíksknettunum.