mikudagur 6. mai 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 7. MAI 2020
SOSIALURIN 39
25
Hann heldur, at tað er alt hetta,
sum ger tað so spennandi við
Strandamáling.
- Um stutta tíð letur eisini Eyst
uroyartunnilin upp, og hetta fer
avgjørt at lata upp fyri nýggjum
møguleikum og avbjóðingum. Tí
kundi eg hugsað mær onkran at
samstarvað við í tíðini, sum liggur
fyri framman, men mítt ynski er,
at ein nýggjur samstarvspartur
er í Føroyum og ikki útlandinum.
Stjórin vísir á, at hann brennur
fyri málingavirkinum, og hansara
ynski er, at Strandamáling fram
haldandi verður ein neutralur
veitari, hagar øll, bæði privatfólk,
málarameistarar, málingahandlar
og onnur, skulu kunna venda sær
og fáa alla ta vøru, tey ynskja sær.
- Sølan hevur gingið væl í vár,
og nú summarið nærkast, er sølan
framvegis góð. Vit eru í einari
góðari periodu, og hetta forpliktar,
tí vit vita, at sólin skínir ikki allan
dagin, sum Jógvan Óli á Fríðriks
mørk tekur til.
Eisin á Instagram
Tað eru einir 10 handlar, sum
hava Strandamáling við í sínum
konsepti kring landið. Hesir
handlar standa fyri umleið 65
prosentum av umsetninginum
hjá framleiðaranum á Strondum.
- Siga vit, at handlarnir standa
fyri umleið 65 prosentum av søl
uni, eiga vinnufyritøkur, sum í
fyrsta lagi eru málarameistarar,
síni 20 prosent - og síðan selja vit
umleið 15 prosent beinleiðis av
virkinum her á Strondum.
Jógvan Óli á Fríðriksmørk vísir
á, at øll vøran, sum Strandamáling
selur, fer beint av goymsluni og út
til keyparar kring landið.
- Í summum økjum í Føroyum
hava vit ein rættiliga stóran markn
aðarpart, og aðrastaðni er part
urin minni.
Tað er eingin loyna, at nógvar
fyritøkur eisini brúka Facebook
til ein part av marknaðarføringini,
men seinastu tíðina hevur dóttir
stjóran á Strandamáling - Marjun
- eisini lagt myndir út á Instagram.
- Hetta eru ókendar leiðir í mín
ari verð, men eg má ásanna, at
hetta, sum dóttirin hevur gjørt,
hevur lyft undir søluna av inn
anduramáling. Flestu hava sínar
fyrimyndir, og tað tað vísir seg,
at tá myndir verða lagdar út á
Instagram av nýmálaðum rúmum
- pyntaðum við nøkrum blómum
ella gummifruktum - er hetta
nakað, sum fangar. Hetta skapar
forvitni. Fólk síggja, hvør kotan til
litin er, og skjótt kunnu ringarnir
breiða seg, og fólk fara at keypa.
Jógvan Óli á Fríðriksmørk held
ur skemtandi fyri, at tað - eisini í
hesum førinum - helst er neyðugt
at ýla, sum teir úlvar, tú ert ímill
um.
- Strandamáling noyðist eisini
at halda seg har, sum fólkini - ella
málbólkarnir - eru, og í hesum
førinum vil eg meta, at Instagram
vendir sær til bólkin umleið 30
pluss, sigur hann.
Góð og haldbar máling
Føroysk máling fæst til alt,
sum hevur við hús og íbúðir at
gera, íroknað betong - ella til alt
frá terassu til bað. Fyritøkan á
Strondum hevur eisini skipslakk,
sum serliga verður brúkt til bátar,
maskinrúm og omandeks á skipi.
- Vit hava valt, hvat tað er, vit
vilja framleiða. Vit vilja ikki víkja
frá dygdini og selja bíliga máling,
sum lítið nyttar. Tað gevur onga
meining. Viðskiftafólk hava krav
upp á, at málingini, tey keypa, er
haldbar og góð. Vit leggja okkum
eftir dygdini til ein kappingarføran
prís, leggur stjórin at enda aftrat.
- Øll vøran, sum Strandamáling selur, fer
beint av goymsluni og út til keyparar kring
landið, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk
Tá tú keypir Strandamáling, keypir tú føroyska framleiðslu