Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 30 Joensen próstur var prestur við hesa jarðarferð. Tann 17. juli varð gravsteinur við relieffi, teknað av listamanninum Arne Bang, lagdur á grøvina. Hjástødd vóru eisini Hans Jacob Jacobsen í Smær uni og systir Otto. 23. september marsjeraðu allar mótstøðueindirnar, 350 menn íalt, hergongu gjøgnum býin til Ringstedgade 50, har ein pláta til minnis um Otto Jacobsen varð fest á veggin. Plátuna hevði Arne Bang gjørt. Síðan varð marsjerað til kirkju garðin, har kransar vóru lagdir á grøvina. Mótstøðueindirnar í Næstved vórðu síðan upploystar. Ársdagin, tá ið Otto Jacobsen var skotin, var há tíðar hald undir minnisplátuni í Ringstedgade 50 og kransar og blomst ur løgd á staðið, har Otto fall fyri týsk ari drápsmannahond. Eisini á 50 ára degnum, tann 5. mai 1995, vórðu blomstur og kransar løgd undir minnis plát una og røða hildin. Gøturnar gjørdust tómar, bara týskir soldátar og mótstøðufólk, sum skutu hvør móti øðrum, vóru úti henda seinnapart. At Otto var drip in, frættist skjótt, og øði kom í fólk ið. Mótstøðufólk tóku sakina í egnar hendur av øði um hetta dráp. Bólka leiðararnir komu til og bóðu menn gevast við at skjóta. Eingin av mót støðufólkunum læt lív, men fýra týsk arar lógu eftirá. Tann 13. mai komu eingilskir her menn til Næstved, og vóru teir fagnaðir av fólkinum har. Teirra uppgáva var at syrgja fyri, at allir týskir soldátar fóru úr land inum. Men størsti parturin av næstved búgvum vóru ikki við at taka ímóti eingils­ kmonnunum. Býurin var í syrgi­ búna, og flaggað varð um allan býin í hálvari stong. Hetta var sunnudagur og dagurin, tá Otto Jacobsen fór til gravar. Sum tað stendur í bókini “Kiv og krig” eftir Allan Huglstad: På denne dag skulle Otto Jacobsen begraves. Selv om det næppe er det rigtige ord for en begravelse, må man sige, at det blev et tilløbsstykke, der ikke er blevet overgået siden. Allerede den 9. om aftenen, da kisten blev ført fra sygehuset til Sct. Peders Kirke, var der stor deltagelse. På begravelses dagen var flagene overalt på halv, og i den flot pyntede kirke var hele midtergangen fyldt med kranse fra kendte og ukendte. Ved kisten paraderede hans gruppe med stål hjelme og karabiner, og kirken og kirkepladsen var proppet med menn esker. Højtideligheden blev ledet af provst Joensen med taler af kaptajn Frigast og pastor Balle fra Arne Nielsens gruppe. Den færøske landstingsmand bragte en hilsen og tak fra Færøerne. Efter gudstjenesten bevægede det lange følge bag rustvognen sig mod kirkegården med 30 faner og musikkorps i spidsen, og langs ruten stod tæt af borgere med blottede hoveder. I følget sås honoratiores fra kommune og amt – også folk, der havde holdt fast i sam arbejds politikken længere, end Otto Jacobsen havde brudt sig om. En af dem, politimester Dyrlund, undlod at deltage, og overlod opgaven til amtspolitilederen og et politikommando. Ved graven talte Otto Jacobsens arbejdsgiver – få dage efter var han anholdt for værnemageri, men blev senere løsladt. Otto giftist við Elly Toksværd Petersen tann 23. juli 1943, og tey fingu sonin Torbjørn tann 8. januar 1944. Otto hevði gjørt seg til reiðar at byrja eina slaktarafyritøku í Smæruni, og fáir mánaðir áðrenn kríggið endaði, sendi hann bræv til Føroyar umvegis Svøríki, har hann greiðir foreldrunum frá, hvussu hann hevði hugsað sær fyritøkuna, og hann sá fyri sær møguleikarnar, serliga í pylsuframleiðsluni. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga. post@sosialurin.fo »Gøturnar gjørdust tómar, bara týskir soldátar og mótstøðufólk, sum skutu hvør móti øðrum, vóru úti henda seinnapart. At Otto var dripin, frættist skjótt, og øði kom í fólkið. Mótstøðufólk tóku sakina í egnar hendur av øði um hetta dráp. Bólkaleiðararnir komu til og bóðu menn gevast við at skjóta. Eingin av mótstøðufólkunum læt lív, men fýra týskarar lógu eftirá« Fleiri túsund fólk fylgdu Otto til gravar