mikudagur 6. mai 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 7. MAI 2020
SOSIALURIN 39
27
Komandi partur
Í komandi parti verður hildið fram við frásøgnini
hjá Kristian Djurhuus, fyrrverandi løgmanni.
klæðunum, tá ið teir tørnaði inn.
Eingin visti, hvat kundi henda! Og
tá teir søgdu konuni og børnun
um farvæl, var tað altíð við óviss
uni um, hvørt tey fóru at síggjast
aftur.
Serliga ein túrur hjá "William
Martin" gjørdist minniligur. Teir
vóru uppi á Nesgrunninum, norð
anfyri Langanes, tá teir vórðu
álopnir av einum týskum flog
fari, sum áhaldandi skeyt eftir
teimum. Niclas, skiparin, royndi
at skjóta aftur í móti, men tað
tyktist ikki at muna nógv.
Tað var "jobbið" hjá Søren
Jakku at passa rakettapparatið.
Hetta varð nýtt til at skjóta rak
ettir við einum veiri upp í loft.
Fyri endanum á veirinum var
ein fallskíggi, sum opnaði seg,
tá komið var nóg langt upp. Fall
skíggin gjørdi, at veirurin kundi
vera í luftini eina góða løtu. Hetta
skuldi so ræða flogførini so tey
ikki komu ov nær fyri at teir ikki
skuldi fáa veirin um propellina.
Sørin Jakku skjýtur, og tað var
nær við, at flúgvarin fekk veirin
um annan veingin, men hann
kantraði sær á og slapp undan.
Tá hendi tað óhepna, at ein
maður niðri í lugarinum varð
raktur av eini kúlu, sum fyrst
rakti skeilettið og síðani fór nið
ur ígjøgnum, har hon brast og eitt
petti av henni rakti ein oyndfirð
ing meint í ryggin.
Men tá var tað so heppið, at
tvey bretsk krígsskip nærkaðust.
Hetta gjørdi so partvíst tað, at
týska flogfarið slapp sær til rým
ingar, meðan teir samstundis
fingu í boði sjúkraviðgerð til tann
skadda. Hann fór umborð á annað
krígsskipið og varð lagdur undir
skurð innan ein tíma aftaná, at
hann var skotin.
Teir fóru so við ”William
Martin” inn á Seyðisfjørðin at
fáa bráðfeingis umvælingar fyri
tann skaða, sum teir høvdu fingið
av týsku skotríðunum. M.a. var
bjargingarbáturin oyðilagdur, og
tað var hol ymsastaðni í skrokk
inum á skipinum, og hesi royndu
teir at tetta.
Tá teir sigldu niður til Aber
deen, vísti tað seg, at tað ikki var
eydnast at tetta øll holini, so skipið
lak framvegis. Teir máttu skunda
sær inn í Aberdeen uttan at hava
fingið neyðugu loyvini. Hetta
skapti í fyrsta umfari trupulleikar
við myndugleikarnar, men teir
blíðkaðust, tá teir frætti um
orsøkina.
Frants Vágadal: Vildu ikki
bíða og bjargaðu lívinum
Frants sigldi stóran part av krígn
um við "Henry Freeman". Í 1941
fylgdust teir niður til Aberdeen
við "Milly" og "Ekliptiku". Komnir
niður var gingið umborð á skipini,
og Frants hittir eisini Jákup
Heinesen, sum var við skipi
sínum "Ekliptiku".
Tosað varð eisini um, at øll trý
skipini skuldu fylgjast heim aft
ur til Føroyar. Men tað gjørdist
ov leingi hjá "Henry Freeman"
at bíða, so teir avgjørdu at fara
einsamallir. Dagin eftir fara
"Milly" og "Ekliptika" úr Aberdeen
og tey fylgjast.
Tað var av besta veðri, og
"Henry Freeman" kemur á Før
oyar í øllum góðum. Men frá hin
um báðum skipunum frættist
ongantíð nakað aftur. Skipini
vóru seinast sædd 100 fjórðingar
sunnanfyri Føroyar. Eisini sóust
flogfør á leiðini.
Tað hevur helst bjargað teim
um á Henry Freeman, at teir ikki
fylgdust við hinum.
Svenning: Sigldi 1250
dagar undir krígnum
Svenning Johannesen er tann
seinasti av teimum kendu
Hvannasundsbrøðrunum, sum
er eftir. Hann er samstundis ein
tann mest royndi fiskimaður og
ikki minst trolaramaður í Føroy
um. Samstundis man hann eisini
vera ein av teimum, sum sigldu
mest undir krígnum. Hann hevur
nevniliga 1250 skrásettar sigling
ardagar hesa tíðina.
