Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 24 Vit vilja dygd til ein kappingarføran prís - Vit vilja ikki víkja frá dygdini og framleiða og selja bíliga máling, sum lítið nyttar. Tað gevur onga meining. Viðskiftafólk hava krav upp á, at málingini, tey keypa, er haldbar og góð. Vit leggja okkum eftir dygdini til ein kappingarføran prís, sigur stjórin í Strandamáling, Jógvan Óli á Fríðriksmørk VILMUND JACOBSEN S trandamáling hevur sín uppruna heilt afturi í 1975, tá Jóhan Thorleifsson stovnaði fyritøkuna. Hann hevði hug at fara undir ótradi­tionelt virksemi og ein teirra, sum hjálpti honum at leita eft­ir hugskotum og møguligum fram­leiðslum, sum ikki vóru her framm­anundan, var táverandi ídnað­ar­ráðgevin, Tormóður Dahl. Longu, tá lunnar vórðu lagdir undir málingaframleiðslu á Strond­um, varð samstarv fingið í lag við íslendska fyritøku og mál­ inga­framleiðara. Hetta samstarv hev­ur vart øll árni og er framvegis týð­andi grundarlag undir virk­ sem­inum og framleiðsluni á Strond­um. - Hetta er ein stór, sterk og seriøs ís­lendsk fyritøka við drúgvum royndum innan framleiðslu av mál­ing, og øll árini hava vit havt loyvi til at brúkt teirra uppskriftir og servitan. Tað sigur Jógvan Óli á Fríð­ riks­mørk, sum er stjóri og eigari av felagn­um, Sp/f Kveik, sum í dag eig­ur og rekur Strandamáling. Gjøgnum mong ár í hesum virk­ semi hevur hann drúgvar royndir sum framleiðari. - Í sínari tíð vóru tað einar tríggj­ar fyritøkur í Íslandi, sum fram­leiddu máling, men sum ár­ ini gingu, var bara henda eina fyri­ tøk­an eftir, og tað er júst henda fyri­tøka, sum Strandamáling fram­vegis samstarvar við í dag. Av­tal­an ber í sær, at vit fáa allar tær uppskriftir, vit vilja, eins og vit fáa alla ta kunning, vit ynskja. Einki stendur í stað. Alt mennist, og krøvini veksa. Jógvan Óli á Fríðriksmørk vís­ ir á, at hevði Strandamáling ikki havt hesa loyvisavtalu, hevði fyri­ tøkan á Strondum noyðst at havt ein stóran yvirbygning, sum ikki er neyðugur í dag, og tá hevði Stranda­máling eisini noyðst at brúkt nógv meira tíð og orku til onnur ting enn sjálva fram­leiðsl­ una. - Vit brúka somu mannagongdir, sum íslendska fyritøkan ger, og samstarvið ger eisini, at vit hava data upp á alt, vit gera, og vit vita ítøkiliga, hvat alt er, sigur hann. Virðisøkja rávøruna Einasta, sum Strandamáling keyp­ ir úr Íslandi, er onkur sermáling, sum lutfalsliga lítið verður brúkt av í Føroyum og sum tað tískil ikki loysir seg at framleiða á virkinum á Strondum. - Í einum málingablikki eru ein­ar 15-20 ymiskar rávørur, og her hava vit veitarar kring um í Ev­ropa og ikki í Íslandi. Jógvan Óli á Fríðriksmørk vísir á, at Strandamáling framleiðir og soleiðis eisini virðisøkir rá­vør­ur­ n­ar, sum felagið keypir úr ym­ isku londunum - eftir ís­lendsk­um upp­skriftum, mannagongdum og stand­ardum. - Vit kunnu samanbera hetta við eina kvinnu, sum bakar breyð. Tó at hon ikki eigur upp­skrift­ina sjálv, eru breyðini hennara. So­ leiðis virðisøkja vit eisini tær rá­ vørur, sum vit keypa úr ym­isk­um lond­um, og hetta verður til best egn­aðu máling til føroysk við­ur­ skifti, sum eru krevjandi, bæði til hald­føri og dygd av máling. Jógvan Óli á Fríðriksmørk er onga løtu í iva um, at nógvir veit­ arar eru við góðari máling, men hann torir at siga, at Stranda­mál­ ing hevur longri haldbari í før­ oyska veðurlagnum til eitt nú hús, íbúð­ir og garðar enn málingin hjá øðr­um veitarum hevur. - Hvør skuldi vitað betur enn vit í Føroyum, hvussu man framleiðir máling til føroyska veðurlagið, tá Strandamáling skjótt hevur verið á marknaðinum 45 ár, spyr hann brosandi. Strandamáling syrgir soleiðis fyri, at rávøran, sum fyritøkan keyp­ir úr útlandinum, verður fram­leidd og virðisøkt í Føroyum. Góðir vakstrarmøguleikar Fyrstu ferð, at Jógvan Óli á Fríð­ riks­mørk gjørdist parteigari í Strandamáling, var, tá hann og Eiv­ind Jacobsen sum høvuðs­eig­ arar keyptu fyritøkuna í 1996. - Í ár 2000 bygdu vit út, og í tí sam­bandi fingu vit eisini nýggjar íleggjarar, tó at vit tá framvegis vóru høvuðseigarar. Í 2007 vóru Eivind Jacobsen og eg samdir um, at annar av okkum skuldi selja, og tá keypti Eivind Jacobsen fyri­ tøk­una. Í 2011 keyptu Fróði Sig­ vards­sen og eg fyritøkuna, harav Fróði átti síni 75 prosent - og í 2015 keypti eg so alla fyritøkuna. Jógvan Óli á Fríðriksmørk held­ ur, at tað viðhvørt kann kennast eitt sindur einsligt í fyritøkuni, og hann dylur ikki fyri, at hann kundi hugsað sær onkran at samstarvað við, sum eisini átti lut í fyritøkuni. - Strandamáling hevur eftir mín­um tykki ógvuliga góðar vakstr­armøguleikar. Vit hava eina góða vøru, og vit hava góðar um­støður, bæði til framleiðslu og goymslu. Stórt potentiali er í fram­leiðslu­ork­uni, sum er rætti­ liga stór, og vit kunnu sakt­ans vinna ein nógv størri markn­að­ ar­part. Strandamáling hevur røtur heilt aftur til 1975 Strandamáling verður seld í 10 ymiskum handlum kring landið