Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 22 Gamla kaaffistovan á Bacalao er nú karmur um framleiðslu av italskum ísi í Føroyum ÁRNI GREGERSEN B acalao verður av teimum flestu sett í samband við fisk og í Havn verð­ur hugsað um stóra flaka­ virkið á Vestaru bryggju, tá ið navnið verður nevnt. Nakað av fiskavirking er fram­ vegis í niðastu hæddini, men fer tú longur inn og nakrar hæddir upp, har kaffistovan fyrr var, so renn­ir tú teg í framleiðslu, sum onki hev­ ur við fisk at gera. Íverksetin Kenneth Ellefsen hús­ast har við sínum lítla fram­ leiðsluvirki. Hann framleiðir ís til føroyska heimamarknaðin. - Ja, vit hava gjørt hetta í skjótt trý ár. Vit framleiða alt slag av ísi, men tað verður alt homdgjørt úr fyrsta floks rávørum, sigur hann. Felagið eitur Ís og hevur hig­ar­ til mest ført seg fram við at gera ís­ lag­køkur og dessert ís. Ofta verður hetta gjørt til fólk, sum umbiðja eina ávísa vøru, men fyritøkan ger eisini aðrar ísar í portiónum. - Tað sum vit hava lagt okkum eft­ir at gera er ein fyrstafloks ís, sum er gjørdur við hond. Eg havi ein lærdóm innan hetta, sum ger at eg dugi at gera ísar av øllum slag. Tú kanst sjálvur velja smakkin. Eg skal nokk gera tað til ein lekran ís, har smakkirnir javnviga, sum tú vilt hava teir at gera, sigur Keneth Ellefsen. Ronyndi seg við øðrum Kenneth Ellefsen flutti til Føroyar fyri eini sjey árum síðani. Frammandundan hevði hann arbeitt nógv innan súkling, har hann millum annað var vødda­ mýkj­ari og viðgeri annars. Hann fann sær føroyska konu og tey valdu at flyta til Havnar at búgva. - Sjálvandi skuldi eg finna mær okkurt at gera. Eg byrjaði við ymiskum, millum annað við at roykja laks við froyskum urtum. Tað vísti seg, at fleiri matstovur í Keypmannahavn høvdu áhugað í hesum, men tað vísti seg skjótt, at skuldi eg arbeiða víðari við hesum, so noyddist eg av heilsufrøðilgum ávum at gera stórar íløgur, sigur hann. Hann kannaði eisini møgu­leik­ arnar at arbeiða við sild og góðska sild til matstovur og annað, men eisini tað kravdi størri íløgur enn hann var tilreiðar at gera. - Men í Føroyujm eru nógvir møgu­leikar. Tað er sum í Wild West, men samstundis eru forð­ ing­ar av ymiskum slag, sum ikki altíð eru so skilagóðar, sigur Kenn­ eth Ellefsen. Ísáhugi Kenneth Ellefsen hevði í mong ár, áðrenn hann kom til Føroyar, ferðast sum viðgeri saman við yrkis súkklarum. Hetta hevði við sær, at hann búði í longri tíð­ar­ skeið í Italia, har fleiri av donsku yrkissúkklarunum búðu. - Flestu vita, at í Italia fæst altíð góður ísur. Tey duga handverki at gera ís og vit tosaðu ofta um, at vit áttu at gjørt ís av tí slagnum í Keypmannahavn, men vit komu ongantíð so langt, sigur hann. - Vit tosaðu við kommununa í Keypmannahavn um at fáa eitt stað, men meðan vit arbeiddu við ætlanini, byrjaði ein av tedimum stóru ísfyritøkunum at gera tað sama í Keypmannahavn, so vit sleptu ætlanini, sigur hann. Dreymin við til Føroyar Men hann slepti ikki dreymunum um ís. Tá ið hann hevði verið her eina tíð, tók hann verkætlanina fram­ aft­ur. Hann helt, at sjálvandi ber eisini til at gera italskan ís í Før­ oyum. Tað vísti seg, at hann slapp inn í kaffistovuna og køkin á gamla Bacalao. Har eru umstøður at fram­leiða ís. - Tað hava vit nú gjørt í eina tíð. Vit gera ísin við hond úr bestu rávørum og vit gera nógv ymisk sløg, sigur Kenneth Ellefsen. Hann sigur, at hann hevur nomið sær lærdóm, hvussu ísur skal gerast og hvat skal til fyri at hann hevur tann fríska mjólka- og rómasmakkin. Tað er grundarlagið undir sjálvum ísinum og at tað gevur eitt ís-upplivilsi at eta hann. -Hitt er sjálvandi smakkurin, sum meira ella minni veldst um hvør tað er sum etur. Vit duga at gera smakkin, sum kundin vil hava hann og at ísurin so samstundis hevur tann konsistens og frísk­ leika, sum slíkur ísur gevur. Framleiðsla Ísurin verður framleiddur á Vest­ aru bryggju í Havn. Ætlanin var ITALSKUR FØRO ÍSUR FÆST Í FØ