Svenning sigldi nærum bert
við trolarum undir krígnum.
Mótsatt teimum flestu av hinum
skipunum, so fiskaðu trolararnir
sjálvir og sigldu til marknað við
færri monnum enn til fiskiskap.
Svenning var við til fiskarí tann
seinasta túrin hjá "Næraberg",
men hann var ikki við á ferðini
niður til marknað, tá skipið varð
søkt og allir menninir vórðu
bjargaðir.
Teir høvdu annars ein roktúr
til fiskiskap hendan túrin. Skipari
á "Næraberg" var Erik Mohr, tann
eisini vælkendi skiparin á "Tjaldr
inum".
Svenning fór seinni við "Skála
berg" og síðani við "Norðbúgvan
um". Teir vóru ikki úti fyri nøkr
um serliga álvarsomum tilburði.
Svenning greiddi frá, at tað
ráddi um at sigla sum longst í
myrkri, so teir minst møguligt
vóru sæddir av flogførum. Tí
plagdu teir at fara á Vestmanna
at bíða eftir myrkrinum, og so
at sigla so mikið longri, meðan
myrkt var. Hetta var eydnan hjá
Svenning, tí ein slíkan túr á Vest
manna hitti hann Maiken, sum
hann giftist við.
Annars greiddi Svenning frá,
at nógv góð bønarmøti vóru hild
in umborð á trolarunum.
Minningarhaldið í
Newcastle í 2015
Í 2015 var aftur minningarhald
í Newcastle, har løgmaður Kaj
Leo Johannesen var við umframt
fleiri aðrir føroyingar. Men nú var
talið av veteranum minkað mun
andi. Í 2005 vóru teir 30, nú vóru
teir tríggir.
I hesum sambandi vóru fleiri
frásagnir í hesi røð í Sosialinum.
Nú í ár kundi so aftur verið minn
ingarhald. Corona kann hava
gjørt sítt, men einki frættist um
eitt slíkt, heldur ikki undan hesi
kreppu. Orsøkin kann vera tann,
at fyriskiparin, Inger Batchelor,
sum var donsk, men búsitandi í
Newcastle, er deyð, og helst eru
eingir veteranar eftir.
Johan: Lat meg fara,
bjarga synunum
Í 1944 fór Johan Bech av Tvøroyri
til Íslands at rógva út saman við
synunum, 23 ára gamla Martin Eli
og 21 ár gamla Henning umframt
ein fjórða mann.
Ein dagin á útróðri verða teir
ásigldir av einum skipi, og báturin
fer at søkka. Skipið vendir aftur
og roynir at bjarga monnunum.
Fyrst royna teir at bjarga Johan,
men hann rópar: “Leggið einki í
meg, reddið teir.” Men einki batti,
allir tríggir druknaðu, meðan
tann fjórði maðurin varð bjarg
aður.
Men so hørð var lagnan hjá
hesum húsi, at tá vóru tveir aðrir
beiggjar deyðir í krígssigling.
Petur Pauli, 36 ár, fórst við Alduni,
sum í 1940 var fyrsta føroyska
skipið, sum fórst av krígsávum.
Og í 1942 doyði Freilif, 23 ára gam
al, í sigling uttanlands.
So Sidsel misti frá 1940-44
mann og fýra synir á sjónum.
Hetta hevur verið ótrúliga hart
hjá hesi neyðars konu.
Johan var annars samb. Jóann
es Dalsgaard ein oddamaður fyri
fakfelagsrørsluni á Tvøroyri.
Einki alment minningar
hald í Føroyum
Í Føroyum er ikki frætt um nakað
minningarhald uttan í Vági. Alt
verður opinbart sett til viks fyri
corona. Í Danmark hava kortini
drotningin og forsætisráðharr
in lagt kransara, eisini á minnis
merkinum fyri teir siglandi, sum
lótu lív undir krígnum.
Henda grein skal vera til
minnis um teir, sum fórust á
sjónum hetta tíðarskeiðið. Hon
kann kanska vera eitt íkast til tað,
sum annars er skrivað um hetta
økið.
Soleiðis ímyndaði Ingálvur av Reyni sær støðuna
hjá sjómonnum, sum máttu fara í bátarnar.
Tríggir av “teimum fýra” sungu á samkomuni fyri krígssiglarar. Teir eru f.v. Kristoffur Joensen,
Sverre Mortensen og Enok Dam. Allir høvdu teir tilknýti til siglingina bardagaárini.
Søren Jakku hevði sínar
royndir sum krígssiglari
Svenning hevði 1350 dagar
á sjónum bardagaárini.