mikudagur 6. mai 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 7. MAI 2020
SOSIALURIN 40
26
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
S
tutt eftir kríggið komu
tvær bøkur út um hesa
tíðina. Tær vóru Bumbur
yvir Føroyar hjá Petur
Háberg og Víkingasynir hjá Ják
upi Joensen, prósti. Seinni skriv
aði Niels Juel Arge eina bókarøð
um hesa tíðina. Kortini er altíð
meira, sum kann leggjast afturat.
Tað hava verið mong minning
arhald um teir, sum fórust á sjón
um hesa tíðina.
Danska kirkjan í Newcastle
í Onglandi hevur hvørt ár havt
minningarhald fyri teir føroying
ar og danir, sum doyðu á sjónum
undir krígnum.
Serliga nógv varð gjørt burtur
úr rundum døgum, sum í 2005, tá
ið 60 ár vóru liðin, síðani krígslok.
Burtur úr hesi luttøku kom ein
hópur av frásøgnum í FF-blaðn
um. Áhugað kunnu finna tær á
heimasíðuni:
www. olijacobsen.com
Farast skal til FF-blaðið, og so
til fylgjandi nummur av blaðnum:
343, síðurnar 12, 13
344, síðurnar 9,10,15,16
345, síðurnar 11, 14,15,16,17,18
Hondin sum broytti kósina
Í Newcastle hittu vit tá Dion Vest
ergaard, ættaður úr Vági, búsit
andi í Danmark. Pápi hansara
var Dánjal Johan Vestergaard.
Dion greiddi frá eini heilt serligari
hending sum pápanum kom fyri.
“Pappa var skipari á "Vilhelm
inu". Hann sigldi undir øllum
krígnum millum Ísland, Ongland
og Føroyar við fiski. Ein túrin teir
fóru avstað til Ísland, og hann
lá í koyggjuni, var hann úti fyri
eini serligari hending. Hetta var
8.juli 1943. Hann segði seinni, at
hann visti ikki, um hann svav
ella var hálvvakin. Hann sá eina
hond koma í sjókortið, og hondin
peikaði á eina positión , sum veik
90 stig frá teirri kós, sum skipið
sigldi. Hann tørnaði út og broytir
kós 90 stig, soleiðis sum hondin
hevði víst. Manningin undraðist
og var rædd, og teir hildu skiparan
vera frá sær sjálvum og høvdu
hug til at taka ræðið av honum.
Men hann setti allar menninar
at hava útkikk, herav ein uppi í
mastrina. Teir sigldu í umleið 4
tímar. So sigur hann eina ferðina:
"Síggja tit nakað?" "Nei", siga teir.
So sigur hann samstundis sum
hann peikar: "Hyggið har í hori
sontinum, er nakað har". "Ja", siga
teir, "har er okkurt". Teir sigldu so
eftir tí, og so vísti tað seg, at tað
var "Misletoe", sum eisini var á
veg til Íslands. Hon var bumbað
og sundurskotin við maskinbyrsu
av týskum flogfari.
Teir komu til "Misletoe" og
settu stórbátin út. Bestimaðurin
fór við bátinum yvir til teirra.
Manningin á "Misletoe" var komin
í teirra stórbát. Men hann lak sum
sáldið av maskinbyrsuskotunum
hjá flogfarinum.
Kendi hondina aftur
So tóku teir bátin umborð á
"Vilhelminu", og teir vóru eis
ini umborð á "Misletoe" og tóku
okkurt upp har, sum t.d. medi
sinkistuna. Teir komu so aftur
at "Vilhelminu" við manningini á
"Misletoe".
Men ein maður var tá deyður.
Teir høvdu eina presenning yvir
tann deyða mannin. Tá kendi
pappa hondina aftur á tí deyða
manninum, sum hana hann
hevði sæð í kortinum. Tað vísti
seg, at tann deyði maðurin visti,
at hann fór at doyggja, eftir at
hann var raktur, tá hann stóð í
stýrihúsinum. Hann hevði biðið
til Várharra fyri mannskapinum
og fyri síni familju heima á
Glyvrum. Hetta var tann 42 ára
gamli Martin Jacobsen av Glyvr
um, sum var umrøddur í seinasta
parti um sponsku sjúku.
