Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 297 Teir framdu ymiskar sabotasjur, men nakað fyri, at kríggið endaði frættist, at ein HIPO-deild var ávegis til Næstved. Mótstøðumennirnir gjødu tá av at fara undir heilt, og Otto stóð á Gestabo-listanum til at takast av týskarunum. Hann fekk tí boð um at fjala seg uttan fyri býin við familjuni. Otto hevði konu og ein son. Hann fór so saman við nøkrum mótstøðumonnum, meðan nakrir aðrir fóru heim eftir konuni Elly og soninum Torbjørn, sum tá var eitt ár og nakrar mánaðir. Tey hildu til á einum bóndagarði uttan fyri Næstved. Men tá ið kríggið var avblást, fóru tey aftur til Næstved sunnudagin 6. mai, og tíðliga á morgni mánadag tann 7. mai 1945 vóru aftur boð um at Hipo-fólk vóru ávegis til Næstved, og Otto fór tá saman við øðrum út í býin at ganga vakt. Eitt tað fyrsta Otto gjørdi, tá ið hann kom til Næstved, var at senda fjarrit heim til Føroyar og siga frá, at alt stóð væl til, og at tey komu heim so skjótt sum tað bar til. Samstundis fær hann fjarrit heimanífrá, at tey vóru vælkomin heim og yngstu teimum alt gott. Konan, Elly, fór til handils, tí eingin matur var í húsinum, tá ið tey komu heimaftur henda sunnudag. Klokkan trý seinnapartin vóru teir staddir í Ringstedgade, tá Mandrup Christensen, slaktari, kemur út á gøtuna og rópar á teir. Mandrup slaktari hevði trupulleikar av tveimum týskum soldátum, sum høvdu keypt eitt pund av smøri og goldið við einari tveykrónu, men slaktarin vildi hava, at teir keyptu fyri smørmerki, og tað vildu teir ikki geva frá sær; teir tóku smørið, og Mandrup rópar varskó. Otto og vinmaður hansara, sum júst tá vóru uttan fyri handilin, komu so inn til Mandrup Christensen slakt- ara í Ringstedgade 50. Vinmaðurin fór beina kós til annan soldátin, men Otto biður hann lata seg sleppa at tosa við hann. Otto segði seg duga betur at tosa tyskt. Otto gev ur vin mann inum sína riflu, og teir fóru so útum. Men tá hann sær, at týskarin tekur revolv- aran fram, tekur Otto hendur nar yvir høvd at geva seg yvir; men tá skjýtur týski soldáturin Otto í pannuna. Otto doyði á staðnum. Vinmaðurin gjørdi skjótt av og skuldi skjóta soldátin, men riflan kiksaði, og tá týskarin vil skjóta hann eisini, kiksar revolvarin; vin maðurin hjá Otto fekk stundir at sikta og skjóta soldátin, sum doyði á staðnum. Hin soldáturin fór inn í handilin og rætti revolvara sín ímóti dóttrini hjá slaktaranum; hon var innan fyri diskin. Hetta sá Mandrup slaktari; hann sprakk upp um diskin og tók revolvaran frá týska soldátinum, sum leyp út og rýmdi inn móti mið býnum. Tá ið hann kom til tok støð ina, vóru aðrir týskir soldátar har og mót støðu- fólk. Tað kom til skot bardaga, tí tað frættist skjótt, at Otto var fallin, og hesin soldáturin varð raktur so meint, at hann seinni doyði á sjúkra hús- inum. Ein annar týskur sol dátur læt lív undir skotbardag anum. Meðan hetta hendir, er kona Otto, Elly, farin til handils at keypa inn. Hon var á veg til hin slaktaran í Ring stedgade, Robert Christensen, sum var bróðir Mandrup, og sum var tann slaktarin, sum Otto hevði lært hjá og enn var í starvi hjá. Men ein granni bað hana ikki fara, tí har hoyrd ist skot í gøtuni. Hon fór tí inn til grannan, og tá hoyrdi hon skotini uttanfyri. Okkurt skot rakti húsini, so at tey noyddist at liggja á gólvinum, til skotini hildu uppat. Síðan gekk hon til Robert Christensen slaktara, men har var stongt. Tveir slaktarar komu út og søgdu henni, hvat var hent beint frammanundan. Teir bóðu hana fara heim til Robert Christensen, hann visti meira um, hvat var hent. Otto var fluttur á sjúkrahúsið, men hann var deyður, og tá ið Elly kom heim til Robert, stóð hann í hurðini á veg til sjúkrahúsið. Tey fylgdust so til sjíkrahúsið, har tey kundu staðfesta, at tað var Otto, sum var deyður. Robert Christensen sendi síðan fjarrit til Smæruna í Havn um, hvat var hent. Alt hendi sama dag; fjarrit frá Otto um, at alt stóð væl til, og at tey komu heim skjótast gjørligt, og fjarrit til Otto um, at tey eru væl- komin heim, og fjarrit frá Robert Christensen til Smæruna: Otto er faldet for tysk morder haand. Hetta fjarrit fekk Oscar Jacobsen, bróðir Otto, tá ið hann henda dag var á telefonstøðini í Havn. Hann las innihaldið og bleiv skelkaður. Hann stakk fjarritið í lumman og hættaði sær ikki at vísa foreldrunum tað fyrrenn um kvøldið; tá kundi hann ikki halda sær longur. Tey vóru longu farin at fyrireika seg til, at Otto skuldi koma heim við konu og soni, sum tey ongantíð høvdu sæð. Í Næstved var hetta ein sorgar- dagur, skotin til deyðis fyri eitt smør- merki. Allur býurin var skelkaður. Otto varð jarðaður sunnudagin eftir og fylgdur til gravar av fleiri túsund menn iskjum. Myndirnar tala fyri seg. Ongantíð áður og ongantíð síð- an hava so nógv fólk verið til eina jarðar ferð í Næstved. Grøvin er í dag skrá sett sum grøv, ið skal varðveitast og røkjast av kirkjuni. Fríðheitskemparar við børuna í Sct. Peters Kirkju í Næstved Grøvin hjá Otto Jacobsen »Ein av mótstøðumonnunum í Næstved var ‘Frihedskæmper’ Otto Jacobsen úr Havn« ...framhald á næstu síðu