Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 28 Bara tveir dagar eftir at kríggið endaði, varð føroyski frælsisstríðsmaðurin í Danmark, Otto í Smæruni, varð skotin í pannuna av einum týskum hermanni 70 ár síðan Mathias Lassen M ánadagin tann 7. mai 1945, tveir dagar eftir, at seinni veraldarbardagi alment var kunn gjørd­ ur at vera liðugur, hoyrdist í gøt­ unum í Næstved, at HIPO­fólk vóru ávegis til Næstved úr Ringsted. HIPO stendur fyri hjálparpoliti á týskum (Hielpspolizei). Mótstøðufólkini tóku tí fyrivarni; teir vistu ikki, hvat hetta hevði at týða og fóru út í gøturnar at ansa eftir, at ikki nakað óregluligt fór fram. Kríggið var liðugt, men ikki allir týskarar vildu gevast, teir høvdu enn vápn uppi á sær. Ein av mót­ støðu monnunum í Næstved var »Friheds kæmper« Otto Jacobsen úr Havn. Otto kom til Næstved at læra til slaktara, tí forældrini, Hans Jacob og Marin, høvdu handilin “Smæran” í Havn. Marin var systir Christian Holm Jacobsen. Hans Jacob, sum áður hevði framleitt ølið »Ydun«, og var givin við hesum, tí kona hansara Marini dámdi ikki, at hann bryggjaði øl og vildi hava hann at gevast og heldur fáa sær ein vanligan handil, helt, at tað var neyðugt við einum slaktara, sum kundi taka sær av at slakta neyt og seyð og framleiða slaktara vørur til handilin. Tí varð Otto sum 17 ára gamal í 1939 sendur til Næstved at læra til slaktara. Men Danmark varð hersett av Týsklandi 9. apríl 1940 og Føroyar hersettar av Bretlandi 13. apríl 1940. Hetta hevði við sær, at einki ferðasamband varð millum Danmark og Føroyar. Brøv komu tó heim umvegis Svøríki, og Otto sendi eisini brøv heim og segði frá, hvussu stóð til. Otto varð útlærdur slaktari í 1943, og á vári 1944 stovnar hann saman við øðrum ein mótstøðubólk. Bólkurin var virkin restina av krígnum. OttO í Smæruni fall fyri týSkari drápS­ mannahOnd Torbjørn Jacobsen Minnisplátan í Ringstedgade 50 »Men tá skjýtur týski soldáturin hann í pannuna. Otto doyði á staðnum« 75 Hesa grein skrivaði Mathias Lassen, sáli, í Sosialinum 1. mai í 2015 – 70 ár eftir seinna heimsbardaga Í Á