Tann 24 ára gamli Hilmar Eg
holm úr Hvalvík varð eisini raktur
og doyði á veg inn eftir hjálp.
Hetta man vera ein tann sjáld
samasta frásøgnin frá hesi tíðini.
Meira um krígssøguna
Í sambandi við minningardag
teirra sjólátnu 1. november sama
ár, gjørdi fiskimannafelagið og FF
blaðið eisini nógv burtur úr.
Hetta kann lesast í hesum
numrum:
353, síða 6, 7, 8, 9, 10, 13, 15, 16,
18, 19, 20, 21, á seinastu tveimum
síðunum eru nøvnini á teimum
sjólátnu
354, síða 9, 10, 15, 16, 17
355, síða 21
356, síða 18, 19l
Hvussu nógvir fórust undir
krígnum?
Tað hava verið ymisk tøl fyri,
hvussu nógvir føroyingar doyðu
undir krígnum, men tað valdast,
hvussu tað verður gjørt upp.
Sambært Bumbur yvir Føroyar
mistu vit 24 skip av krígsávum og
15 av sjóforliss. Her er Verdandi
roknaður fyri at vera krígsforliss,
men teir fóru vist av illveðri.
Av hesum 39 forlissum kost
aðu tey sekstan tilsamans 131
mannalív frá tí, Føroyar blivu
ein partur av bardaganum í 1940.
Men á minnisvarðanum í viða
lundini í Havn eru 210 nøvn. Ein
orsøk til henda munin er, at her
eru taldir við allir teir, sum eru
farnir á sjónum, frá tí heimsbar
dagin byrjaði í 1939. Eisini teir
taldir við, sum eru deyðir við út
lendskum skipum og í fremmand
um havnum hesa tíðina.
Men FF-blaðið staðfesti í
2005, at tað restaðu framvegis á
minnisvarðanum níggju nøvn á
monnum, sum vóru farnir í uttan
landasigling. Hetta fær talið upp
á 219. Undir øllum umstøðum var
talan um eitt ørandi tal hjá eini so
lítlari tjóð.
Minningarhaldið í 2005
Í sambandi við minningarhaldið
í 2005 hevði fiskimannafelagið
bjóðað til eina samkomu fyri
krígssiglarar á sjómansheiminum
í Havn.
Tað eru í hvussu er tveir teirra
á lívi enn. Annar er 98 ára gamli
Sverri Mortensen á Argjum, sum
eitt skifti var við Nýggjaberg, har
pápi, hansara Mortan , var skip
ari. Nýggjaberg varð seinni torp
ederaður, og Mortan doyði saman
við hinum 20 av manningini.
Hin er 94 ára gamli Svenning
Johannesen.
Tað vóru fleiri av hesum
“gomlu”, sum høvdu orðið, og her
skal endurgevast ein samandrátt
ur av teirra frásagnum.
Søren Jakku: Álopnir
av týskum flogfari
Tann elsti á samkomuni var tann
tá 92 ára gamli Søren Jacob Lam
hauge úr Rituvík. Hann sigldi
krígsárini við "William Martin".
Niclas Højgaard í Rituvík var
skipari. Sørin Jakku greiddi frá
um kavbátar og minur, sum var
ein partur av dagligdegnum.
Bert ein dag skutu og søktu teir
8 minur. Hetta var eisini eitt hart
lív, ikki minst vegna stóra sálar
liga trýstið. Teir fóru ongantíð úr
Tað er nógv skrivað og fortalt
um tíðina í Føroyum undir
seinna heimsbardaga. Men nú
75 ár eru liðin síðan krígslok
er gott høvi at minnast hetta
SIÐSØGA
Minnisvarðin í Viðalundini í Havn við 210 nøvnum
75 ár síðan krígslok:
ENDIN Á FIMM ÁRA MARRU