Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 32 ÁKI BERTHOLDSEN –  Vit skulu krevja av donsku stjórn­ini, at eitt nýtt fongsul verður bygt í Føroyum. Tað sigur Christian Andre­a­ sen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður í Rættarnevndini hjá Løgtinginum. Hann er eisini sakførari og so­ statt er hann komin í samband við eitt stórt tal á fólkum, sum verða tikin fyri ymisk brotsverk. Og hann sigur, at sum støðan er nú, eru umstøðurnar hjá teim­ um so tyngjandi, at nógv av teim­um tola tað rætt og slætt ikki. Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot um at fáa Lands­stýrið til at taka málið um fongsuls­ viðurskiftini í Føroyum, upp við myndugleikarnar í Danmark. Tað heilt sjáldsama við hesum uppskotinum er, at tað er ein tinglimur í samgonguni, sambandskvinnan, Rósa Samuelsen, og ein tinglimur í andstøðuni, javnaðarmaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, sum hava lagt uppskotið fram saman. Tey bæði hava annars tað í felag, at tey eru limur í serligu nevnd­ini hjá løgtinginum, sum hevur eftirlitið við varð­halds­ fangum í Føroyum. Og tey bæði siga, at fongsuls­ viðurskiftini í Føroyum eru so vánalig og niðurbrótandi, at tey nú vilja hava Løgtingið at sam­tykkja at fáa Landsstýrið at taka málið upp, soleiðis fongsuls­viðurskiftini her fáast upp á sama stig sum í donskum fongsl­um. Tað er full undirtøka í Løg­ tinginum fyri at taka málið upp við danskar myndugleikar, og Bárður á Steig Nielsen, løg­ maður, sigur, at málið verður tikið upp við danskar myndug­ leikar í næstum. Hann sigur, at fundur er av­ talaður við donsku myndug­ leik­ar­nar longu í august. Og setir korona-kreppan ikki fót fyri honum, verður hann tá, og tá ætlar hann at taka málið upp. Vilja neyvan hava hetta sitandi á sær Løgmaður sigur, at tað verður neyðugt at skipa umstøðurnar hjá føroyskum fangum soleiðis at tey eru betri menniskju tá ið tey koma úr fongslinum aftur, enn tey vóru tá ið tey fóru í fongsul. Tá ið tey koma úr fongsli aftur, mugu tey hava eina vón um at tað ber til hjá teimum at liva eitt vanligt lív, og at tey kunnu vera til gagns í sam­ felagnum, uttan at fella aftur í kriminalitet, sigur hann. – Eg taki fult undir við, at vit taka hetta málið upp, sigur løg­ maður. Og hann væntar heldur ikki, at danskir myndugleikar vilja hava tað sitandi á sær, at um­ støðurnar í Føroyum eru so nógv vánaligari enn tey eru aðra­staðni í ríkinum. – Tískil skulu vit hava trygd fyri, at fangar í Føroyum fáa minst líka góðar umstøður, sum fang­ar aðrastaðni í ríkinum, hava, leggur hann afturat. Hann sigur, at tá ið hann tekur málið upp við donsku myndug­leikarnar, verður tað við tí enda­máli at fáa teir at syrgja fyri, at vit fáa eitt nýtímans fongsul. –  Eg fari at føra fram fyri danska løgmálaráðharranum, at myndugleikarnir í Føroyum hava eitt sterkt ynski um at fáa hesi viðurskifti í rættlag, sigur hann. Hann vildi kortini ikki binda seg fastan í nakra tíðarfreist. Men hinvegin staðfestir hann, at leigumálið um støðina í Mjørka­ dali, har fongslið og varðahaldið eru nú, gongur út í 2023. Og hansara vón er, at vit sleppa undan at leingja tað leigu­málið alt ov leingi. Í Mjørkadali er pláss fyri 14 fang­um, fimm varðhaldsfangum og níggu fangum, sum sita dóm av sær. Onkuntíð eru fleiri enn fimm varð­haldsfangar í Mjørkadali, men verður vanliga fongslið tikið í brúk til teir. Tola tað ikki Christian Andreasen sigur, at ein stórur trupulleiki er, at varð­ haldið og fongslið eru í somu hølum. Fólk, sum verða sett í varð­ hald, tí tey eru undir illgruna fyri okkurt brotsverk, verða ofta sett í varhald ímeðan málið verð­ ur kannað. Men hesa tíðina, tey sita í varðhaldi, skulu tey helst ikki ÁKI BERTHOLDSEN – Vit skulu leggja trýst á danskar myndugleikar fyri at fáa teir at byggja nýtt fongsul í Føroyum. Tað heldur Djóni Nolsøe Joen­sen, løgtingsmaður fyri Javn­aðarflokkin. Saman við Rósu Samuel­sen, tingkvinnu fyri Sam­bands­ flokkin, hevur hann lagt upp­ skot fyri Løgtingið um at fáa Lands­stýrið til at taka málið um fongsuls­viðurskiftini í Føroyum, upp við myndugleikarnar í Dan­ mark. Djóni Nolsøe Joensen heldur, at tað eigur at vekja ans, at tað er ein tinglimur í samgongu, og ein ting­limur í andstøðu, sum sum leggja uppskotið fram saman. Tey bæði hava annars tað í felag, at tey eru limur í serligu nevndini hjá løgtinginum, sum hevur eftirlitið við varð­ haldsfangum í Føroyum. Leingjast til Føroya Djóni Nolsøe Joensen heldur, vandi er fyri, at uppskotið skal ikki misskiljast soleiðis at tey halda, at fólk, sum bróta lógina, ikki skulu revsast, tí tey, sum gera nakað revsivert, skulu hava sína revsing. –  Men hugburðurin um, at tey hava ikki betur uppiborið, er vandamikil, tí endamálið við revs­ing­ini má altíð vera at fáa góðar samfelagsborgarar úr aftur geglinum, tí tað loysir seg í longd­ini, sigur hann. Hann vísir á, at tey hava vitjað føroyskar fangar í donskum fongslum, og felags fyri teir er, at teir leingjast aftur til Føroyar. Samstundis hava teir trupulleikar við málinum og teir dáma ikki matin. – Teir høvdu eitt felags ynski og tað var at sita í Føroyum, sigur hann. – Verður eitt fongsul bygt í Før­oyum, kundu tey sitið her heima og tað hevði verið ein vinn­ingur fyri øll – eisini fyri familjuna, leggur hann afturat. Hann heldur, at starvsfólkið í Mjørkadali ger eitt stórt arbeiðið undir sera vánaligum um­støðum. – Men har snýr tað seg mest um at fáa tíðina at ganga tí har er næstan einki ítriv til fangarnar. Hann heldur, at eitt nýtt fongsul eigur at liggja í Havn, ella beint við Havnina, her allir hentleikar, og allir myndugleikar eru. Vil ikki aftur Frimodt Rasmussen úr Sam­ bands­flokkinum, sigur, at hann hevur hevur verið í Mjørkadali. Men hóast hann bara var har sum løgtingsmaður, fekk hann so ilt av tí, at har vil hann ikki aftur, og tí tekur hann undir við, at stig verða tikin til at bøta um umstøðurnar. Stefan Klein Poulsen, ting­ maður fyri Miðflokkin, heldur, at bara tað, at føroyingar verða sendir í fongsul í Danmark, er ein revsing í sær sjálvum. – Harðari revsing loysir ikki trupulleikarnar, men kann tvørtur ímóti geva baksláttur, sigur hann. –  Eitt nýtt fongsul, ella ein út­bygging í Mjørkadali, hevði bøtt um umstøðurnar, so at vit kanska sleppa undan at senda fleiri til Danmarkar. Herfríð Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at tey sum sita í Føroyum verða óneyðuga frælsis­skerd, tí umstøðurnar eru so vánaligar og fleiri verða isolerað enn tey skuldu eftir røtt­um. Tí tekur hon eisini undir við, at vit fáa nýtt fongsul. Men bæði hon, og parta­ Vit skulu leggja trýst á donsku stjórnina Vit skulu ongantíð góðtaka, at føroyskir fangar hava verri umstøður enn fangar í Danmark, hava, sigur løgtingsmaður KREVJA AT FÁA NÝTT FONGSUL Í FØROYUM Umstøðurnar hjá føroyskum fangum, eru so vánaligar, at tað líkist ongum, sigur løgtingsmaður og sakførari Nógv av teimum tola tað rætt og slætt ikki